Mini-EM í talvi í Føroyum

GM Helgi Dam Ziska, Luksemburg 2016 – Vinnari av Small Nations fyri einstaklingar, saman við Finnbjørn Vang, varaforseta í ECU (European Chess Union). Leygardagin byrjar kapping í Klaksvík millum fremstu telvarar úr smátjóðum í Evropa. Small Nations kappingin fyri einstaklingar í talvi verður á fyrsta sinni hildin í Føroyum. Evropeisku smátjóðirnar, sum regluliga kappast sínamillum í talvi, bæði fyri lið og einstaklingar, eru Luksemburg, Kýpros, Malta, Andorra, Liktinstein, San Marino, Jersey, Guernsey og Føroyar.

Les meira »

Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 15. apríl

ung2

Talvkapping fyri børn og ung verður í Klaksvík sunnudagin 15. apríl kl. 14. Telvað verður í frítíðarskúlanum Snjallabjalla í Klaksvík. Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina. Telvað verður í 5 aldursbólkum:

Les meira »

GP finalan verður í Gula skúla leygardagin 7. apríl kl. 11.00

Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teim sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið higartil. Í finaluumfarinum verður tískil ikki bert telvað um endaligar plaseringar í samlaðu kappingini. Telvað verða 7 umfør, har umhugsunartíðin er 10. min. + 5 sek. í part til talvið. 

Les meira »

Havnar Telvingarfelag gjørdi bart

So eru seinastu leikirnir fluttir í ársins FM-kapping í talvi fyri einstaklingar 2018. Sjeynda og seinasta umfar var avgreitt á Finsen í Havn í dag. Altjóða dómarin Arild Rimestad, sum hevur búð í Danmark í nógv ár, men fekk sín talvuppvøkstur í Havnar Telvingarfelag í 80-unum, og í dag reikar víða um heim sum altjóða talvdómari, hevur stjórnað FM-kappingini við tryggari hond.

Les meira »

Helgi føroyameistari

Fyri løtu síðani gjørdist greitt, at Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag hevur endurvunnið FM-heitið í talvi 2018.

Les meira »

Helgi vann

Høvdingar hittast! Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft Nielsen í avgerandi toppdysti í dag. Stórmeistarin og føroyameistarin Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag vann í dag toppdystin móti Rógva Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag, og tók eitt týðandi stig í strembanini at endurvinna FM-heitið fyri einstaklingar.

Les meira »

Helgi og Rógvi á odda

Kappingin um føroyameistaraheitið í talvi stendur millum Helga Dam Ziska og Rógva Egilstoft Nielsen. Teir eru javnir í oddanum í Landsliðsbólkinum – eitt stig undan teimum næstu í røðini. Báðir vunnu í dag. Helgi syfti Rana Nolsøe sum ein vøtt, og Rógvi vann eisini ógvuliga sannførandi á Ólavi Simonsen, sum ikki fótaði sær eftir minni gott byrjanarspæl við hvíta fólkinum. Rógvi dugdi væl at vinna sær initivativið og hava mótstøðumannin undir støðugum trýsti eftir einari av høvuðslinjunum.

Les meira »

Spenningur um FM

Rógvi Egilstoft Nielsen bjóðar nú stórmeistaranum Helga Dam Ziska av í FM-orrustuni í talvi. Annan dagin á rað mátti stórfavoritturin sættast við remis. Í gjár fekk Sjúrður Thorsteinsson remis móti Helga, og í dag eydnaðist Hans Kristiani Simonsen – sum hevur 400 ratingstig færri enn Helgi – eisini at fáa javnt. 

Les meira »

Nógv remis

Støðan broyttist einki í oddanum í Landsliðsbólkinum eftir triðja umfar í FM-kappingini í talvi í dag. Á trimum av fýra borðum endaði tað javnt.

Les meira »