Reykjavik Open: Helgi er favorittur

Nú klokkan níggju íslendska tíð (tíggju føroyska tíð) varð farið undir annað umfar í Reykjavík Open 2017 í talvi. Føroya fremsti telvari, stórmeistarin Helgi Dam Ziska, vann í gjárkvøldið í fyrsta umfari á Alberto Prieto úr USA. Styrkistalið hjá honum er 1999. Í dag er mótstøðumaðurin hjá Helga Dam Ziska, sum hevur hvíta fólkið, úr Írlandi. Hann eitur Alex Byrne, og styrkistalið hjá honum er 1976.

Les meira »

Reykjavik Open: Tólv føroyingar telva í Reykjavík

Mánadagin fóru tólv føroyskir telvarar til Íslands at luttaka í Reykjavik Open 2017. Fyrsta umfar var í dag. Tann einasti, sum luttók í landsliðsbólkinum í FM fyri einstaklingar, og sum er við í Reykjavík, er føroyski stórmeistarin og FM vinnarin 2017, Helgi Dam Ziska.

Les meira »

Innbjóðing til steypakapping 29. apríl

Umframt kappingina er endamáli at draga samanum farna kappingarárið 2016/17 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.

Les meira »

Helgi Dam Ziska føroyameistari

Stórmeistarin er aftur føroyameistari Helgi Dam Ziska hevur ikki verið við í árligu FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar síðani 2011, men í ár lá fyri, og hann kom, sá og sigraði. Fyrr var illani, freistast tú at siga.

Les meira »

Umdystur í unglingum – LIVE beint nú

Ragnar Weihe og Jón í Horni Nielsen telva beint nú umdyst um Føroyameistaraheitið í unglingum. Telvað verða 2 talv við tíðini 25 min + 10 sek/leik. Dagføring: Fyrra talvið endaði við javnleiki. Fylgjast kann við beinleiðis á http://live.faroechess.com

Les meira »

FM 2017 – Endaumfari í talvi

Í skrivandi stund verður endaumfarið í talvi telva í Løkshøll í Runavík. Byrjað varð kl. 11 og liðugt verður einaferð út á seinnapartin. Her eru nakrar myndir frá talvunum, ið eru í gongd júst nú.    

Les meira »