Føroyar í EM í talvi

Í dag byrjar evropameistarakappingin fyri landslið í talvi. Fjøruti lið kappast suðuri á Kreta. Níggju umfør eru, kappingin endar 6. november. Byrjað verður klokkan eitt í dag. Føroyar telva í fyrsta umfari móti Spania. Føroyska liðið er styrkismett nummar 35 av teimum fjøruti liðunum. Spania er styrkismett nummar fimtan. Sterkir stórmeistarar manna spanska liðið; miðalstyrkitalið er omanfyri 2600. Føroysku telvararnir standa tí til at tapa øll talvini, men teir ætla kortini at geva spaniólum ein skarpan gang.

Les meira »

Favorittsigrar

Havnin og Sandavágur fingu bestu byrjanina í landskappingini í talvi. Dystirnir í fyrsta umfari vóru í dag.

Les meira »

Høgni E. Nielsen vann GP1

Fyrsta Grand Prix kappingin varð hildin í Klaksvík fríggjakvøldið. Hetta var ein snarkapping (3 min + 2 sek), og suverenur vinnari gjørdist Høgni E. Nielsen við fullum stigatali, 2 stig frammanfyri nr. 2.

Les meira »

Runavík Open 2017

Aftur í ár verður altjóða kappingin, Runavík Open, hildin í Runavík. Telvað verður frá 20. november til 26. november. Fleiri upplýsingar, tilmelding o.a. er at finna á síðuni http://runavikopen.com

Les meira »