Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM Ungdóm: Frásøgn 2. umfar
P1000994_Large

NM Ungdóm: Frásøgn 2. umfar

B-bólkurin

Rúni hevði hvítt ímóti svianum, Mikael Johann Karlsson (1867). Tað varð ein sisilianari, har Rúni sá út til at koma væl frá byrjan, men so fór á ránsveiðu við einum riddara uttan at hava fingið kongin í borg og varð revsaður í hinum endanum. Fyrst ruku tvær finnur, síðani ein triðja, og so var vónleyst. Feilurin var bara ein í tali, men hann kostaði dýrt.

C-bólkurin

Silas telvaði sum hvítur sponsku byrjanina ímóti finska Toni Pajunen (1617). Mótstøðumaðurin telvaði støðuna í og so afturhaldið, og Silas nýtti høvið at fara í álop. Hvíta fólkið savnaðist um svarta kongin, og tá ein gaffil so kostaði finnanum ein mann, var spælið úti. Hann stríddist víðari, men Silas setti hann endaliga upp á pláss við góðum taktiskum hegni.

Høgni fekk við hvíta fólkinum tíðliga í talvinum fyrimun ímóti finska Matias Lappalainen (1828). Við finnu í yvirtali og álopsmøguleikum ímóti svarta konginum var Høgni ávegis einum góðum sigri, men tá frúnnar so komu av borðinum, fekk mótstøðumaðurin ávíst mótspæl. Tað gekk tíverri heilt galið seinni í talvinum, og Høgni endaði í taptari støðu. Hann vildi tað tó øðrvísi, og júst sum venjarin helt, at talvið var farið, fann Høgni Rf4+! Støðan var enn tapt, men tað kravdi neyvleika frá mótstøðumanninum, og við bert fáum minuttum á klokkuni trekti finnin í neyðbremsuna og tók javnleikin. Venjarin var glaður

D-bólkurin

Bjarni hevði hvítt ímóti Teemu Virtanen (1796). Finnin telvaði pirc, og Bjarni telvaði leingi fult upp ímóti høgtrataða mótstøðumanninum. Miðskeiðis í miðspælinum yvirsá hann tó eina taktiskan vending frá finnanum, og so fullu finnurnar bæði ein og tvær. Bjarni stríddist alt, han var mentur, men at enda varð brekkan ov tung.

Eli hevði hvítt ímóti Tobias Dreisler (1830), sum telvaði drekavariantin í sisilionskum. Eins og aðrir av teimum ungu, leikti Eli dekan ov skjótt í byrjanini og kom undir trýst. Við dupultfinnum á c-linjuni og e-linjuni var trupult hjá hvítum at fáa aktivt spæl, og tað vóru í longdini veiku finnurnar, sum avgjørdu talvið til svartan fyrimun.

E-bólkurin

Janus hevði svarta fólkið ímóti íslendsku Nansy Davidsdóttir (1301). Gentan spældi skotsk, sum Janus lítið og einki kendi til undan talvinum. Ein ov bráur leikur kostaði mann, og so var lítið, okkara maður kundi gera.

Ragnar kom væl frá byrjan við svarta fólkinum ímóti norska Yngve Fossheim (851). Hann misti eina finnu eftir tveir ov knappar leikir, men fekk vandamikið mótspæl ímóti hvíta konginum við einum bispi á a8 og frúgv á c6. Ragnar hevði møguleika at avgera talvið við einum mátálopi, og hann spældi eisini tann fyrsta leikin av kombinatiónini, men fann tíverri ikki rætta framhaldið. Mótstøðumaðurin vann ístaðin tvær finnur, sum vórðu avgerandi seinni í talvinum.

 

Alt í alt 3 stig hetta umfarið. Vit vóru hepnir í summum talvum, men mistu eisini onkran gyltan møguleika, so úrslitið má sigast at vera rættvíst og nøktandi.

 

3. umfar byrjar í morginárini kl. 08 føroyska tíð. Fylgið við live á: http://nuortenpm.shakkiliitto.net/index.php?option=com_content&view=article&id=53:pairings-for-first-round&catid=1:latest-news&Itemid=1

 

 

P1000976_LargeP1000977_LargeP1000980_LargeP1000983_LargeP1000985_LargeP1000988_LargeP1000996_LargeSDC11388_Large

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …