Havnin aftur á odda

Havnar Telvingarfelag vann hóskvøldið útsetta dystin í 1. deild, og er nú aftur á odda í fremstu deildini. 

Les meira »

Vágamenn fremstir

Fýra av tíggju umførum í landskappingini í talvi skulu avgreiðast fyri ársskiftið. Í flestu deildunum eru allir dystir í fyrstu fýra umførunum avgreiddir, men nakrir dystir í 1. deild eru útsettir.  Av tí at landsliðið herfyri hevur verið við í bæði smálandakappingini á Jersey og síðani í EM-stevnuni í Montenegro, hava dystir í ávikavist 3.-, og 4. umfari í 1. deild verið annaðhvørt framskundaðir ella útsettir.   Men nú skulu hesir útsettu dystirnar telvast. Tann fyrsti verður nú hóskvøldið 30. november. Tá møtast Havnin 1 og Sandavágur 2 á Finsen í Havn.  1. lið hjá Havnini hevur tveir dystir útistandandi, meðan FM-vinnararnir hjá Sandavági hava ein dyst útsettan.

Les meira »

Innbjóðing: NM úttøku-finalan

Í vikuskiftinum verða NM úttøku-finalurnar í ymsu aldursbólkunum telvaðar í Sandavági. Leygardagin telvar A bólkurin í hølum Sandavágs, og sunnudagin telva B, C, D og E bólkarnir í Giljanes skúla. Báðar dagarnar verður byrjað kl. 13.

Les meira »

Koppaðu stórmeistaranum

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen hava um vikuskiftið vunnið FM-heitið í ávikavist snar- og kviktalvi. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska tapti fyri brøðrunum í báðum kappingunum. Árligu FM-kappingarnar í skjótu talvgreinunum hava um vikuskiftið verið í Víkingahúsinum í Norðragøtu. Luttøkan var góð. 37 kappaðust leygardagin í snartelving, og 50 telvarar vóru í dag við í kvikkappingini. Í snarkappingini vóru ellivu umfør, og í kvikkappingini níggju. Í snarkappingini hevur hvør telvari tríggjar minuttir í part til talvið umframt tvey sekund fyri leikin. Í kvikkappingini eru tíggju minuttir í part til talvið umframt fimm sekund fyri leikin.

Les meira »

Albania ov sterkir

Føroyska talvlandsliðið formáddi sær lítið móti Albania í síðsta umfari í EM-stevnuni í Montenegro mánadagin.   Vit taptu 3½-½. Bara veteranurin John Rødgaard var mentur at halda tørn. Hóast Albania var greiður favorittur, høvdu fleiri ivaleyst vónir um frægari úrslit enn hetta.  

Les meira »

Úrslit: FM fyri gentur 2023

Sunnudagin 10. november var FM fyri gentur 2023 telvað í Stranda Skúla. 9 gentur luttóku, og umframt Føroyameistaraheitið var eisini kappast um luttøku í Norðurlandameistaraskapinum fyri gentur. 2 gentur koma at umboða Føroyar í mars/apríl 2024 í U14 aldursbólkinum.

Les meira »

Aftur ein javnleikur

Tað endaði 2- 2 móti Kosovo í næstsíðsta umfari í EM-kappingini í talvi í dag. Í seinasta umfari í morgin mánadagin telva Føroyar móti Albania - sama dag, sum londini hittast í fótbóltslandsdysti í Tirana.

Les meira »

Úrslit: NM úttøku-undankappingarnar

Seinna NM úttøku-undankappingin var í Tofta Skúla í gjár. Tá skuldi avgerast, hvør ið sleppur við í finaluna, har ið kappast verður um NM luttøku. 2 í hvørjum aldursbólki sleppa at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið komandi ár. 8 sleppa við í finaluna í hvørjum bólki. Finalan verður í Sandavági um 2 vikur.

Les meira »

2-2 móti Finnlandi

Føroyar telvaðu í kvøld javnt móti Finnlandi í EM-kappingini fyri landslið í Montenegro. Eitt fínt úrslit. Men vit áttu av røttum at vunnið. John hevði ein av teimum døgunum, tá ið talvið allan vegin er í sunnari javnvág, og eingin vandi er á ferð. Eitt trygt remis, og so var botnurin lagdur. 

Les meira »

Móti Finnlandi í dag

Í sjeynda og triðsíðsta umfari í stóru EM-stevnuni í Montenegro telva Føroyar móti Finnlandi. Finnlendingar eru styrkismettir ovari enn vit, og hava hægri ratingtøl á øllum borðum. Fyritreytirnar eru tí tær somu sum í at kalla hvørjum dysti; vit eru the underdog.

Les meira »