OL 2016: Vónbrot til endan

Eftir gleðiliga dagin í gjár, tá Føroyar fingu fyrsta stórmeistaran í talvi, vónaðu øll, at føroyska landsliðið fór at seta eitt glæsiligt punktum fyri talvolympiaduna í Baku. Men mongum brestur ætlan. Vit fingu óvæntaða harða mótstøðu í seinasta umfari. Vit møttu Svøríki, sum var styrkismett nummar 38. Teir møttu til dystin í morgun við trimum stórmeistarum og einum altjóða meistara.  Helgi Dam Ziska var ikki við á føroyska liðnum í dag. Eitt sindur snópisligt, tí dysturin í seinasta umfari er altavgerandi fyri endaliga úrslitið í kappingini. Sum vera man viknaði føroyska liðið nógv í hansara fráveru. Tað líktist frá byrjan einum 4-0 tapi, og soleiðis kom eisini at vera. Avleiðingin var tann, at vit duttu frá 81. plássi aftur til nummar 101. So aftarlaga hava vit ikki verið í allari kappingini – eitt skifti vóru vit nummar 47 – men eftir stendur, at vit gjørdust nummar 101 av 180 londum. Men endaliga …

Les meira »

OL 2016: Okkara 12. september

Dagurin í dag gjørdist søguligur í føroyskari telving. Í dag fingu Føroyar sín fyrsta stórmeistara. Tað gjørdist greitt, tá ið tað eydnaðist 26 ára gamla Helga Dam Ziska at vinna talvið á 1. borði móti altjóða meistara í dystinum móti Bolivia í tíggjunda og næstsíðsta umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Sigurin ber í sær, at Helgi nú hevur tryggjað sær stórmeistaraheitið sum fyrsti føroyingur nakrantíð. Frammanundan høvdu Føroyar tríggjar altjóða meistarar; hinir eru John Rødgård og John Arni Nilssen.

Les meira »

Føroya fyrsti GM’ari!

Føroya fyrsti GM í talvi við OL liðnum. Ein stórur dagur fyri føroyska telving, Føroyar og ikki minst Helgi Dam Ziska við familju. Hjartaliga til lukku!

Les meira »

OL 2016: Verður Helgi stórmeistari?

Føroyar kunnu fáa sín fyrsta stórmeistara í talvi í dag. Vinnur Helgi Dam Ziska sítt talv á fyrsta borði í dystinum móti Bolivia í dag, hevur hann lokið kravið til ein stórmeistaranorm, teir rópa. Helgi hevur 5½ stig av 8 møguligum higartil í kappingini. Kravið fyri at gerast stórmeistari er, at tú fær tríggjar sokallaðar GM-normar, og at styrkitalið er omanfyri 2500. Styrkitalið hjá Helga er 2546. Harumframt hevur Helgi vunnið ein GM-norm, og fær hann annan normin í dag, er heitið sum stórmeistari tryggjað, tí normur, vunnin á olympiadu, telur dupult.

Les meira »

OL 2016: 9. umfar – Kina ov stórur biti

Móti einum av sterkastu landsliðum í heiminum var fryktandi fyri, at føroyska talvlandsliðið fór at verða fyri sínum fyrsta 4-0 tapi á hesari olympiaduni, og soleiðis kom eisini at vera. Á øllum fýra borðunum máttu føroyingar lúta. Helgi Dam Ziska helt longst á, men til endans mátti eisini hann dvína. Nettrupulleikar hava órógvað, og tí hevur ikki eydnast at hyggja nærri at teimum fýra talvunum, men tað fáa vit helst høvið til seinni. Bolivia í morgin Føroyar eru nú dragnaðar aftur á 72. pláss, men tað er framvegis átta pláss fremri enn vit eru styrkismettir. Í morgin fáa vit Bolivia, sum er styrkismett nummar 95, so her áttu at verið møguleikar fyri einum sigri. Nú eru bara tvey umfør eftir. Í morgin og ovurmorgin. USA er á odda, Ukraina er nummar tvey og Russland nummar trý.

Les meira »

OL 2016: 9. umfar – Størsta avbjóðingin

Nú um middagsleitið verða fyrstu leikirnir fluttir í dystinum millum Føroyar og Kina í níggjunda umfari á talvolympiaduni í Baku í Aserbadsjan. Kina vann olympiaduna seinast og er styrkismett sum nummar trý hesaferð. Bara Russland og USA hava sterkari telvarar á sínum liðum. Men Kina hevur ikki staðið seg líka væl hesaferð sum í Tromsø fyri tveimum árum síðani. Ósigrarnir fyri Onglandi og Ungarn í báðum seinastu dystunum bera í sær, at Kina er dragnað aftur á 33. pláss í røðini. 

Les meira »

OL-liðið: Sensation

At vi vandt over Bosnien-Hercegovina i 8. runde af skak OL i Baku kan beskrives meget kort: Det var en sensation. Med et rating gennemsnit på 2495 er det det stærkeste hold, som vi nogen sinde har vundet over. Og hvordan gik det så til?

Les meira »