Heim / Ymiskt / Føroyskar kappingar / Innbjóðing: Steypakapping 2011 og Talvgalla við Gjógv

Innbjóðing: Steypakapping 2011 og Talvgalla við Gjógv

Umframt kappingina er endamáli at draga samanum farna kappingarárið 2010/11 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøðast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.

Skráin:

  • kl. 11.00 – Steypakapping
  • kl. 14.00 (uml.) – steðgur og ábit
  • kl. 14.00 (uml.) – atkvøtt verður um Ársins Telvara og Ársins Stjørnuskot
  • kl. 16.00 (uml.) – Fundur við feløgini. Evaluering av farna kappingarárinum. Møgulig átøk til komandi kappingarár.
  • kl. 19.00 (uml.) – Talv Gallaveitsla. M.a. verður Ársins Telvari, Ársins Stjørnuskot kosin.

Kappingarreglur:

Hvørt lið verður mannað við 6 telvarum. Loyvt er at hava tveir skiftistelvarar á hvørjum liðið. Smærri feløg kunnu leggja saman eftir avtalu við TSF. Feløg kunnu luttaka við fleiri liðum.

Í kappingartalvuni verða liðini skipaði sambært úrslitinum frá Steypakappingini 2010, soleiðis, at fremstu liðini møtast síðst í kappingini. Harafturat verða innanhýsis dystir ímillum lið úr sama felag avgreiddir skjótast til ber í kappingarskipanini.

Kappingin fevnir um 9 umfør, ið verða telvaði við 15 min. umhugsunartíð til hvønn.

Stendur á jøvnum, tá um nr. 1, 2, 3 umræður, er galdandi:

  • Innanhýsis dystur
  • Dupult-umfar: Snartelving (5. min. í part til talvið)
  • 1. borð hjá liðunum: Dupult snartalv og síðani sudden-death, har hvítur hevur 5 min. og svartur 4. min. og har kravið er sigur til hvítan

Virðislønir

Ognarsteyp, ferðasteyp og medajur eru til nr. 1, 2 og 3.

Tilmelding

Tilmelding fer fram á tlf. 22 14 22 (Finnbjørn Vang) ella 21 75 56 (Dávur Jacobsen). Tilmeldingarfreistin er 21. mei 2011. Kostnaðurin er kr. 200 fyri hvønn telvara. Fyri onnur áhugaði er kostnaðurin kr. 250. Feløgini rinda upphæddina til TSF.

Gisting

Góðir hýsingarmøguleikar eru á Gjáargarði til sera sámuligan prís – sí nærri: www.gjaargardur.fo

Takið lógvatak – og haldi fast – um forkunnuga talvtiltakið !

Við talvkvøðu

TALVSAMBAND FØROYA

 

 

 

Sí eisini

kjolur09 1

KTF kvik

 

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Klaksvík, leygardagin 07. mars. Telvað verður í Snjallu Bjallu. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.

 

Kappingin byrjar leygardagin 07. mars, kl. 12.30. Telvað verða 7 umfør.

 

Tilmelding higartil: http://www.chess-results.com/tnr164249.aspx?lan=7