Stór talvkapping í Kollafirði

Í døgunum frá 12. – 19. juli verður Kollafjørðar karmur um stóra altjóða talvkapping. Kappingin hevur fingið navnið Faroes Open, og ætlanin er, at kappingin skal gerast ein fastur partur av føroyska talvárinum.

Les meira »

Reykjavik Open: Seinasta umfarið gav flest stig

Tíggjunda og seinasta umfarið, var tað umfarið føroyingarnir fingu flest stig, 7. Fleiri góð úrslit vóru í gjár, m.a. vann Janus Skaale (1765) á Jay A Carr (2086), Leif Reinert Fjallheim (1667) vann á Palmar Breidfjord  (1866) og Luitjen Akselsson Apol (1561) vann á Gerd Meier (1779). Helgi Dam Ziska (2553) telvaði javnt ímóti IM Bjørn Ahlander (2416). 

Les meira »

Reykjavik Open: Eygleiðingar frá eini mammu

Reykjavík Open: næstseinasta umfar Eg kendi ikki bisp fyri rók, áðrenn alt hetta byrjaði. Í mínum barndómi var talv ein dreingjadagdvølja burturav, men eldri beiggi mín lærdi meg at spæla dam, so eg visti um finnu, hon drepur á skák. Einaferð las eg eisini eina skaldsøgu, Dronninggambit, kallaðist hon. Minnist meg rætt, var hetta ein kærleikssøga har høvuðspersónurin telvaði seg fram til ta røttu, og eg royndi at imponera onkran garvaðan telvara, tí eg kendi orðið gambit.

Les meira »

Reykjavik Open: Janus fingið gongd á

Í dagsins umfari, ið var tað 9. og næstseinasta, vóru fleiri góð úrslit hjá okkara telvarum. M.a. vann Janus Skaale (1765) á íslendska Gunnar Runarsson (2006), og Jón í Horni, ið vann á svenska Alexander Hart (1806). Hinir, ið fingu stig í dag vóru Luitjen A. Apol (1561), ið vann í føroyauppgerðini ímóti Benjamin R. Fjallheim (1322), Helgi D. Ziska (2553) telvaði javnt móti IM Bjørn Thorfinnsson (2413), Leif R. Fjallheim (1667) telvaði javnt ímóti Dustin Tennessee Opasiak (1885), Elmar R. Fjallheim telvaði javnt móti Ingrid Jodre Kvamme (1444) og Allan Nielsen telvaði javnt ímóti Svava Thorsteinsdóttir (1358). Samanlagt gav hetta okkara telvarum 5 stig.

Les meira »

Reykjavik Open: 6. umfar – Aftur 5½ stig í dag

Í dagsins umfari fingu føroyingarnir 5,5 stig. Janus Skaale, Margar M. Berg,  Luitjen A. Apol og Leif R. Fjallheim vunnu síni talv, meðan Helgi D. Ziska, Heiðrikur T. Jacobsen og Suni í Horni Nielsen telvaðu síni talv javnt. Størsta (hálva) skalpin má Suni nokk eiga, tá hann telvaði javnt móti telvara, ið er styrkismettur 557 ratingstig hægri. Úrslitini hjá Luitjen, Janusi og Heiðriki vóru eisini góð, tí mótstøðumenninir vóru eisini væl hægri styrkismettir.

Les meira »

Reykjavik Open: Støðan eftir 4. umfar

Eftir 4 umfør er Helgi D. Ziska fremstur av føroyingunum við 3 stigum, og liggur hann samanlagt á einum 57. plássi. Honum næstir eru Allan Nielsen og Jón í Horni Nielsen við 2 stigum. Allir teir føroysku telvarnir hava fingið stig. 5. umfar byrjar kl. 16 føroyska tíð í dag.

Les meira »

Reykjavik Open: Flotti sigurin hjá Jón í 3. umfari

Her sæst talvið hjá Jón í Horni Nielsen (1454) frá 3. umfari, har hann flott vann á Alex Fehr (2102). Talvið var opið og spennandi, og báðir telvarar fóru í álop. Jón telvaði miðspælið væl og endaði við eini finnu meira. Jón vísti, at hann ikki er unglingaføroyameistari fyri onki, og hann telvaði rókaendatalvið sera neyvt, og fekk hálað tað heila stigið heim, har ein annars við óneyvleikum lættliga kann spæla av við avgerandi fyrimunin. Flott Jón, og tillukku við sigrinum!

Les meira »