Innbjóðing: BGP8 í Vestmanna

Komandi sunnudag, 10. mars, verður kviktalvkapping fyri børn í Miðnám í Vestmanna. Talan er um 8. kapping út av 10, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Vestmanna byrjar kl. 13:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek.

Les meira »

Innbjóðing: Samskip Open 2024

Kongshavnar Talvfelag bjóðar til GP 9, Samskip Open, vikuskiftið 1.-3. mars 2024, og aftur í ár eru góðir vinningar at vinna.   Stað: Í Skúlanum við Løkin   Telvað verður soleiðis: Kappingin byrjar fríggjadagin,  1. mars kl. 19.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik). Leygardag verða 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00. Sunnudag verða 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

Les meira »

Óvæntað úrslit

FM-spenningurin fánaði Nú skal vilja illa til hjá havnarmonnum, vinna teir ikki FM-heitið í talvi um tvær vikur. At hvørki havnarmenn ella sandavágsmenn fóru at vinna sínar dystir í dag, mundi fáur væntað. Klaksvíkingar spiltu báðum spælið.

Les meira »

Úrslit & myndir: BGP7 í Kollafirði

Kvik-talvkapping var fyri børn í Kollafjarða skúla í gjár, 25. februar. Hettar var 7. av 10 Barna Grand Prix kappingum, sum TSF í samstarvi við talvfeløgini kring landið skipa fyri. 28 børn tóku lut hesuferð í tveimum aldursbólkum. 4. fl. og yngri og 5. fl. og eldri. Kappingin vardi 6 umfør.

Les meira »

Endaspurturin byrjar

Í morgin sunnudagin verður farið undir dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í landskappingini í talvi fyri feløg. Tvey stig eru á muni millum oddaliðini Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag, sum hittast í síðsta umfari um tvær vikur. Í morgin fæst so greiði á, hvørjar fyritreytirnar fyri avgerandi innanhýsis dystin í síðsta umfari verða - verður núverandi munurin standandi óbroyttur, økist hann ella styttist hann?

Les meira »

Innbjóðing til TT-Kvik 2024

7. GP-kapping í hesum kappingarári verður telvað í talvhølunum hjá Tofta Talvfelag komandi leygardag, 24. februar. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Les meira »

Innbjóðing: BGP7 í Kollafirði

Komandi leygardag, 24. februar, verður kviktalvkapping fyri børn í Kollafjarðar Skúla. Talan er um 7. kapping út av 10, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Kollafirði byrjar kl. 10:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek.

Les meira »