Vangamynd í 3-2 Helgi Dam Ziska

helgi_3

Helgi Dam Ziska hevur júst luttikið í sterkari kapping í Dubai, sum upphiting til Talv-Olympiaduna í Baku. Áðrenn fráferð var Helgi vangamynd í 3-2 sendingini hjá Kringvarpinum.

Les meira »

Talv-OL Baku

talv-logo-7

Ikki færri enn 180 lið verða umboðað á talvolympiaduni í Aserbadsjan í næstum. Á seinastu olympiaduni, sum var í Tromsø í Noregi fyri tveimum árum síðani, vóru liðini í opnu kappingini 172 í alt. Føroyar eru styrkismettar nummar 85 av teimum 180 liðunum. Russland er styrkismett sum nummar eitt. Manningin verður henda: 1. Kramnik 2. Karjakin 3. Grischuk 4. Tomashevsky 5. Nepomniachtschi. Størsti avbjóðarin verður helst USA, sum er styrkismett nummar tvey. Amerikanska liðið hevur hesa manning: 1. Caruana 2. Nakamura 3. So 4. Robson 5. Shankland. Kina, sum vann kappingina seinast, er styrkismett nummar trý. Tey tíggju londini, sum eru styrkismett hægst eru: 1. Russland 2. USA 3. Kina 4. Aserbadsjan 5. Ukraina 6. Frakland 7. Poland 8. Ongland 9. Ungarn 10. Holland. Av norðurlondum er Noreg styrkismett hægst sum nummar 17. Heimsmeistarin Magnus Carlsen situr á fyrsta borði.

Les meira »

Talv-Olympiadan í Baku

csm_Talv_fc5412b365

Føroyameistarin Rógvi Egilstoft Nielsen og altjóða meistarin John Arni Nilssen fara ikki við føroyska landsliðnum á talvolympiadu seinni í summar. Báðir hava fingið forfall. Rógvi er sáttmálabundin fótbóltsspælari, men hevði fingið avtalu um at sleppa at telva í september, men ein leiguavtala, sum EB/Streymur og Skála hava gjørt sínamillum um sandavágsmannin, ber í sær, at føroyameistarin í talvi fer at spæla EFFO-fótbólt heldur enn at kappast í talv-OL.  John Arni Nilssen er júst byrjaður í nýggjum starvi í Danmark, og eigur tí ikki frítíð til góðar.

Les meira »

Nýggj heimasíða

lidkapping2

  Gamla heimasíðan hevur verið undir álopi, og verður ikki tøk aftur. Tó er tilfarið ikki burtur, og arbeitt verður við at fáa tað innaftur og at fáa valmyndir o.a. innaftur.   Webmaster

Les meira »

Føroyski ratinglistin, 04.08.2016

  Nr. Navn Felag Rating Munur 1 IM Helgi D. Ziska HT 2547 7 2 IM John Arni Nilssen KTF 2338 10 3 IM John Rødgaard VT 2336 4 FM Rógvi Egilstoft Nielsen ST 2315 29 5 FM Olaf Berg HT 2312 6 Jóan Hendrik Andreasen HT 2242 -4 7 FM Høgni Egilstoft Nielsen ST 2241 -50 8 FM Flóvin þór Næs HT 2229 9 Rógvi W. Rasmussen TFS 2217 10 FM Martin Poulsen HT 2190 -8 11 Sjúrður Thorsteinsson HT 2177 -17 12 Ólavur Simonsen KTF 2172 1 13 FM Carl Eli N. Samuelsen ST 2171 7 14 Eyðun Nolsøe KTF 2162 -10 15 Heini Danielsen SF 2160 16 Bogi Ziska HT 2150 17 Torkil Nielsen ST 2113 4 18 Hans Kristian Simonsen HT 2090 24 19 Rúnar Berg KTF 2089 -5 20 Finnbjørn Zachariassen Rókur 2064 21 Jens Christian Hansen TT 2058 -5 22 Rani Nolsøe KTF 2037 …

Les meira »

Xtracon chess open – umfar 9

Xtracon chess open - umfar 9

 

9. og næstsíðsta umfar, í talvkappingini Xtracon chess open, bleiv telvað í dag. Føroyingarnir fingu 50%, 2½ av 5 møguligum. 

Les meira »

Xtracon chess open – umfar 8

Xtracon chess open - umfar 8

 

8 talv eru nú telvaði í Xtracon chess open. Føroyingarnir, ið luttaka í kappingini, hava klárað seg væl, undantikið Høgni, sum hevur havt eina minni góða kapping.

Les meira »