Íslandsdysturin

Føroyar vunnu um vikuskiftið talvlandsdystin móti Íslandi í Akureyri. Úrslitið var 11½ – 8½ til Føroyar. Íslendingar høvdu í miðal væl hægri styrkitøl enn føroyingar, tó at eingir telvarar úr Reykjavík vóru við. Føroyar vunnu fyrra umfarið 6½-3½, annað umfarið endaði javnt 5-5. Telvað var á tíggju borðum yvir tveir dagar. Bestur á føroyska liðnum var Olaf Berg á øðrum borði. Sum tann einasti vann hann báðar dagarnar. Á føroyska liðnum vóru hesir: 1. John Rødgård 2. Olaf Berg 3. Eyðun Nolsøe 4. Sjúrður Thorsteinsson 5. Rani Nolsøe 6. Herluf Hansen 7. John Jacobsen 8. Luitjen Apol 9. Hjalti Petersen 10. Gutti Petersen.   Føroyar hava vunnið seinastu fýra dystirnar móti íslendska provinslandsliðnum. Fasta samvinnan við Ísland um talvlandsdystir byrjaði fyri 40 árum síðani.    Íslendsk frágreiðing v/ myndum: http://skak.blog.is/blog/skak/entry/1931803/

Les meira »

Talv er einfalt!

Hósdagin 21 mei kl. 15.30 verður bjóðað til skeið/ fyrilestur við Carl Fredrik Johanson í skúlanum við Løgmannabreyt. - varir uml. 3 tímar.

Les meira »

Føroyski ratinglistin, 14.04.2015

Nr. Navn Felag Rating Munur 1 IM Helgi D. Ziska HT 2517 2 IM John Rødgaard VT 2327 3 Olaf Berg HT 2294 4 Høgni Egilstoft Nielsen ST 2291 -20 5 Rógvi Egilstoft Nielsen ST 2276 0 6 IM John Arni Nilssen KTF 2253 7 Jóan Hendrik Andreasen HT 2246 8 FM Flóvin þór Næs HT 2229 9 Martin Poulsen HT 2218 0 10 Rógvi W. Rasmussen TFS 2217 11 Sjúrður Thorsteinsson HT 2177 12 Eyðun Nolsøe KTF 2177 13 13 Ólavur Simonsen KTF 2164 -10 14 Heini Danielsen SF 2160 15 FM Carl Eli N. Samuelsen ST 2158 16 Bogi Ziska HT 2150 17 Rúnar Berg KTF 2105 18 Hans Kristian Simonsen Rókur 2102 36 19 Torkil Nielsen ST 2091 20 Finnbjørn Zachariassen Rókur 2064 21 Jens Christian Hansen TT 2063 22 Steintór Rasmussen KTF 2059 23 Torbjørn Thomsen Rókur 2045 24 Finnbjørn Vang KTF 2045 1 25 Wille …

Les meira »

Steypakappingin 2015- innbjóðing.

Talvsamband Føroya  skipar aftur í 2015 - fyri Steypakapping í talvi fyri lið, leygardagin, tann 02. mei 2015. Tiltakið verður í Gjáargarði við Gjógv. Karmar og umstøður sum vísa seg at vera heilt framúr.

Les meira »