Sandavágur og Havnin í FM-finalu

Í morgin leygardagin verða seinastu leikirnir fluttir í landskappingini í talvi í vetur. Dystirnir í øllum deildum fara fram í skúlanum á Giljanesi. Byrjað verður longu klokkan 10 fyrrapartin. FM-vinnarin 2019 skal finnast í røttum finaludysti millum oddaliðini úr Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Vágamenn hava munin og tryggja sær meistaraheitið, vinna havnarmenn ikki vinna dystin í minsta lagi 3-1.

Les meira »

Seinasta umfar í liðkappingini

FM endabresturin í Liðkappingini 2018 verður telvaður í Skúlanum á Giljanesi, Sandavágur, leygardagin 6. apríl. Byrjað verður kl. 10.00 stundisliga. Møtið í rúmari tíð undan. Sandavágs Talvfelag skipar fyri kaffisølu meðan telvað verður. Eftir seinasta leik bjóðar talvfelagið lættari ábit. Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild. Hesin regul er galdandi fyri allar deildir.

Les meira »

Endaðu triðfremstir

Føroyar gjørdust nummar trý í sættu talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa, sum endaði í gjár í San Marino. Í síðsta dystinum vunnu Føroyar 3½-½ á Guernsey. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Hans Kristian Simonsen vunnu, og Luitjen Akselson Apol telvaði javnt.

Les meira »

Vunnu á Kyprós

Føroyar vunnu í dag 2½-1½ á Kyprós í áttanda umfari í kappingini fyri smátjóðir í talvi í San Marino. Sigurin ber í sær, at Føroyar at kalla hava tryggjað sær triðjaplássið í kappingini.

Les meira »

Á triðja plássi

Føroyska talvlandsliðið er nummar trý av teimum tíggju liðunum í kappingini fyri smátjóðir í Evropa nú sjey umfør eru farin í kappingini í San Marino. Føroyska liðið er styrkismett nummar tvey. Tvey umfør eru eftir.

Les meira »

Stórsigur á Jersey

Føroyar vunnu 3½-½ móti Jersey í fjórða umfari í evropeisku smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri í San Marino. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Hans Kristian Simonsen vunnu, og Sjúrður Thorsteinsson telvaði javnt.

Les meira »

Vunnu og taptu

Føroyar vunnu annan dystin og taptu hin í dupultumfarinum mánadagin í talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa í San Marino. Føroyar vunnu 3-1 á Luksemburg í øðrum umfari í morgun. Helgi Dam Ziska og John Rødgaard vunnu á ovaru borðunum. Helgi vann í stórum stíli í einum knúsandi kongsálopi. John Rødgaard kom út í langt talv, sum var javnt, men hin treiskaðist meira enn gott var fyri at vinna, og endin var, at hann leyp framav. John var ógvuliga tryggur í støðuni, og dugdi væl at revsa morðgíriga  mótstøðumannin. Á aftaru borðunum var javnt. Sjúrður Thorsteinsson hevði fyrimunin í endatalvinum á 3. borði, men var kanska ikki nóg neyvur, og mátti til endans sættast við remis.

Les meira »

Vunnu á Malta

Føroyar vunnu í dag fyrsta dystin í kappingini í talvi fyri smátjóðir í Evropa. Í fyrsta umfari vunnu vit á Malta, sum vit annars taptu fyri í fótbólti leygardagin. Føroyar vunnu 2½-1½ í einum longum og drúgvum dysti. Helgi Dam Ziska og Hans Kristian Simonsen vunnu á ávikavist 1. og 4. borði, John Rødgaard telvaði javnt á 2. borði, og Sjúrður Thorsteinsson tapti á 3. borði.

Les meira »

Aftur Malta í dag

Føroyar fáa longu í dag møguleikan at løna Malta ósigurin í fótbólti í gjár aftur. Klokkan 15 í dag verða fyrstu leikirnir fluttir í sættu talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa. Í ár er stevnan í San Marino.

Les meira »