Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / FM Ung-einstaklingar í Sandavági
fm ung finala 09 231

FM Ung-einstaklingar í Sandavági

Kappingin um FM-heitið verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:

A – bólkur: Telvarar føddir 1992-94 (17-20 ár)
B – bólkur: Telvarar føddir 1995-96 (15-16 ár)
C – bólkur: Telvarar føddir 1997-98 (13-14 ár)
D – bólkur: Telvarar føddir 1999-00 og (11-12 ár)
E – bólkur: Telvarar føddir 2001 og seinni. (10 ár og yngri)

Kappingin er opin fyri ØLLUM áhugaðum talvungdómi !

Skipað verður fyri 3 kappingum, har tvær tær fyrstu eru úttøkukappingar til endaligu finaluna:

1. kappingin verður í Sandavági sunnudagin 23. oktoberber 2011 (fyriskipari Sandavágs Talvfelag).

Telva verða 8 umfør, har hvør telvari hevur 10. min. í part til hvørt talvið.  Byrjað verður kl. 14 í Talvhølunum hjá ST. Seinasta freist at melda luttøku, er leygarkvøldið 22. noktober 2011 kl. 20.00.

Meldið til á tlf. 277225 rn0712e3@skulin.fo ella  – Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.

Vanligar talvreglur eru galdandi fyri kappingarnar – og hesar kunnu ikki tillagast.

TALVSAMBAND FØROYA

 

Sí eisini

Avgerandi FM-talv í dag

Oddamenninir í FM-kappingini í talvi bresta saman í dag í sætta og næstsíðsta umfari í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Tað stendur á jøvnum millum brøðurnar báðar. Teir hava 4½ stig eftir fimm umfør. Alt bendir á, at annar teirra verður føroyameistari í ár.