Talv-Olympiadan í Baku

Føroyameistarin Rógvi Egilstoft Nielsen og altjóða meistarin John Arni Nilssen fara ikki við føroyska landsliðnum á talvolympiadu seinni í summar. Báðir hava fingið forfall. Rógvi er sáttmálabundin fótbóltsspælari, men hevði fingið avtalu um at sleppa at telva í september, men ein leiguavtala, sum EB/Streymur og Skála hava gjørt sínamillum um sandavágsmannin, ber í sær, at føroyameistarin í talvi fer at spæla EFFO-fótbólt heldur enn at kappast í talv-OL.  John Arni Nilssen er júst byrjaður í nýggjum starvi í Danmark, og eigur tí ikki frítíð til góðar.

Les meira »

Nýggj heimasíða

lidkapping2

  Gamla heimasíðan hevur verið undir álopi, og verður ikki tøk aftur. Tó er tilfarið ikki burtur, og arbeitt verður við at fáa tað innaftur og at fáa valmyndir o.a. innaftur.   Webmaster

Les meira »

Talvkapping børn- og ung.

    Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 22.mai kl 14, í Kollafjarðar skúla. Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina. Telvað verður í fleiri bólkum, og okkurt verður at fáa hjá øllum.       Tilmelding (seinasta freist leygardagin 21. mei kl. 18.00): á telduposti:  faroechess@faroechess.com, ella telefon:         751422   Vinarliga upplýs navn, føðingardag og skúlaklassa. Kappingarnar eru fyri øll sum hava hug at telva  – roynd, minni roynd og eisini fyri tey sum júst eru byrjaði Kom og Telva! J Talvsamband Føroya http://faroechess.com/ á Facebook “Talvtos”    

Les meira »

Innbjóðing til steypakappingina

Talvsamband Føroya  skipar aftur í 2016 - fyri Steypakapping í talvi fyri lið, leygardagin, tann 30. apríl 2015. Tiltakið verður í Gjáargarði við Gjógv. Karmar og umstøður sum vísa seg at vera heilt framúr.

Les meira »

Beinleiðis talv

Fylgjast kann við beinleiðis, meðan FM verður telvað í Sandavági. Sí leinkju á vinstra bredda, ella á http://live.faroechess.com

Les meira »

Føroyski ratinglistin, 18.03.2016

Nr. Navn Felag Rating Munur 1 IM Helgi D. Ziska HT 2540 15 2 IM John Rødgaard VT 2336 5 3 IM John Arni Nilssen KTF 2328 81 4 FM Olaf Berg HT 2312 5 FM Høgni Egilstoft Nielsen ST 2291 24 6 FM Rógvi Egilstoft Nielsen ST 2286 35 7 Jóan Hendrik Andreasen HT 2246 -4 8 FM Flóvin þór Næs HT 2229 9 Rógvi W. Rasmussen TFS 2217 10 FM Martin Poulsen HT 2198 -20 11 Sjúrður Thorsteinsson HT 2194 4 12 Eyðun Nolsøe KTF 2172 13 Ólavur Simonsen KTF 2171 7 14 FM Carl Eli N. Samuelsen ST 2164 6 15 Heini Danielsen SF 2160 16 Bogi Ziska HT 2150 17 Torkil Nielsen ST 2109 18 18 Rúnar Berg KTF 2094 -11 19 Hans Kristian Simonsen HT 2066 -36 20 Finnbjørn Zachariassen Rókur 2064 21 Jens Christian Hansen TT 2063 22 Finnbjørn Vang KTF 2045 0 23 …

Les meira »

Dupult-umfarið leygardagin 12.03

Dupult-umfarið leygardagin verður telvað í Ósáskúlanum í Klaksvík. Klokkurnar verða settar í gongd kl. 10.00 og 16.00. 3. deild telvar bara kl. 16.00. {jcomments on}    

Les meira »

Rókur-Kvik 2016

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í skúlanum í Kollafirði, leygardagin 27. februar. 

Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2015/16.

Les meira »