Úttøkukapping til NM fyri ung

talv_flagg

Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið fyri ung verður nú leygardagin 3/12 kl 10 í Kollafjarðar skúla. Kappast verður í 5 aldursbólkum, har øll eru hjartaliga vælkomin at verða við. Tveir teir fremstu í hvørjum bólki vinna sær rættin at umboða Føroyar í NM, sum verður í Norra í fyrru helvt av februar 2017.

Les meira »

Runavík Open – Helgi dragnaði

Nu Helgi Dam Ziska gjørdist nummar fimm í altjóða talvkappingini Runavík Open, sum endaði í dag. Spurturin mishepnaðist. Tapið fyri Jóhann Hjartarson í gjár forkom honum møguleikanum at vinna kappingina, og remis í dag móti spanska stórmeistaranum Miguel Munoz bar í sær, at hann røkk ikki heilt fram í oddan.

Les meira »

Runavík Open – Helgi snávaði

Klokkan tvey í dag var farið undir seinasta umfar í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. Møguleikarnir hjá Helga Dam Ziska at vinna kappingina eru helst farnir. Í gjárkvøldið tapti hann fyri íslendska stórmeistaranum Jóhann Hjartarson. Ósigurin er tann einasti í kappingini hjá okkara nýggja stórmeistara.

Les meira »

Runavík Open – Helgi nærkast toppinum

Helgi Dam Ziska vann í dag á moldovska meistaranum Vladimir Hamitevici í sjeynda umfari í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. Helgi vann við svarta fólkinum í einum skørpum kongaindara. Sigurin tóktist at vera rættiliga sannførandi.

Les meira »

Runavík Open – Javnt í toppdysti

Helgi Dam Ziska og Guðmundur Kjartansson telvaðu í dag javnt í sætta umfari í kappingini Runavík Open í Løkshøll. Altjóða meistarin úr Íslandi hevði vunnið øll fimm talvini fyri dagsins umfar, og var eitt stig undan Helga. Helgi hevði hvíta fólkið, og byrjanin var fronsk. Umvegis eitt av minni kendu frábrigdunum kom upp ein ósmidlig støða við nógvum bindingum og avmarkaðum øki at arbeiða á. Helgi royndi eftir førimuni at søkja at í báðum borðum, men íslendingurin hevði fingið ta læstu støðu, sum tryggjaði honum status quo og remis. 

Les meira »

Runavík Open – Helgi vann

Helgi Dam Ziska hevur nú rættiliga lagt seg út í oddastríðið í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. Føroyski stórmeistarin vann í dag við svarta fólkinum í fínum talvi á danska stórmeistaranum Jakob Vang Glud. Helgi fekk eina dynamiska støðu, sum fitt av spæli var í, tá vinmaður og liðfelagi hansara í Phildor sneiddi av kós í tí vanligu kongaindisku byrjanini, sum Helgi ætlaði sær í. Helgi var framfýsin og fekk lív í støðuna. Til endans kundi hann loyva sær at offra býtismun, sum hann fekk aftur við rentum og vinnandi støðu. At síggja til ein væl upplagdur og sannførandi Helgi.

Les meira »

Runavík Open – Guðmundur strýkur avstað

Guðmundur Kjartansson úr Íslandi er einsamallur á odda í altjóða talvkappingini Runavíkar Open. Hann hevur sum tann einasti av øllum 40 telvarunum í kappingini vunnið hvørt talv higartil. Í fjórða umfari í gjár vann hann á landsmanninum Jóhann Hjartarson, sum er stórmeistari. Næstir í oddanum eru Miguel Munoz úr Spania og Jakob Vang Glud úr Danmark, sum hava hálvt fjórða stig. Helgi Dam Ziska er á fjórða plássi saman við øðrum, sum hava 3 stig í part. Fremstir av hinum føroysku telvarunum eru John Rødgård, sum í løtuni er nummar 12. Rógvi Egilstoft Nielsen er nummar 14 og Olaf Berg er nummar 17 í røðini. 

Les meira »

Runavík Open – Soltið hjá føroyingum

Eingin av føroysku telvarunum formáddi sær nakað móti sterku útlendsku mótstøðuni í øðrum umfari í altjóða talvkappingini Runavíkar Open í Løkshøll mánadagin. Helgi Dam Ziska mátti sættst við remis (javnleik) við svarta fólkinum móti næstbesta føroyinginum á altjóða styrkilistanum, føroyameistaranum Rógva Egilstoft Nielsen. Sandavágsmaðurin gav føroyska stórmeistaranum ein skarpan gang og helt tørn allan vegin. Eitt skifti var líkt til, at Helgi fór at knógva honum, men í góðum mótálopi eydnaðist Rógva at fáa upp javna støðu. Spennandi at síggja, um Rógvi fer at halda á við góðu telvingini komandi dagarnar. Kappingin átti at verið gylt høvi hjá gávuríka vágamanninum at fara eftir einum IM-normi.

Les meira »

Runavík Open: Einki óvæntað úrslit

Eingin av teimum sterku telvarunum snávaðu í fyrsta umfari í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll í gjárkvøldið. Men tað var um reppið, at ein lítil sensasjón brast. Tann blaðungi Luitjen Apol – abbasonur navnan og fyrrverandi fleirfalda føroyameistaran – mundi tikið Olaf Berg á bóli. Olaf, sum er ein av allarbestu telvarum í landinum, tóktist eina løtu ikki at grynna í støðuni, men við øllum snildum og hollum royndum eydnaðist honum kortini at snýta unglingin og vinna.

Les meira »