Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Jólakapping hjá Vestmanna Talvfelag

Árliga jólakappingin hjá Vestmanna Talvfelag var hildin leygardagin 17 dec. Umstøðurnar vóru framúr góðar, vóru í gomlu kaffistovuni á ferjuleguni inni á Fjørð.
Kappingin gjørdist óvanliga spennandi, og er nokk mest spennandi jólakapping í Vestmanna í nógv ár. Áðrenn síðsta umfar var støðan í toppinum hendan:
1. Jákup Andreasen     13½ (fríumfar síðsta umfar)
2. Petur Højgaard        13
3. Martin Brekká          12
4. Samson Højgaard    11½

Jólakapping hjá Vestmanna Talvfelag

 

Kappingin var sera jøvn allan vegin, har einir 6 telvarar høvdu møguleika at vinna tá ið komið var í helvt. Síðsta umfar telvaði Petur ímóti arvafíggandanum Kára Durhuus, og vann Petur, ja, so vann hann kappingina, men tað endaði við at Kári vann, og so endaði alt við at Jákup til síðst vann. Martin vann í síðsta umfarið ímóti Samson, men var ov stuttur. 
Eftir kappingina var borðreitt við ræstari súpan og kjøtið, og vóru menn á einum málið um, at hetta var eitt tað besta kjøti menn høvdu etið, sjálvt Martin hevði jólastjørnir í eygunum. 
Rógvi Hansen vann ratingvirðislønina, meðan Samson vann mandulgávuna.
Martin vann á Petur um 2. plássið.
Ein góð kapping var komin at enda, og menn gleða seg til næsta ár. Annars skuldi Torbjørn verða við, men hann settist aftur grunda av at hann skuldi grava kava á Oyggjarvegnum.

Endaliga støðan:

1. Jákup á Rógvu Andreasen            13½
2. Martin Brekká                                   13    (umdyst 2-0 ímóti Petur)
3. Petur Højgaard                                13
4. Samson Højgaard                          11½
5. Jón Mikkelsen                                  10½
6. Kári Durhuus                                   10½
7. Einar Olsen                                      9½
8. Hanus Ingi Hansen                        9
9. Rógvi Hansen                                  9
10. Alfred Olsen                                   6½
11. Sjúrður Olsen                                6½
12. Jóhann Vørmadal                         6½
13. Rói Holgarsson                            5
14. John Jacobsen                             4½
15. Palli Johannesen                         4
16. Jóhan Jákup Vørmadal               2½
17. Fróði Skúvadal                              2

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …