Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, hittir Kirsan Ilyumzhinov, forseta í FIDE
Kirsan Ilyumzhinov og Helena Dam á Neystabø

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, hittir Kirsan Ilyumzhinov, forseta í FIDE

Skipað varð fyri fundi millum Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, og FIDE-forsetan, m.a. eftir ynski frá hesum forkunnuga gesti. Á fundinum kunnaði Kirsan Ilyumzhinov um virksemi FIDEs og legði serligan dent á eitt altjóða átak, sum fer av bakkastokki 1. oktober í ár, og sum hevur fingið heitið “Talv inn í skúlan”, sum er eitt átak, hvørs endamál er at gera talv til ein natúrligan part av undirvísingini í fólkaskúlunum kring allan heim. Grundgevingin er, at tað er próvfast, at talv er mennandi fyri læringina og gevur børnum og ungum eitt ríkari frítíðarlív. 
 
Mentamálaráðið hevur frá skúlaársbyrjan 2006 játtað Talvsambandi Føroya fíggjarligan stuðul til løn til talvráðgeva at ráðgeva fólkaskúlunum viðvíkjandi undirvísing í talvi, umframt at skipa fyri ymsum kappingum í Føroyum og luttøku hjá næmingum í norðurlendskum talvleiki. Stuðulin steðgaði tíverri á heysti 2010 vegna vantandi fígging. Men longu tá var avrátt at venda aftur til spurningin um talvráðgevan so skjótt sum møguligt. 
 
Á fundinum við forsetan fyri FIDE var avrátt, at Talvsamband Føroya saman við Mentamálaráðnum fer undir at kanna, hvussu Føroyar kunnu gerast partur av hesum heimsumfatandi átaki. 
 
Kelda: Mentamálaráðið

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …