Innbjóðing til steypakapping 2023

Steypakappingin verður telvað leygardagin 22. apríl á Eiði. Umframt kappingina er endamálið at draga samanum farna kappingarárið 2022/23 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman.

Les meira »

Helgi í stórum stíli

Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, er aftur føroyameistari í talvi.    32 ára gamli havnarmaðurin staðfesti sína støðu sum besti telvari í Føroyum við ógvuliga sannførandi avriki og úrsliti í FM-einstaklingakappingini, sum endaði í Finsen í dag.   Helgi var ósigraður í Landsliðsbólkinum og vann øll talvini uttan eitt, sum endaði remis.     At spenningurin kortini helt sær til seinasta umfar, hevur 25 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági heiðurin fyri. Hann gav stórmeistaranum so skarpan gang, at Helgi mátti kýta seg av øllum alvi fyri at vera eitt hálvt stig fremri, nú teir komu á mál.

Les meira »

Helgi er føroyameistari

Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag er aftur føroyameistari í talvi fyri einstaklingar.   Tað gjørdist greitt fyri løtu síðani, tá ið Helgi vann á Eyðuni Nolsøe úr Klaksvíkar Talvfelag í sjeynda og seinasta umfari í FM-kappingini. Helgi vann hetta seinasta talvið í stórum stíli.

Les meira »

Spenningur til síðsta leik

Støðan broyttist ikki í FM-stríðnum í talvi eftir sætta og næstsíðsta umfar skírisdag.    Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu aftur í dag. Helgi er tí framvegis eitt hálvt stig fremri, men avgerðin um hvør av teimum verður føroyameistari fellur tí ikki fyrr enn á síðsta leikdegi í morgin langa fríggjadag.

Les meira »

Helgi ella Høgni

Nú er eingin ivivl ongur. Annar av okkara sterkastu telvarum verður føroyameistari 2023. Helgi Dam Ziska ella Høgni Egilstoft Nielsen. Tað gjørdit greitt eftir fimta umfar mikukvøldið. Báðir vunnu. Helgi hevði eitt sera avgerandi talv móti Rógva Egilstoft. Men í dag sást munurin á teimum. Helgi fekk við svarta fólkinum talvið upp á sínar premissur. Og telvaði rætt og slætt mótstøðumannin niður við instruktivari posisjónstelving.

Les meira »

Óbroytt í oddanum

Toppdysturin í fjórða umfari týsdagin millum teir báðar sterkastu telvararnar í Føroyum gjørdist eitt vónbrot. Talvið millum Helga Dam Ziska og Høgna Egilstoft Nielsen endaði javnt eftir einans tólv leikir. Stórmeistarin, sum hevði hvíta fólkið, bjóðaði remis, og Høgni tók av.   Virðingin hvør fyri øðrum tykist so stór, at hvørgin hevði sett sær fyri at vinna, tá talvið byrjaði. Við javnleikinum varðveitir Helgi tepru leiðsluna í kappingini. Men endar talvið millum Helga og Rógva Egilstoft í morgin eisini javnt, sum dystirnir teirra millum aloftast gera, og Høgni í sínum lagi vinnur, tá hevur stórmeistarin sett seg undir størri trýst, enn hann var undan talvinum í dag. Tí ivaðist Høgni kanska ikki í at taka av, tá Helgi beyð remis.

Les meira »

Helgi á odda

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er nú einsamallur á odda í FM-kappingini í talvi við fullum stigatali eftir trý umfør.   Helgi vann í kvøld við svarta fólkinum á Olaf Berg við sama eyðkenda, trygga spæli, sum hann hevur havt í øllum sínum talvum higartil í kappingini. 

Les meira »

Helgi og Høgni á odda

Báðir okkara fremstu telvarar, Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen, sum hava vunnið FM-heitið seinastu seks árini, eru einsamallir á odda við fullum stigatali eftir fyrstu tvey umførini í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar. Teir eru eitt heilt stig undan hinum næstu.

Les meira »

Fundarfrásøgn frá aðalfundinum 25. mars

Aðalfundur 25.03.2023 í Skúlanum við Løkin, Runavík Til staðar: Ingi Wiberg, Gunnleif Rasmussen, Herborg Hansen, Katrin D. Apol, Brandur Ellingsgaard, Rógvi Egilstoft, Olaf Berg, Margar Berg, Eivind Jacobsen, Jónas Sólsker, Rógvi H. Olsen, Willemoes Olsen, Petur Páll Mikkelsen, Finnbjørn Vang, Henrik W. Joensen

Les meira »

Stóri FM-kongurin

Í hesum døgum verður kappast um árliga føroyameistaraheitið í talvi. FM-einstaklingakappingin hevur verið á hvørjum ári síðani 1972 kring páskirnar, men søgan er longri enn so. Fyrstu FM-kappingarnar vóru longu fyri seinna heimsbardaga. Tá var bara eitt veruligt talvfelag í landinum og einki Talvsamband. FM-kappingar frá 1938 til 1956 vórðu tí í høvuðsheitum ein kapping millum havnarmenn um hvør av teimum var bestur.   Avbygdamonnum stóð kortini frítt at vera við, tí her var talan um almenna FM-kapping. Og nakrir bitu á. 

Les meira »