Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Frásøgn frá aðalfundi TSF 2011, 14.10.2011

Aðalfundur TSF’s varð hildin í hølum Havnar Telvingarfelags fríggjakvøldið 14/10-2011.

 

Frásøgn frá aðalfundi TSF 2011, 14.10.2011

Fundurin byrjaði kl. 17.20. Hanus Ingi Hansen bleiv valdur til orðstýrara. Orðstýrarin staðfesti at aðalfundurin var lógliga lýstur, og at fundurin var viðtøkuførur.

 

Fyri nevndina vóru møttir Finnbjørn Vang, formaður, Dávur Jacobsen, nevndarlimur, og Jákup á Rógvu Andreasen, skrivari. Umframt nevndina vóru møtt umboð úr Havnar Telvingarfelag, Klaksvíkar Talvfelag, Vestmanna Talvfelag, Kollafjarðar Talvfelag og Skopun.

 

1. Formansfrágreiðing

Finnbjørn Vang, formaður, greiddi frá virkseminum í undanfarna árið. Aðalfundurin góðkendi formansfrágreiðingini.

 

2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar

Roknskapur bleiv ikki lagdur fram vegna tað at formaðurin ikki hevði tilfarið klárt.

Nevndarformaðurin upplýsti tó, at TSF pr. d.d. netto eigur umleið kr. 40.000 av tøkum og tilgóðahavandi peningi.

Nevndarformaðurin fráboðaði samstundis, at eykaaðalfundur í Talvsamband Føroya verður lýstur at vera leygardag 3. desember 2010. Tá verður grannskoðaður roknskapur lagdur fram til góðkenningar. Eftir ætlan verður fundurin hildin áðrenn FM-snarkappingin byrjar. Eykaaðalfundurin verður lýstur nærri seinni.

 

3. Nevndarval

Finnbjørn Vang, Klæmint Hansen og Jákup á Rógvu Andreasen stóðu fyri vali. Klæmint og Jákup bóru seg undan afturvali. Í teirra stað blivu vald Liljan Jacobsen úr Kollafirði og Elmar R. Fjallheim úr Havn.

 

4. Val av 2 grannskoðarum

Aðalfundurin samtykti at afturvelja verandi grannskoðarar. Teir eru Sigurð B. Justinussen og Jákup Mørk.

 

5. Val av 2 dómsnevndarlimum

Aðalfundurin samtykti at afturvelja verandi dómsnevndarlimir, ið eru Jónfinn Thomsen, Petur Hans Poulsen og John Jacobsen. Á aðalfundum TSF, bæði í 2009 og 2010 hevur uppskot verið frammi um at økja talið av dómsnevndarlimum úr 3 upp í 5. Aðalfundurin 2011 samtykti, at á eykaaðalfundinum, sum er ásettur at vera 3. desember 2011, verður talið av dómsnevndarlimum víðkað úr 3 upp í 5, og at víðkaða nevndin skal vera mannað tá. Tað er ein treyt tey bæði nýggju umboðini skulu vera úr hvør sínum felag, so at 5 ymisk feløg eru umboðað í dómsnevndini.

 

6. Innkomin uppskot

Eitt uppskot var innkomið frá fráfarandi kappingarleiðaranum vegna nevndina, um at revsingin fyri ikki at møta upp til dyst í liðkappingini, skal linkast. Uppskotið var tó ikki liðugt orðað. Aðalfundurin samtýkti at broyta § 9 soleiðis, at allir revsitakstir vera hálveraðir. Tað vil t.d. at lið, ið ikki møtir upp, fær -2 stig, ella -½ stig fyri hvønn telvara.

 

 

7. Limagjald

Aðalfundurin samtykti at varðveita verandi limagjald hjá feløgunum um 20 kr. pr. lim.

Til limagjaldið verður styrkilisting brúktur. Nevndin upplysti, at fleiri feløg skylda limagjald fyri fleiri ár. Nevndin heitti á møtt umboð úr feløgum, um at bera boðini víðari til feløgini.

 

8. Ymiskt

Nevndin legði almannakunngjørdi talvkalendaran 2011/12. Umboð úr Havnar Telvingarfelag spurdi um tað var gjørligt at gera smávegis tillaging viðv. 1. umfari í liðkappingini. Eykaaðalfundurin skal setast inn í kalendaran. Aðalfundurin samtykti talvkalendaran. Áheitanin um at flyta 1. umfar verður latin víðari til kappingarleiðaran.

Spurt var um FM fyri einstaklingar á páskum 2012. Nevndin upplýsti at einki felag enn hevði bjóða seg til.

 

Fundur lokin kl. 19.15.

 

 

Jákup á Rógvu Andreasen

skrivari

Sí eisini

Høgni á FM-kós

Høgni Egilstoft Nielsen vann í dag avgerandi talvið móti bróðrinum Rógva Egilstoft í sætta og næstsíðsta umfari í FM-einstaklingakappingini í talvi á Giljanesi.