Føroyar møta Argentina

Tað verður aftur sera sterk mótstøða á talvolympiaduni í India í dag. Vit møta Argentina, sum er styrkismett nummar 30 av teimum 188 liðunum.

Les meira »

Vunnu á Wales

Føroyar vunnu í dag 3-1 á Wales á talvolympiaduni í India. Helgi Dam Ziska, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard vunnu síni talv, men Høgni Egilstoft Nielsen tapti.  Helgi, Rógvi og John telvaðu allir væl og vunnu sannførandi, men Høgni var tikin á bóli av sera ágangandi mótstøðumanni, og fekk ikki vart seg fyri hættisliga álopinum, ið walisin setti í verk.

Les meira »

Føroyar móti Wales

Føroyar telva móti Wales í sætta umfari á talvolympiaduni í India í dag. Føroyar eru styrkismettar nummar 60, Wales nummar 97. Føroysku telvararnir hava hægri styrkitøl á øllum fýra borðum. Vit sleppa tí ikki undan favorittleiklutinum, men royndirnar vísa, at so einfalt er tað kortini ikki.

Les meira »

Afturstig

Eitt sindur snópisligt kennist tað, at Føroyar ikki vunnu á Libanon á talvolympiaduni í dag. Dysturin endaði javnur 2-2.   Føroyar eru styrkismettar væl ovari enn Libanon, okkara telvarar høvdu hægri styrkitøl á øllum borðum, og vit hava vunnið stórsigrar á Libanon í seinastu dystunum landanna millum.

Les meira »

Telva móti Libanon

Klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin byrjaðu dystirnir í fimta umfari á talvolympiaduni í India. Føroyar telva í dag móti Libanon. Føroyingar ætla at vinna. Vit eru styrkismettir ovari enn teir; vit nummar 60, teir 92.  John Rødgaard er ikki við í dag. Tí eru tað Helgi, Høgni, Rógvi og Luitjen, sum telva. Vit hava hvíta fólkið á øðrum og fjórða borði, hinir hava svart. Okkara menn hava hægri styrkital á øllum borðum.

Les meira »

Helgi fekk remis

Føroyar fingu eitt hálvt stig í dystinum móti krútsterka Kroatia í fjórða umfari á talvolympiaduni í India í dag. Dysturin endaði tí 3½-½ til Kroatia.   Tað var føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, sum á 1. borði tryggjaði okkum eitt hálvt stig í dystinum. 

Les meira »

Kroatia – dygg mótstøða

Nú klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin byrjaðu dystirnir í fjórða umfari á talvolympiaduni í India. Føroyar telva í dag móti Kroatia, sum er styrkismett nummar 17 av teimum 188 liðunum í kappingini. Miðalstyrkitalið hjá teimum fýra kroatisku stórmeistarunum er omanfyri 2600. John Rødgaard er við aftur á føroyska liðnum í dag. Hann loysir av Rógva Egilstoft, sum hevði longsta talvið av føroysku telvarunum í gjár. 16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol, sum fekk so góða byrjan í gjár, er við aftur í dag.

Les meira »

Føroyar vunnu

Føroyar vunnu 3-1 á Puerto Rico á talvolympiaduni í India í dag.    Hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar vinna á Puerto Rico í talvi. Dysturin var hin áttandi landanna millum síðani hin fyrsta í 1974. Vit hava tapt fýra ferðir, tríggjar ferðir er tað endað javnt, men í dag bragdaði endiliga.   16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol fekk eina dreymabyrjan í OL. Honum eydnaðist at lokka mótstøðumannin í eina heimafyrireiking, og tá var lagamanni. Luitjen syfti sín mann sum ein vøtt, og legði Føroyar á odda 1-0 eftir lutfalsliga stutt talv.

Les meira »

Usbekistan ov stórur biti

Eftir 4-0 á San Marino í fyrsta umfari, var mótstøðan ein heilt onnur hjá føroyska landsliðnum í øðrum umfari á talvolympiaduni í India í gjár. 

Les meira »

Góð byrjan í India

Føroyar fingu eina flúgvandi byrjan á stóru talvolympiaduni í indiska stórbýnum Chennai í gjár. Vit vunnu 4-0 á San Marino.   Sigurin var væntandi, tí Føroyar eru styrkismettar munandi hægri enn San Marino, men sjáldan eydnast í einum OL-dysti at vinna á øllum fýra borðunum. Helgi og Rógvi vunnu leikandi lætt við hvíta fólkinum, meðan Høgni og John, sum høvdu svarta fólkið, høvdu størri stríð enn hinir av sínum mótstøðumonnum. 

Les meira »