Helgi tapti

Í øðrum talvinum í fyrsta umfari í stóru World Cup kappingini í Georgia í dag var føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska við undirlutan móti aserbadsjanska superstórmeistaranum Teimour Radjabov. Fyrra talvið teirra millum í gjár endaði javnt. Radjabov vinnur tí 1½-½ á føroyska mótstøðumanninum, og heldur fram í kappingini. Helgi er útsligin. Tað stóð á jøvnum, tá 20 leikir vórðu spældir í dag. Í 21. leiki var Helgi óneyvur, og eftir tað var eingin náði. Radjabov fekk við einari snildari fintu avgerandi álop, og Helgi legði kongin, tá 32 leikir vóru fluttir.

Les meira »

Helgi aftur í eldin

Nú á middegi verður farið undir seinna talvið í fyrsta umfari í stóru World Cup talvstevnuni í Tbilisi í Georgia. Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska telvaði í gjár óvæntað javnt móti aserbadsjanska superstórmeistaranum Teimour Radjabov, sum er nummar 22 í heiminum. Í seinna sínamillum talvinum teirra millum í dag hevur Helgi hvíta fólkið. Vinnarin fer víðari í kappingini, taparin er úti. Skuldi tað aftur staðið á jøvnum í dag, er kviktalv á skránni í morgin.

Les meira »

Helgi til World Cup

Føroyar eru á fyrsta sinni umboðaðar í stóru World Cup talvstevnuni. Kappingin byrjar í Tbilisi í Georgia 3. september. Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska skal royna seg móti superstórmeistaranum Teimour Radjabov úr Aserbadsjan. Hann er í løtuni nummar 22 í heiminum og hevur styrkitalið 2742. Helgi og Radjabov hava einaferð verið í víggi fyrr. Tað var á talvolympiaduni í Istanbul í 2012. Tað var eitt rimmar talv, sum Radjabov vann.

Les meira »

Helgi ársins norðurlendski telvari

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska er sjálvurannar kosin ársins telvari í norðurlondum í 2017. Hin er norski heimsmeistarin Magnus Carlsen. Teir eru tilnevndir fyri avrikini í 2015 og 2016. 

Les meira »

Høgni Egilstoft Nielsen vunnið sín næsta IM norm

Í stóru altjóða kappingini, Faroes Open, ið varð hildin í Kollafirði og endaði í dag, eydnaðist tað unga telvaranum úr Sandavági at vinna sær sín næsta IM norm. Fyri at gerast altjóða meistari (IM), skal ein vinna sær tríggjar normar.

Les meira »

Helgi í topp 3

Føroyski stórmeistarin hevur nú vunnið seg fram á triðja pláss í altjóða talvkappingini Faroes Open í Kollafirði. Í næstsíðsta umfari týsdagin vann Helgi á danska altjóða meistaranum Martin Haubro. Helgi er ósigraður í kappingini; hevur vunnið trý talv og telvað fimm jøvn.

Les meira »

Spenningur í Kollafirði

Indiska stjørnuskotið Srinath Narayanan er framvegis einsamallur á odda í altjóða talvkappingini Faroes Open í Kollafirði. Men favoritturin, Julio Granda Zuniga, úr Peru, er nú beint í hølunum á honum.

Les meira »

Høgni bjóðar av í oddinum

  20 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen (2323) bjóðar av í oddinum av talvkappingini Faroes Open. Í dag vann hann við svørtum móti Sjúrði Thorsteinssyni (2191). Við sigrinum hevur Høgni nú 4½ stig av 6 møguligum saman við tveimum øðrum telvarum, og har er bert ein, sum er framman fyri á stigatalvuni. Tað er indiski IM Srinath Narayanan (2505), sum aftur vann í dag ímóti GM Allan Stig Rasmussen (2540).

Les meira »