Dagur 2: NM fyri gentur í svøríki

Í dag vóru 2. og 3. umfar telvað í NM fyri gentur 2023. Í 2. umfari møtti Natasja Mørkøre finsku Mehr Bhaumik (1208 í ratingstigum). Natasja kom væl frá byrjanini, og telvaði trygt og væl líka inntil 18. leik. Tá yvirsá hon hvussu

Les meira »

NM fyri gentur er í Svøríki

Føroyar eru fyri fyrstu ferð í mong ár umboðaðar til Norðurlandameistaraskapið fyri gentur í talvi, sum hesar dagarnar verður telvað í Helsingborg í Svøríki. Føroysku luttakararnir eru Natasja Mørkøre og Lisa J. Xin. Tær telva við í yngsta bólkinum (C), sum er U13.

Les meira »

Havnar Telvingarfelag 100

Havnar Telvingarfelag fyllir í dag 100 ár. Tað var stovnað 18. apríl 1923, og var í nógv ár einasta virkna talvfelag í landinum. Tað vóru frægir menn, sum settu skorður undir felagið í síni tíð. Av teimum fimm, sum kallaðu saman til stovnandi aðalfund og mannaðu fyrstu nevndina, eru tríggir, sum hava virkað sum borgarstjórar í Havn: Jóhs. O. Joensen, M.A. Jacobsen og J.P. Henriksen.

Les meira »

Innbjóðing til steypakapping 2023

Steypakappingin verður telvað leygardagin 22. apríl á Eiði. Umframt kappingina er endamálið at draga samanum farna kappingarárið 2022/23 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman.

Les meira »

Helgi í stórum stíli

Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, er aftur føroyameistari í talvi.    32 ára gamli havnarmaðurin staðfesti sína støðu sum besti telvari í Føroyum við ógvuliga sannførandi avriki og úrsliti í FM-einstaklingakappingini, sum endaði í Finsen í dag.   Helgi var ósigraður í Landsliðsbólkinum og vann øll talvini uttan eitt, sum endaði remis.     At spenningurin kortini helt sær til seinasta umfar, hevur 25 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági heiðurin fyri. Hann gav stórmeistaranum so skarpan gang, at Helgi mátti kýta seg av øllum alvi fyri at vera eitt hálvt stig fremri, nú teir komu á mál.

Les meira »

Helgi er føroyameistari

Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag er aftur føroyameistari í talvi fyri einstaklingar.   Tað gjørdist greitt fyri løtu síðani, tá ið Helgi vann á Eyðuni Nolsøe úr Klaksvíkar Talvfelag í sjeynda og seinasta umfari í FM-kappingini. Helgi vann hetta seinasta talvið í stórum stíli.

Les meira »

Spenningur til síðsta leik

Støðan broyttist ikki í FM-stríðnum í talvi eftir sætta og næstsíðsta umfar skírisdag.    Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu aftur í dag. Helgi er tí framvegis eitt hálvt stig fremri, men avgerðin um hvør av teimum verður føroyameistari fellur tí ikki fyrr enn á síðsta leikdegi í morgin langa fríggjadag.

Les meira »

Helgi ella Høgni

Nú er eingin ivivl ongur. Annar av okkara sterkastu telvarum verður føroyameistari 2023. Helgi Dam Ziska ella Høgni Egilstoft Nielsen. Tað gjørdit greitt eftir fimta umfar mikukvøldið. Báðir vunnu. Helgi hevði eitt sera avgerandi talv móti Rógva Egilstoft. Men í dag sást munurin á teimum. Helgi fekk við svarta fólkinum talvið upp á sínar premissur. Og telvaði rætt og slætt mótstøðumannin niður við instruktivari posisjónstelving.

Les meira »

Óbroytt í oddanum

Toppdysturin í fjórða umfari týsdagin millum teir báðar sterkastu telvararnar í Føroyum gjørdist eitt vónbrot. Talvið millum Helga Dam Ziska og Høgna Egilstoft Nielsen endaði javnt eftir einans tólv leikir. Stórmeistarin, sum hevði hvíta fólkið, bjóðaði remis, og Høgni tók av.   Virðingin hvør fyri øðrum tykist so stór, at hvørgin hevði sett sær fyri at vinna, tá talvið byrjaði. Við javnleikinum varðveitir Helgi tepru leiðsluna í kappingini. Men endar talvið millum Helga og Rógva Egilstoft í morgin eisini javnt, sum dystirnir teirra millum aloftast gera, og Høgni í sínum lagi vinnur, tá hevur stórmeistarin sett seg undir størri trýst, enn hann var undan talvinum í dag. Tí ivaðist Høgni kanska ikki í at taka av, tá Helgi beyð remis.

Les meira »

Helgi á odda

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er nú einsamallur á odda í FM-kappingini í talvi við fullum stigatali eftir trý umfør.   Helgi vann í kvøld við svarta fólkinum á Olaf Berg við sama eyðkenda, trygga spæli, sum hann hevur havt í øllum sínum talvum higartil í kappingini. 

Les meira »