Innbjóðing til FM fyri einstaklingar 2017

Bjóðað verður til Føroyameistaraskapið í talvið 2017, ið verður hildið í Løkshøll, Runavík, í døgunum 08/04-2017 til 15/04-2017. Telvað verða 9. umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sek. løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.   Teir hægst rataðu (Elo-tal verður brúkt) luttakararnir telva í Landsliðsbólkinum um Føroya Meistaraheitið í Talvi 2017. Næstu telvararnir mynda 1. Bólk og  Almenna bólkin. Unglingar telva  um FM-heitið fyri unglingar.

Les meira »

Føroya Tele stuðlar Helga Dam Ziska

Tíðindaskriv:   Føroyski telvarin Helgi Dam Ziska hevur fingið nýggjan høvuðsstuðul, sum eitur Føroya Tele. Í dag undirskrivaðu partarnir eina stuðulsavtalu, ið er galdandi í eitt ár.

Les meira »

Endaumfarið telvað í Tórshavn

FM endabresturin í Liðkappingini 2017 verður telvaður í Gula Skúla, Tórshavn, leygardagin 18. mars. Byrjað verður kl. 10.00 stundisliga. Møt í rúmari tíð undan. Havnar Telvingarfelag skipar fyri kaffisølu meðan telvað verður. Eftir seinasta leik bjóðar talvfelagið lættari ábit.   Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt  telvarum at flyta niður í lægri lið/deild.  Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild. Hesin regul er galdandi fyri allar deildir.

Les meira »

Liðkappingin – Avgerðin bíðar

Fyrsta lið hjá Sandavágs Talvfelag skal gera ein rimmar vørr í síðsta umfari í landskappingini um knappar tvær vikur, skulu teir endurvinna meistaraheitið í talvi. Havnar Telvingarfelag økti leiðsluna við hálvum stigi eftir dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í dag. Havnarmenn, sum hava verið omaná í øllum níggju dystunum í vetur, vunnu 3-1 á øðrum liði hjá Klaksvík. Carl Eli Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson grundløgdu sigurin á aftaru borðunum, meðan Olaf Berg og Martin Poulsen máttu sættast við remis á báðum fremstu borðunum. Sandavágs Talvfelag vann 2½-1½ á fyrsta liði hjá Klaksvík. Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson vunnu, Rógvi Egilstoft Nielsen telvaði á 1. borði remis móti Ólavi Simonsen, meðan Torkil Nielsen mátti lúta fyri Steintór Rasmussen.

Les meira »

Senior-Danmarksmesterskabet 50+ 2017

I perioden 12.-18. februar deltog undertegnede i Senior-DM i Løgumkloster. Turneringen foregik på højskolen, og det viste sig at være en glimrende idé. Tilbuddet om kost og logi under hele turneringen for 2.000 kr. var så godt, at langt de fleste af deltagerne tog imod det. Vi blev ikke skuffede. Der var masser af hyggeligt samvær; både under måltiderne og efter runden. Alt fungerede simpelthen upåklageligt, og havde vi nogle ønsker, prøvede arrangørerne straks at gøre noget ved det. Endvidere var der indlagt flere tilbud om rundvisning i området.

Les meira »

Liðkappingin – Óbroytt í oddanum

Støðan broyttist einki millum oddaliðini í talvi eftir dystirnar í áttanda umfari í landskappingini sunnudagin. Havnar Telvingarfelag er framvegis hálvttriðja stig undan Sandavágs Talvfelag, nú tvey umfør eru eftir. Klaksvíkar Talvfelag togaði seg eitt vet nærri oddaliðunum við knúsandi sigri á øðrum liði hjá Havnini.

Les meira »

NM 2017: Føroyar fingu íalt 18 stig

NM kappingin fyri skúlaungdóm endaði í dag. Tað eydnaðist ikki okkara telvarum at røkka heiðursmerkjaplássunum, men tað var ikki tó ikki so langt frá hjá Luitjen Akselsson Apol, ið varð besti føroyingurin við 3,5 stigum.

Les meira »

NM 2017 1. og 2. umfar: Benjamin bestur av føroyingunum

Í dag eru tvey tey fyrstu umførini farin afturum í NM kappingini fyri skúlaungdóm. Í 1. umfari fingu okkara unglingar 2,5 stig, meðan tað hilnaðist eitt vet betri í 3. umfari, har 3 stig komu til høldar. Benjamin Reinert Fjallheim er higartil bestur av føroyingunum. Hann hevur fingið 1,5 stig av 2 møguligum.

Les meira »