Helgi nummar fimm í Faroes Open

Altjóða talvkappingin Faroes Open endaði á Giljanesi á vestanstevnu í gjár. Sjey stórmeistarar og fimm altjóða meistarar hava verið millum teir 36 telvararnar í kappingin – útlendskir og føroyskir hvørt um annað. Fleiri av fremstu føroysku telvarunum vóru við, t.d. allir fimm, sum mannaðu okkara landslið í EM-kappingini á Kreta í fjør heyst.

Les meira »

Seinasta umfar á Giljanesi

Longu klokkan 10 í morgun leygardagin setast telvarar aftur við borðini til seinasta umfar í altjóða talvkappingini Faroes Open í Vágum. 

Les meira »

Sterk talvkapping á Giljanesi

Í dag verður farið undir áttanda og næstsíðsta umfar í sterku talvkappingini Faroes Open í Vágum. Hetta er triðja almenna kappingin av sínum slagi, sum talvfeløgini í Kollafirði og Sandavági skipa fyri. Undanfarnu árini hevur verið telvað í Kollafirði. 36 telvarar eru við í ár. Her er alt frá telvarum næstan í heimsflokki niður í nýbyrjarar í einum potti.  

Les meira »

Snarkapping

Í samband við altjóða talvkappingina Faroes open, verður skipað fyri snarkapping hóskvøldið 12.07.2017 kl. 19.30 í skúlanum á Giljanesi. Kappingin er fyri øll, bæði roynd og minni roynd.

Les meira »

So er klárt til Faroes Open 2018

Annað árið á rað verður kappingin Faroes Open telvað. Í ár verður hon telvað í Sandavági í sambandi við 50 ára føðingardagin hjá Sandavágs Talvfelag, og tað er skúlin á Giljanesi, sum verður karmur um stóru kappingini.

Les meira »

Havnin steypavinnarar 2018

Havnar Telvingarfelag gjørdist vinnari av steypakappingini 2018. Í frálíkum kørmum Úti á Gjógv í Sandavági, varð steypakappingin í talvi fyriskipað. 8 lið vóru við í kappingini, harav Sandavágs Talvfelag veruliga spílaði seg út, og luttók vid 3 liðum! Kappingin bleiv skipað soleiðis, at øll liðini telvaðu móti hvørjum øðrum einaferð. Sterkasta liðið á pappírinum var Sandavágs Talvfelag 1, har Nielsen beiggjarnir mannaðu fremstu borðini. Næstir vóru havnamenn, sum høvdu GM Helga Dam Ziska á 1. borði. 

Les meira »

OL-talvlandsliðið sett

Nú er greitt, hvussu føroyska talvlandsliðið verður mannað á olympiaduni í heyst. Liðið skal kunngerast á samkomu í Sandavági í kvøld, har ið hin árliga steypakappingin millum lið hevur verið í dag. Hin 43. talvolympiadan verður í Batumi í Georgia í døgunum frá 23. september til 6. oktober í ár.

Les meira »

Helgi í topp 100

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur nú vunnið seg fram millum hundrað teir sterkastu í heiminum í kviktalvi. Á nýdagførda styrkilistanum hjá FIDE, altjóða talvsamgonguni, stendur Helgi nummar 90 í heiminum við styrkitalinum 2664.

Les meira »

Helgi ósigraður

Helgi endurvann meistaraheitið fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa í stórum stíli. Endaliga úrslitið var, at Helgi fekk 8½ stig av níggju í Small Nations kappingini í Klaksvík.

Les meira »