Felagsumfar í liðkappingini

Leygardagin 6. januar verður 5. umfar telvað í liðkappingini. Allir dystir verða telvaðir í Miðnámsskúlanum í Vestmanna. Byrjað verður at telva kl. 11.00.

Les meira »

Havnin á odda

Útsetti dysturin í 4. umfari í 1. deild millum Klaksvík og Havnina var telvaður í gjárkvøldið. Havnarmenn vunnu stórsigur, og endurvunnu leiðsluna í deildini. A-liðini hjá Havnini og Sandavági hava longu lagt seg lagt undan hinum. Havnarmenn eru nú eitt stig fremri. Innanhýsis dystirnir teirra millum verða eftir øllum at døma sera avgerandi, tí higartil hava oddaliðini gjørt bart í hvørjum dysti.

Les meira »

Fráboðan frá Norðurlendska Talvsambandinum

In the Nordic countries a persons legal gender is decided according to each country’s national law. In chess tournaments, which groups one is allowed to participate in, should be decided by a persons legal gender.   Accordingly any woman is, of course, welcome to play in all tournaments and competitions open for girls and women, in the Nordic countries.  The same shal apply for all international competitions.

Les meira »

Aftur útsett

Tað gongur seint at fáa avgreitt útsettu dystirnar í í 1. deild í landskappingini í talvi.    Dysturin í 4. umfari millum Havnina og Klaksvík stendur enn í hálvum gekki. Hann varð upprunaliga útsettur frá 12. november til 7. desember, tí føroyska talvlandsliðið kappaðist uttanlands, men er nú útsettur á øðrum sinni. Hesaferð er orsøkin mannfall á báðum síðum vegna influensu og aðrar umfarssjúkur, sum hava jóladagar í hesum tíðum. 

Les meira »

Sandavágur á odda

Føroyameistarnir í Sandavágs Talvfelag vóru eirindaleysir í útsetta dystinum sunnudagin móti Klaksvík 2. Vágamenn vunnu á øllum borðum. 4-0-sigurin setur Havnar Telvingarfelag undir trýst fyri hin triðja og síðsta av útsettu dystunum í 1. deild hóskvøldið.

Les meira »

Úrslit: Hesi umboða Føroyar til NM 2024

NM úttøku-finalan var telvað í Giljanes Skúla í Sandavági í vikuskiftinum. Telvað var í 5 ymiskum aldursbólkum við upp til 8 luttakarum í hvørjum. 2 tey bestu í hvørjum bólki koma at umboða Føroyar til NM fyri ung 2024, sum verður í Finlandi í mars mánaði.

Les meira »

Innbjóðing: Jólatalv í Finsen

Sunnudagin 10. desember kl. 13:30 verður jólatalvkapping í hølum Havnar Telvingarfelags, Finsen í Havn. Talan er um eina festliga liðkapping við góðum jólastemningi. 2 telva á hvørjum liði – eitt barn og ein vaksin, t.d barn við foreldri, ommu ella abba.

Les meira »

Havnin aftur á odda

Havnar Telvingarfelag vann hóskvøldið útsetta dystin í 1. deild, og er nú aftur á odda í fremstu deildini. 

Les meira »

Vágamenn fremstir

Fýra av tíggju umførum í landskappingini í talvi skulu avgreiðast fyri ársskiftið. Í flestu deildunum eru allir dystir í fyrstu fýra umførunum avgreiddir, men nakrir dystir í 1. deild eru útsettir.  Av tí at landsliðið herfyri hevur verið við í bæði smálandakappingini á Jersey og síðani í EM-stevnuni í Montenegro, hava dystir í ávikavist 3.-, og 4. umfari í 1. deild verið annaðhvørt framskundaðir ella útsettir.   Men nú skulu hesir útsettu dystirnar telvast. Tann fyrsti verður nú hóskvøldið 30. november. Tá møtast Havnin 1 og Sandavágur 2 á Finsen í Havn.  1. lið hjá Havnini hevur tveir dystir útistandandi, meðan FM-vinnararnir hjá Sandavági hava ein dyst útsettan.

Les meira »

Innbjóðing: NM úttøku-finalan

Í vikuskiftinum verða NM úttøku-finalurnar í ymsu aldursbólkunum telvaðar í Sandavági. Leygardagin telvar A bólkurin í hølum Sandavágs, og sunnudagin telva B, C, D og E bólkarnir í Giljanes skúla. Báðar dagarnar verður byrjað kl. 13.

Les meira »