Runavík Open – Soltið hjá føroyingum

Eingin av føroysku telvarunum formáddi sær nakað móti sterku útlendsku mótstøðuni í øðrum umfari í altjóða talvkappingini Runavíkar Open í Løkshøll mánadagin. Helgi Dam Ziska mátti sættst við remis (javnleik) við svarta fólkinum móti næstbesta føroyinginum á altjóða styrkilistanum, føroyameistaranum Rógva Egilstoft Nielsen. Sandavágsmaðurin gav føroyska stórmeistaranum ein skarpan gang og helt tørn allan vegin. Eitt skifti var líkt til, at Helgi fór at knógva honum, men í góðum mótálopi eydnaðist Rógva at fáa upp javna støðu. Spennandi at síggja, um Rógvi fer at halda á við góðu telvingini komandi dagarnar. Kappingin átti at verið gylt høvi hjá gávuríka vágamanninum at fara eftir einum IM-normi.

Les meira »

Runavík Open: Einki óvæntað úrslit

Eingin av teimum sterku telvarunum snávaðu í fyrsta umfari í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll í gjárkvøldið. Men tað var um reppið, at ein lítil sensasjón brast. Tann blaðungi Luitjen Apol – abbasonur navnan og fyrrverandi fleirfalda føroyameistaran – mundi tikið Olaf Berg á bóli. Olaf, sum er ein av allarbestu telvarum í landinum, tóktist eina løtu ikki at grynna í støðuni, men við øllum snildum og hollum royndum eydnaðist honum kortini at snýta unglingin og vinna.

Les meira »

Talvfrásøgn: Nordisk Mesterskab 2016 i Sastamala, Finland

Nordisk Mesterskab 2016 i Sastamala, Finland. Jeg havde spillet skak i Finland før. I 1985 i Pohja spillede vi på et sportscenter langt ude i skoven, 20 kilometer fra den nærmeste by. En turnering som Jens Christian Hansen sikkert mest husker, fordi hans kuffert aldrig nåede frem. Så mine alarmklokker begyndte at bimle, da jeg på min forespørgsel om forskellige hoteller fik at vide, at der kun var ét, da spillestedet lå “in the midle of nowhere”. Alligevel var jeg ikke forberedt på det, jeg endte i. Spillestedet, “Ellivuori”, viste sig at være et feriecenter langt ude i skoven. Der var 6 kilometer til nærmeste busstoppested og 13 kilometer til nærmeste butik. Man kunne intet købe på stedet, ud over hvad der var i restauranten og baren. Havde jeg vidst det, havde jeg selvfølgelig selv medbragt chokolade og øl…. Manden, der kørte de islandske spillere, havde advaret dem, og kørte …

Les meira »

Altjóða talvkapping í Runavík

Stór altjóða talvkapping verður í Føroyum í komandi viku. Kappingin verður í Løkshøll í Runavík. Telvað verða níggju umfør frá mánadegnum 21. november til 28. november. Tveir av døgunum er dultumfar. Seks stórmeistar og fimm altjóða meistarar eru í kappingini. Tá rokna vit Helga Dam Ziska sum stórmeistara, tó at hann er ikki formliga tilnevndur enn. Tað verður hann helst ikki fyrr enn á ráðstevnu í Doha seinni í desember. Men hóast stórmeistaraheitið er tryggjað, verður hann av kappingartekniskum ávum roknaður sum altjóða meistari í hesi kappingini. 

Les meira »

Liðkappingin 2016/17 – Havnin økir

Alt bendir á, at FM-stríðið í landskappingini í talvi í vetur fer at standa millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag, sum hevur vunnið meistaraheitið seinastu fýra árini. Dystirnir í triðja umfari vóru sunnudagin. Oddaliðið úr Havn gjørdi bart móti Kollafirði og vann 4-0. Sandavágur fekk 3½ móti øðrum liði hjá Klaksvík. Havnarmenn otaðu seg tí eitt hálvt stig aftrat undan sandavágsmonnum, men munurin er bara eitt stig.

Les meira »

NM úttøkukapping

Úttøkukapping til NM verður í desembur mánaði. Tað er ikki endaliga avgjørt, um tað verður fyrsta ella næsta vikuskifti, men tað verður boðað frá sum skjótast. Í hesum sambandi verður eisini gjørt vart við, at luttøku í Runavík Open telur við í úttøkuni til NM. Tað er ikki krav hjá unglingum at luttaka. Men enda telvarar javnir í úttøku kappingini, harav annar hevur luttikið í Runavík Open, meðan hin ikki, so verður luttøka í Runavík Open mett hægri. Talvsamband Føroya

Les meira »

John Rødgaard Norðurlendskur meistari fyri seniorar

John fer at skriva meiri um Norðurlandameistaraheitið, men her kemur ein samandráttur. Undertegnede deltog i perioden 21.-30. oktober i Nordisk Mesterskab i skak. I den øverste række spillede man om det ”rigtige” Nordiske Mesterskab. Det blev overbevisende vundet af den svenske stormester Erik Blomqvist, der scorede 7 points i de 9 partier. Nr. 2 blev den 17-årige dansker, Martin Percivaldi, som med sine 6 points scorede en GM-norm. Nr. 3 blev den svenske stormester, Alex Smith med 5½ points.

Les meira »

Havnin á odda

Annað umfar í liðkappingini í talvi var um vikuskiftið. Í 1. deild eru Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag lopin avstað undan hinum. 

Les meira »

ST-Open 2016

Fyrsta open kapping, í hesum kappingarárinum, verður í Sandavági í vikuskiftinum.

Les meira »

GP 2 í Sandavági

GP 2 verður í Sandavági leygardagin 29. oktobur kl. 13.00. Telvað verður í talvhølinum hjá Sandavágs Talvfelag. Kappingarskipan: Kviktalv 10 min + 5 sek/leik, 7 umfør.

Les meira »