Úrslit: BGP5 í Runavík

Leygardagin 27. januar var barnakapping í skúlanum við Løkin í Runavík. Hettar var Barna Grand Prix kapping nummar 5 út av 10, og telvað var í 2 aldursbólkum: 4. fl og yngri og 5 fl. og eldri. Í alt luttóku 24 børn. 10 minuttir + 5 sekund var tíðin á klokkuni til talvini.

Les meira »

Framvegis stórur spenningur

Dystirnir í sjeynda umfari í landskappingini í talvi sunnudagin broyttu heldur einki í oddastríðnum. Tað er framvegis eitt stig á muni millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag. Oddaliðini telvaðu bæði á Finsen í Havn. Havnarmenn høvdu ímóti sær B-liðið hjá Klaksvíkar Talvfelag, sum farna vikuskiftið koppaði A-liði felagsins, og sandavágsmenn telvaðu móti B-liðnum hjá Havnini. Oddaliðini vunnu bæði ruddiliga 3½-½. Spenningurin er tí enn hin sami, nú trý umfør eru eftir.

Les meira »

Innbjóðing: HT snar

6. GP-kapping í hesum kappingarári verður telvað í talvhølunum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen komandi leygardag, 27. januar. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Les meira »

Innbjóðing: BGP5 í Runavík

Komandi leygardag, 27. januar, verður kviktalvkapping fyri børn í Skúlanum við Løkin í Runavík. Talan er um 5. kapping út av 10, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Runavík byrjar kl. 10:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek.

Les meira »

Úrslit: Barna Grand Prix 4 á netinum

Leygardagin 20. januar var barnatalvkapping telvað á netinum, á síðuni chess.com. Hettar var kapping nummar 4 út av 10 Barna Grand Prix kappingum, sum Talvsamband Føroya skipar fyri í ár. Telvað var í 2 aldursbólkum: 4.fl. og yngri og 5. fl. og eldri. 6 umfør vóru á skránni við tíðini 5 minuttir + 5 sekund.

Les meira »

Innbjóðing: Barnatalvkapping á netinum

Leygardagin 20. januar kl. 13 verður barnatalvkapping á netinum. Øll børn eru vælkomin at royna seg í kappingini, bæði roynd og minni roynd. Telvað verða 6 umfør við tíðini 5 minuttir + 5 sekund. Talan er um 2 aldursbólkar, 4. fl. og yngri og 5 fl. og eldri. Kappingin er partur av Barna Grand Prix kappingini hjá Talvsamband Føroya.

Les meira »

Styrkilistar dagførdir

Nøkur feløg hava valt at dagføra sínar styrkilistar. Dagførdu styrkilistarnir eru at finna her: Styrkilistar 2023/2024 – Talvsamband Føroya (faroechess.com)

Les meira »

Úrslit og myndir frá BGP3 á Strondum

Seinasta sunnudag, 7. januar, var barnakvikkapping í bygdahúsinum á Strondum. Hettar var 1 út av 10 Barna Grand Prix kappingum. 2 kappingar vóru í 2023, sum telja við í Grand Prix kappingini. Hesar vóru NM undankappingarnar báðar, sum vóru 11. og 18. november. Síðani verða 7 kappingar afturat í 2024 (sí kappingarkalendaran her).

Les meira »