Heðin ynskti stórmeistaranum tillukku.

Tað var ein stórhending í føroyskari ítróttarsøgu, tá ið havnarmaðurin, Helgi Dam Ziska, sum fyrsti føroyingur nakrantíð vann sær heiti stórmeistari í talvi. Hetta hendi, tá ið Helgi vann á Jose Daniel Gemy úr Bolivia á talvolympiaduni í Baku. Í dag var stórmeistarin boðin til samkomu í Móttøkuhúsinum í sambandi við flotta avrikið herfyri. Helgi Dam Ziska telist nú millum bestu telvarar í heiminum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, ynskti telvaranum hjartaliga til lukku við nýggja heitinum stórmeistari. Stórmeistarin er vaksin upp í Havnar Telvingarfelag, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, duldi ikki fyri, at Helgi Dam Ziska er ein góð fyrimynd hjá telvarum í øllum aldri – bæði í Havn og kring landið. Á myndini: Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandi Føroya, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Helgi Dam Ziska, stórmeistari, og Rubek Lilaa, umboð Havnar Telvingarfelag. Kelda: www.vp.fo og torshavn.fo

Les meira »

GP 1 í Klaksvík

Fyrst GP-kappingin verður í Klaksvík leygardagin 15. oktobur kl. 13.00. Kappingarskipan: Snartalv 3 min + 2 sek/leik, 9 umfør, swiss. Møguliga round-robin um luttøkan er lág. Tilmelding: Sms/mail við navn og rating til 751422 ella finnbjorn@faroechess.com í seinasta lagi fríggjadagin 14. oktobur kl. 18.00. Tað verður ikki tikið móti tilmeldingum eftir freistina!

Les meira »

Røða til Helga Dam Ziska frá Talvsambandinum.

  Góði Helgi, Sum forseti í Talvsambandi Føroya, er tað mær ein stórur heiður og gleði, at kunna vera við at heiðra teg ídag. Líka síðani Talvsamband Føroya varð stovnað 1970, og skipað telving varð sett á stovn, hevur dreymurin um ein føroyskan stórmeistara verið nærliggjandi. Men 46 ár skuldi ganga, áðrenn dreymurin bleiv veruleiki. Nógvir eru varðarnir á leiðini, og eina serstøka tøkk vil eg veita teimum ið undan gingu. Tað er einki at ivast í, at stovnararnir av TSF sum framvegis eru millum okkara, eru ernir og fegnir tína vegna hesar dagar, og vit senda teimum ið farnir eru, ein hjartaligan tanka.

Les meira »

OL-liðið: Samandráttur

  Opmærksomheden fra de to sidste runder ved OL blev glædeligvis overskygget af, at Helgi blev stormester. Men lad mig dog lige runde turneringen af alligevel.

Les meira »

OL 2016: Vónbrot til endan

Eftir gleðiliga dagin í gjár, tá Føroyar fingu fyrsta stórmeistaran í talvi, vónaðu øll, at føroyska landsliðið fór at seta eitt glæsiligt punktum fyri talvolympiaduna í Baku. Men mongum brestur ætlan. Vit fingu óvæntaða harða mótstøðu í seinasta umfari. Vit møttu Svøríki, sum var styrkismett nummar 38. Teir møttu til dystin í morgun við trimum stórmeistarum og einum altjóða meistara.  Helgi Dam Ziska var ikki við á føroyska liðnum í dag. Eitt sindur snópisligt, tí dysturin í seinasta umfari er altavgerandi fyri endaliga úrslitið í kappingini. Sum vera man viknaði føroyska liðið nógv í hansara fráveru. Tað líktist frá byrjan einum 4-0 tapi, og soleiðis kom eisini at vera. Avleiðingin var tann, at vit duttu frá 81. plássi aftur til nummar 101. So aftarlaga hava vit ikki verið í allari kappingini – eitt skifti vóru vit nummar 47 – men eftir stendur, at vit gjørdust nummar 101 av 180 londum. Men endaliga …

Les meira »

OL 2016: Okkara 12. september

Dagurin í dag gjørdist søguligur í føroyskari telving. Í dag fingu Føroyar sín fyrsta stórmeistara. Tað gjørdist greitt, tá ið tað eydnaðist 26 ára gamla Helga Dam Ziska at vinna talvið á 1. borði móti altjóða meistara í dystinum móti Bolivia í tíggjunda og næstsíðsta umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Sigurin ber í sær, at Helgi nú hevur tryggjað sær stórmeistaraheitið sum fyrsti føroyingur nakrantíð. Frammanundan høvdu Føroyar tríggjar altjóða meistarar; hinir eru John Rødgård og John Arni Nilssen.

Les meira »