Tepur ósigur

Føroyar taptu 2½-1½ fyri Moldova í sætta umfari í EM-kappingini í talvi á Kreta í dag. Hørð mótstøða var væntandi, tí Moldova er styrkismett væl omanfyri Føroyar, og hevði tríggjar stórmeistarar á liðnum í dag.

Les meira »

Móti Moldova

Føroyar telva móti Moldova í sætta umfari í EM í talvi á Kreta í dag. Moldova er styrkismett nummar 24 av teimum 40 liðunum í kappingini. Føroyar eru styrkismettar nummar 35. Moldova mannar seg við tveimum stórmeistarum og tveimum altjóða meistarum móti okkum í dag.

Les meira »

So vunnu vit

Føroyar vunnu í dag 2½-1½ á Montenegro í evropameistarakappingini í talvi á Kreta. Sigurin var líka óvæntaður, sum hann var kærkomin. Montenegro er styrkismett ovari enn Føroyar, og á trimum borðum høvdu mótstøðumenninir væl hægri styrkitøl enn okkara telvarar.

Les meira »

Móti Balkalondum

Klokkan eitt í dag verður farið undir fimta umfar í EM-kappingini í talvi á Kreta. Í gjár telvaðu okkara menn móti Makedonia, eisini nevnt FYROM, í dag er Montenegro á skránni. Bæði vóru partur av gamla Jugoslavia, sum datt sundur um aldamótið. Talvsiðvenjan er ógvuliga sterk í Balkalondum. Jugoslavia var tiltikið talvland. Tað segðist, at ongastaðni í heiminum var talváhugin so stórur, og telvararnir so góðir, sum í Sovjetsamveldinum og Jugoslavia – og Íslandi.

Les meira »

Úttøkukapping til NM fyri børn og ung

Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður sunnudagin 5/11 kl. 13.30 í Klaksvík, í frítíðarskúlanum Snjallubjallu (Skúlavegur 1, yvirav KFUM & K). Kappast verður í 5 aldursbólkum, har øll eru hjartaliga vælkomin at verða við. Tvey tey fremstu í hvørjum bólki vinna sær rættin at umboða Føroyar í NM, sum verður í Finnlandi í februar 2018.

Les meira »

Nýtt 1-3 tap

Føroyska talvlandsliðið tapti annan dagin á rað 3-1 í EM-kappingini í talvi á Kreta. Ikki óvæntað var Makedonia okkum ein nóg so stórur biti. Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft fingu við svarta fólkinum javnt á 1.- og 3. borði. Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård taptu við hvíta fólkinum. Hetta var fyrsti ósigurin hjá Høgna í kappingini.

Les meira »

Helgi og Høgni remis

Higartil hava Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen á ávikavist 1.- og 2. borði staðið seg best á føroyska landsliðnum í evropameistarakappingini í talvi suðuri á Kreta. Eins og í fyrsta umfari móti Spania vóru tað aftur Helgi og Høgni, sum bjargaðu okkum í dag. 

Les meira »

Móti Noregi

Føroyar telva í triðja umfari í evropameistarakappingini í talvi í dag móti Noregi. Helgi Dam Ziska fær kortini ikki høvið at møta heimsmeistaranum Magnus Carlsen, tí hann er ikki við á norska liðnum á Kreta.

Les meira »

Javnleikur móti Skotlandi

2-2 móti Skotlandi í dag í EM-kappingini í talvi á Kreta var eitt vónbrot. Føroyingar vóru greiðir favorittar. Á øllum borðum høvdu okkara menn hægri styrkital, men eingin var kortini mentur at vinna. Tað endaði javnt á hvørjum borði.

Les meira »

Favorittar móti Skotlandi

Føroyar telva móti Skotlandi í dag í øðrum umfari í evropameistarakappingini fyri landslið suðuri á Kreta. Skotland er eitt av liðunum, sum er styrkismett aftari enn Føroyar í røðini. Eins og í EM í Reykjavík fyri tveimum árum síðani er talan um eitt B-lið hjá Skotlandi. Eingin av skotsku stórmeistarunum eru við á Kreta, hvørki Rowson, Turner, Motwani, Shaw, McNab ella nakar annar. Kortini er bara ein av skotsku stórmeistarunum, sum hevur hægri styrkital enn Helgi Dam Ziska. Føroyar vunnu á Skotlandi í seinastu EM-kappingini, og ætlanin er at endurtaka sigurin í dag.

Les meira »