Innbjóðing: Samskip Open 2024

Kongshavnar Talvfelag bjóðar til GP 9, Samskip Open, vikuskiftið 1.-3. mars 2024, og aftur í ár eru góðir vinningar at vinna.   Stað: Í Skúlanum við Løkin   Telvað verður soleiðis: Kappingin byrjar fríggjadagin,  1. mars kl. 19.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik). Leygardag verða 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00. Sunnudag verða 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

Les meira »

Óvæntað úrslit

FM-spenningurin fánaði Nú skal vilja illa til hjá havnarmonnum, vinna teir ikki FM-heitið í talvi um tvær vikur. At hvørki havnarmenn ella sandavágsmenn fóru at vinna sínar dystir í dag, mundi fáur væntað. Klaksvíkingar spiltu báðum spælið.

Les meira »

Úrslit & myndir: BGP7 í Kollafirði

Kvik-talvkapping var fyri børn í Kollafjarða skúla í gjár, 25. februar. Hettar var 7. av 10 Barna Grand Prix kappingum, sum TSF í samstarvi við talvfeløgini kring landið skipa fyri. 28 børn tóku lut hesuferð í tveimum aldursbólkum. 4. fl. og yngri og 5. fl. og eldri. Kappingin vardi 6 umfør.

Les meira »

Endaspurturin byrjar

Í morgin sunnudagin verður farið undir dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í landskappingini í talvi fyri feløg. Tvey stig eru á muni millum oddaliðini Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag, sum hittast í síðsta umfari um tvær vikur. Í morgin fæst so greiði á, hvørjar fyritreytirnar fyri avgerandi innanhýsis dystin í síðsta umfari verða - verður núverandi munurin standandi óbroyttur, økist hann ella styttist hann?

Les meira »

Innbjóðing til TT-Kvik 2024

7. GP-kapping í hesum kappingarári verður telvað í talvhølunum hjá Tofta Talvfelag komandi leygardag, 24. februar. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Les meira »

Innbjóðing: BGP7 í Kollafirði

Komandi leygardag, 24. februar, verður kviktalvkapping fyri børn í Kollafjarðar Skúla. Talan er um 7. kapping út av 10, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Kollafirði byrjar kl. 10:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek.

Les meira »

Luitjen næstbestur í NM

18 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag var næstfremstur í sterkasta bólkinum í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar, sum endaði í dag.   Hin føroyski telvarin í A-bólkinum, Jón í Horni Nielsen, úr Sandavágs Talvfelag, stóð seg eisini væl, og rakk einum fjórða plássi.

Les meira »

NM dagur 3

Í A bólkinum var einki at seta fingurin á í dag. Jón telvaði væl og fekk veruliga gongd á taktisku kombinatiónirnar og vann bæði talvini í dag ímóti sterkari mótstøðu. Luitjen hevði medalju kjansir tá dagurin byrjaði og hesum fór hann eftir við heilum huga. Luitjen vann bæði talvini í dag og tryggjaði sær annaðplássi. Luitjen endar nr. 2 við 4,5 stigum og Jón nr. 4 við 3,5.

Les meira »

Úrslit & myndir: BGP6 í Gøtu

6. Barna Grand Prix kapping út av 10 varð telvað í Víkingahúsinum í Gøtu t. 10. februar. Telvað vóru 6 umfør í tveimum aldursbólkum: 4 flokkur og yngri og 5 flokkur og eldri. 10 minuttir + 5 sekund høvdu børnini á klokkuni.

Les meira »

NM dagur 2

Telvarnir settust væl hýrdir við borðini kl.9 í morgun. Í A bólkinum helt Luitjen fram har hann slepti í gjár, og vann í 3.umfari. Jón pressaði mótstøðumannin, men kongastøðan var í so opin og talvið endaði remis, tí Jón slapp ikki undan skákunum.

Les meira »