Heimsmeistaraheitið í kvik- og snartalv verður í hesum døgum telvað í Doha, Qatar. Heimsmeistarin í kviktalvi Magnus Carlsen, og Heimsmeistarin í snartalvi Alexander Grischuk eru báðir við, men saman við teimum eru eisini onnur kend nøvn, har fleiri eru serliga kendir innan kvik- og snartelving. Av hesum kunnu nevnast Hikaru Nakamura (2779) úr USA, Ian Nepomniachtchi (2767) Russland, Maxime Vachier-Lagrave (2811) Frankarríki, Levon Aronian (2795) Armenia og Sergey Karjakin (2785) Russland og Viswanathan Anand (2779) India. Í Doha er eisini HM í kvik- og snartalv fyri kvinnur. Tað er fyrstu ferð, at bæði menn og kvinnur telva samstundis um HM í kvik- og snartalvi. Men við einans 36 luttakarum, er kappingin ikki eins stór og tann hjá monnunum. Men hóast lága luttakaratalið, eru fleiri kend nøvn við har eisini. Favorittar hjá kvinnum eru Wenjun Ju (2580) Kina, Anna Muzychuk (2561) Ukraine, Humpy Koneru (2557) India og Alexandra Kosteniuk (2555) Russland.
Les meira »Føroyameistaraheitið í snartalv 2016
FM í snartalv Føroyameistaraheitið í snartalv verður fríggjadagin 30. Desembur kl 18.00. Kappingin verður skipað við 9 dupult-umførum og umhugsunnartíðin 3 min + 2 sek /leik. Virðislønir eru til 1 – 3 umframt ratingvirðislønir. Við javnstøðu á 1. plássinum, verður umdystur á 2x 3 +2 og síðani sudden death. Aðrar plaseringar verða roknaðar við korrektión. Telvað verður í Gula Skúla, liggur beint við gamla Restorff bryggjarí. Tað verður ikki gingið inni í skóm, so vinarliga hav innskógvar við; um tit ikki ynskja at ganga í sokkum. Luttøkugjald: 100 kr. fyri vaksin, unglingar 50 kr. Verður goldið á staðnum. Vinarliga møt í góðari tíð, kappingin byrjar kl. 18! Tilmelding i seinasta lagi hósdagin 29 des. kl. 18.00 á: faroechess@faroechess.com ella smsa til 22 14 22, navn + rating og føðidato. Talvsamband Føroya
Les meira »Helgi í topp 20
Nú altjóða talvsamgongan, FIDE, hevur kunngjørt nýggja desember-styrkilistan, sæst, at Helgi Dam Ziska telist millum fremstu telvarar í norðurlondum. Talið hjá føroyska stórmeistaranum er nú kvinkað upp í 2555 – hansara hægsta nakrantíð. Taka vit øll norðurlond undir einum, so er Helgi nú nummar 18 í alt. Noreg er sterkasta talvtjóð í norðurlondum. Helgi hevði verið nummar seks í Noregi. Í Danmark og Svøríki hevði hann verið nummar fimm, í Íslandi nummar fýra og í Finnlandi nummar tvey.
Les meira »Úrslit frá NM úttøkukapping í Kollafirði leygardagin 3/12-16
Her eru úrslitini og nakrar myndir frá úttøkukappingini til NM, ið verður í Norra í februar 2017. Tveir teir fremstu telvarnir í hvørjum bólki sleppa til NM.
Les meira »Úttøkukapping til NM fyri ung
Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið fyri ung verður nú leygardagin 3/12 kl 10 í Kollafjarðar skúla. Kappast verður í 5 aldursbólkum, har øll eru hjartaliga vælkomin at verða við. Tveir teir fremstu í hvørjum bólki vinna sær rættin at umboða Føroyar í NM, sum verður í Norra í fyrru helvt av februar 2017.
Les meira »Runavík Open – Helgi dragnaði
Nu Helgi Dam Ziska gjørdist nummar fimm í altjóða talvkappingini Runavík Open, sum endaði í dag. Spurturin mishepnaðist. Tapið fyri Jóhann Hjartarson í gjár forkom honum møguleikanum at vinna kappingina, og remis í dag móti spanska stórmeistaranum Miguel Munoz bar í sær, at hann røkk ikki heilt fram í oddan.
Les meira »Runavík Open – Helgi snávaði
Klokkan tvey í dag var farið undir seinasta umfar í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. Møguleikarnir hjá Helga Dam Ziska at vinna kappingina eru helst farnir. Í gjárkvøldið tapti hann fyri íslendska stórmeistaranum Jóhann Hjartarson. Ósigurin er tann einasti í kappingini hjá okkara nýggja stórmeistara.
Les meira »Runavík Open – Helgi nærkast toppinum
Helgi Dam Ziska vann í dag á moldovska meistaranum Vladimir Hamitevici í sjeynda umfari í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. Helgi vann við svarta fólkinum í einum skørpum kongaindara. Sigurin tóktist at vera rættiliga sannførandi.
Les meira »Runavík Open – Javnt í toppdysti
Helgi Dam Ziska og Guðmundur Kjartansson telvaðu í dag javnt í sætta umfari í kappingini Runavík Open í Løkshøll. Altjóða meistarin úr Íslandi hevði vunnið øll fimm talvini fyri dagsins umfar, og var eitt stig undan Helga. Helgi hevði hvíta fólkið, og byrjanin var fronsk. Umvegis eitt av minni kendu frábrigdunum kom upp ein ósmidlig støða við nógvum bindingum og avmarkaðum øki at arbeiða á. Helgi royndi eftir førimuni at søkja at í báðum borðum, men íslendingurin hevði fingið ta læstu støðu, sum tryggjaði honum status quo og remis.
Les meira »Runavík Open – Helgi vann
Helgi Dam Ziska hevur nú rættiliga lagt seg út í oddastríðið í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. Føroyski stórmeistarin vann í dag við svarta fólkinum í fínum talvi á danska stórmeistaranum Jakob Vang Glud. Helgi fekk eina dynamiska støðu, sum fitt av spæli var í, tá vinmaður og liðfelagi hansara í Phildor sneiddi av kós í tí vanligu kongaindisku byrjanini, sum Helgi ætlaði sær í. Helgi var framfýsin og fekk lív í støðuna. Til endans kundi hann loyva sær at offra býtismun, sum hann fekk aftur við rentum og vinnandi støðu. At síggja til ein væl upplagdur og sannførandi Helgi.
Les meira »