Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM Ungdóm: Frásøgn 6. umfar

NM Ungdóm: Frásøgn 6. umfar

 

A-bólkurin

Philp Lindgren (2166) – Rógvi E. Nielsen (2137): 1-0

Rógvi telvaði tíverri ikki á støði við tað, vit hava sæð frá honum fyrr í kappingini. Hann gloymdi útviklingina og lat kongin standa ov leingi á miðlinjuni og varð revsaður. Finnurnar ruku ein og tvær, og so var lítið, Rógvi kundi gera. Tað var ein keðiligur endi á eina annars sera góða kapping, men tað skal havast í huga, at tað er trupult at telva sítt besta í slíkari støðu, tá ein hevur mist eitt púra óneyðugt stig talvið frammanundan. Rógvi endaði á 4. plássi við 3½ stigi.

Heiðrikur T. Jacobsen (1899) – Henri Torkkola (2046): ½-½

Tað var ein heldur óvanligur variantur av benoni, har hvíta støðan tóktiskt nakað leys, men Heiðrikur varðveitti javnvágina við kreativum spæli. Hann var ongantíð í vanda ímóti hægrirataða finnanum; heldur umvent. Heiðrikur vann eina finnu í riddaraendtalvinum, men tað var trupult at fáa nakað ítøkiligt burtur úr fyrimuninum, og telvararnir tóku javnt. Enn eitt fínt úrslit hjá Heiðriki, sum fekk 1½ stig í kappingini. Hann var væl við øll talvini, og ofta manglaði lítið í, at meira kom burturúr.

 

B-bólkurin

Rúni T. Jacobsen (1478) – Stian Johansen (1990): 0-1

Rúni kom illa fyri tíðliga í talvinum sum hvítur ímóti einari byrjan, sum mótstøðumaðurin tíðiliga kendi væl. Hvítu finnurnar komu ov langt fram, og tað varð revsað. Rúni, sum var væl lægst styrkismettur í bólkinum, fekk 1 stig í kappingini. Støðurnar vóru til meira, men sigurin, hann fekk, var so eisini av heilt góða slagnum.

 

C-bólkurin

Høgni E. Nielsen (1978) – Jens Albert Ramsdal (1862): 1-0

Mótstøðumaðurin leikti ov varið, og so kundi Høgni seta fólkið í álopsstøðu. Danin megnaði ikki at verja fyri, og so breyt Høgni ígjøgnum við einum knúsandi offri. 4½ stig og 2. pláss til Høgna, sum telvaði sannførandi allan vegin. Tað kundi verið til meira í onkrum talvinum, men eisini til minni, so alt í alt á góðari leið.

Silas Eyðsteinsson (1763) – Gustav Halvarsson (1432): 1-0

Silas kom heilt væl frá byrjan, men fór við skeivum riddara niðan brekkuna (hin riddaraleikurin hevði givið greiðan fyrimun). Eftir eitt sindur av ping-pong kom Silas í verjustøðu. Mótstøðumaðurin offraði mann, og tað sá hættisligt út ta einu løtuna, men Silas fann allar teir røttu leikirnar. Álopið fánaði so hvørt, og so vísti maðurin sítt virði. 3 stig og 50% til Silas, sum vísti gott byrjanarspæl og telvaði væl upp ímóti báðum teimum, sum deildu fyrstaplássið við Høgna.

 

D-bólkurin

Eli W. Finnson (1334) – Teemu Virtanen (1796): 0-1

Eli telvaði ágangandi og stóð væl eftir fyrstu leikirnar. Hann gloymdi tó at fáa fólkið við, og finnurnar, sum vórðu tveittar niðan brekkuna, gjørdust veikar. So gekk tíverri skjótt tann skeiva vegin. Eli fekk 1 stig í kappingini, men støðurnar vóru sum vera mann til meira – eitt nú í 3. umfari, tá tað var líka við og næstan.

Bjarni Brimnes (1000) – Kunal Bhatnagar (1813): +-

Mótstøðumaðurin hjá Bjarna hevði undan umfarinum tikið seg úr kappingini vegna sjúku, og so kom Bjarni á talvuna. Bjarni, sum tók lut í NM á fyrsta sinni, var styrkismettur meira enn 400 ratingstig undir lægstu útlendsku telvararunum, og vit vistu, at tað fór at verða trupult. Hann tók tó ferð eftir ferð venjaran á bóli við umhugsnum og skilagóðum spæli. Góðu støðurnar vóru fleiri í tali, og við eitt sindur fleiri royndum hevði onkur teirra óviað verið til stig.

 

E-bólkurin

Ragnar Weihe (1047) – Nansy Davidsdóttir (1301): 0-1

Ragnar telvaði byrjanarspælið fínt sum hvítur ímóti sisilionskum, men flutti so ein ov bráan leik og misti mann. Ein óskettin leikur afturat kostaði mann nummar 2, og so var einki at gera. ½ stig til Ragnar í kappingini. Ragnar hevði fleiri lovandi støður (ikki minst ímóti norðmanninum í 2. umfari), og hevði hann sitið fastari á fingrunum, var onkur sigurin eisini komin í hús. Kortini væl avrikað av Ragnari, sum eins og Bjarni er nýggjur í NM-høpi.

Janus Skaale (1180) – Andreas Garberg Tryggestad (1819): ½-½

Vit høvdu undan síðsta umfarinum tosað um at bjóða javnt tíðliga í talvinum ímóti krútsterka norðmanninum, sum hevði nokk við hálvum stigi fyri at tryggja sær fyrstapláss í kappingini. Janus kom tó á aðrar tankar undir talvinum og gjørdi av at telva. Støðan var tó allatíð í javnvág, og tá mótstøðumaðurin bjóðaði remis í fullkomiliga symmetriskari støðu, gjørdi Janus rætt í at taka av. 3½ stig og fjórðapláss til Janus. Ótrúliga væl komið aftur eftir ringu byrjanina við 0/2.

 

Alt í alt eitt gott avrik av føroyska hópinum. Rógvi, Høgni og Janus vóru við í oddastríðnum í hvør sínum bólki, og allir telvararnir komu á stigatalvuna. Høgni var sannførandi og fekk eitt fult uppiborið silvurheiðursmerki.

 

P1010086P1010089P1010090P1010092P1010095P1010103P1010108P1010112

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …