Kjølur Open 2018

Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2016 dagarnar 2.-4. feb. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2017/18. 7 umfør verða telvað, 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag.

Les meira »

GP 6 verður í Sandavági í vikuskiftinum

GG: Kapping verður sunnudagin, og ikki leygardagin, sum áður lýst í kalendaranum.   Stað: Talvhølið í Sandavági Telvað verður soleiðis: Kappingin byrjar sunnudagin,  28. jan. kl. 15.30, telvað verða kvik-talv.

Les meira »

Úrslit frá kappingini fyri børn og ung, 21. januar

Í dag var kapping í Gula skúla í Havn, har 20 dreingir úr 1 til 6 flokki luttóku. Kappingin varð skipað við einum stórum bólki, 9 umførum og við tíðini 5 min. og 2 sekund eyka fyri hvønn leik. Heiðursmerki vóru til topp-3 fyri bólkin 1-3 flokkur og til topp-3 fyri bólkin 4-6 flokkur. Rókur Davidsen vann yngra bólkin, meðan Luitjen Apol vann eldra bólkin eftir umdyst við Elias.

Les meira »

Havnin á odda

Nú komið er hálva leið í fremstu deildini í føroysku landskappingini í talvi, er háspenningur í luftini. Støðan er næstan meinlík endastøðuni í fjør, tí bara eitt stig er á muni millum oddaliðini Havnina og Sandavág. Tvinnanda leikumfør vórðu avgreidd í øllum deildum í Havn í gjár. Meistaraliðið hjá Havnar Telvingarfelag varðveitti tepru leiðsluna, sum tað hevði fyri tey bæði umførini í gjár. 

Les meira »

Tvíumfar í talvi leygardagin

Nógvir leikir verða fluttir leygardagin. Tvinnanda umfør eru á skránni í øllum deildum í landskappingini fyri lið. Allir dystir vera í Gula Skúla við Landavegin í Havn. Byrjað verður klokkan tíggju á morgni við fjórða umfari. Klokkan fýra verður farið undir fimta umfar.

Les meira »

Talvkapping fyri børn og ung, sunnudagin 21. januar

Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 21. januar kl. 14 í Gula skúla (Tórshavn). Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina. Telvað verður í 5 aldursbólkum: • 2 flokkur og yngri • 3 og 4 flokk • 5 og 6 flokk • 7 og 8 flokk • 9 flokk og 10 flokk

Les meira »

ST-Open 2018

Fyrsta open kapping, í hesum kappingarárinum, verður í Sandavági í vikuskiftinum.

Les meira »