Føroyska talvlandsliðið tapti í dag 3-1 fyri Spania í fyrsta dystinum í evropameistarakappingini fyri landslið á Kreta. Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen telvaðu javnt á ávikavist 1.- og 2. borði, men á 3.- og 4. borði taptu Rógvi Egilstoft Nielsen og John Rødgård.
Les meira »Janus Skaale í sterkari ungdómskapping í Svøríki
Í hesum døgum, 27. oktober – 1. november, luttekur Janus Skaale í kappingini Uppsala Young Champions 2017, ið verður telvað í Svøríki.
Les meira »Føroyar í EM í talvi
Í dag byrjar evropameistarakappingin fyri landslið í talvi. Fjøruti lið kappast suðuri á Kreta. Níggju umfør eru, kappingin endar 6. november. Byrjað verður klokkan eitt í dag. Føroyar telva í fyrsta umfari móti Spania. Føroyska liðið er styrkismett nummar 35 av teimum fjøruti liðunum. Spania er styrkismett nummar fimtan. Sterkir stórmeistarar manna spanska liðið; miðalstyrkitalið er omanfyri 2600. Føroysku telvararnir standa tí til at tapa øll talvini, men teir ætla kortini at geva spaniólum ein skarpan gang.
Les meira »Talvkapping fyri børn og ung, sunnudagin 29. oktobur
Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 29. oktobur kl. 14, í Gula skúla (Tórshavn). Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina.
Les meira »Favorittsigrar
Havnin og Sandavágur fingu bestu byrjanina í landskappingini í talvi. Dystirnir í fyrsta umfari vóru í dag.
Les meira »Landskappingin í talvi byrjar
22 lið úr níggju feløgum eru við í liðkappingini í talvi, sum fer av bakkastokki í dag. Seks lið eru í 1.- og 2. deild, og 10 í 3. deild.
Les meira »Høgni E. Nielsen vann GP1
Fyrsta Grand Prix kappingin varð hildin í Klaksvík fríggjakvøldið. Hetta var ein snarkapping (3 min + 2 sek), og suverenur vinnari gjørdist Høgni E. Nielsen við fullum stigatali, 2 stig frammanfyri nr. 2.
Les meira »Talvkalendarin 2017-18 (dagførdur)
Her er talvkalendarin fyri 2017-18
Les meira »Tilmelding til liðkappingina 2017/2018
Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2017/2018.
Les meira »Uppskot til talvkalendarin 2017-18
Uppskot til talvkalendarin 2017-18
Les meira »