Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 9)

Seinastu Tíðindini

Næstbest í smálandakappingini

Tað eydnaðist ikki føroyska talvlandsliðnum at endurvinna kappingina fyri smátjóðir í Evropa á hesum sinni.

Andorra vann hesa áttandu kappingina suðuri á Jersey. Føroyar endaðu nummar tvey av teimum tíggju liðunum. Føroyar vunnu sjey dystir, taptu ein og telvaðu ein javnan. Úrtøkan var 15 dystarstig og 26 borðstig.

Les meira »

Vunnu á Guernsey og Kýprós

Føroyska talvlandsliðið gjørdi gott hál í smálandakappingini suðuri á Jersey í dag. Vunnið varð bæði í morgun og í kvøld. 
 
Móti Guernsey vunnu føroyingar á øllum fýra borðum. Kýprós gav okkum dyggari mótstøðu í kvøld. Tá komið var hálva leið, høvdu vit bara hálvt stig, men tíbetur vóru okkara menn á ovaru borðunum báðir við yvirlutan. 
 
Vit vunnu tí 2½-1½ á Kýprós. Føroyar hava nú otað seg av fimta plássi fram á triðja plássið, men enn eru Andorra og Luksemburg fremri.

Les meira »

Nógvir um boðið

Eingin heilt greiður favorittur sæst eftir fyrstu trý umførini í smálandakappingini í talvi fyri smátjóðir í Evropa suðuri á Jersey.
 
Føroyska liðið tapti lykladystin móti Luksemburg í fyrsta umfari. Síðani hava Føroyar vunnið báðar dystirnar í dag – í morgun á Malta og í kvøld á Liktinstein.
 
Føroyar eru á fjórða plássi sum er. Andorra, Monako og Luksemburg eru fremri. 
 
Í fjórða umfari í morgin telva Føroyar móti oddaliðnum Andorra.

Les meira »

Innbjóðing til Liðkapping fyri børn 5. nov.

 

Sunnudagin 5. november er liðkapping fyri børn aftur, hesaferð á Skúlatrøð í Klaksvík. Kappingin byrjar kl. 13:00.

 

4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini hava upp til 2 útskiftarar við. 5 umfør verða telvað. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku og fáa 10 minuttir í part til talvið, umframt, at fyri hvønn leiktan leik verða 5 sekund lagt afturat klokkuni. Les meira »

Úrslit frá barnakappingini í Runavík

Sunnudagin 28. oktober, var barnatalvkapping fyri lið hildin í Skúlanum við Løkin í Runavík. Aftur hesaferð var fantastisk uppmøting, við heili 19 liðum. Hettar svarar til 76+ børn, umframt venjarar, foreldur og systkin sum áskoðarir. Stemningurin var góður, og børnini hugnaðu sær, bæði við í ímillum talvini. Les meira »

Talvlandsliðið á ferð

 

 
 
Føroyar vunnu seinastu smálandakappingina í talvi. Hon var á Malta í desember 2021. Tá mannaðu hesir føroyska liðið. F.v.: John Rødgaard, Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, Jón í Horni Nielsen og Helgi Dam Ziska. Stórmeistarin er ikki við hesaferð.
 
 
Spenningur á Jersey
 
Tað er lagt upp til spennandi talvkapping á Jersey. Har fara komandi dagarnar tíggju lið úr smátjóðum í Evropa at kappast í sonevndu Small Nations kappingini fyri talvlandslið.
 
Trý lið tykjast fullkomiliga jøvn. Føroyar, Andorra og Luksemburg. Føroyar hava miðalratingstyrkitalið 2278, Andorra 2277 og Luksemburg 2276. Javnari fær tað ikki verið.
 
Føroyska liðið er hesaferð mannað soleiðis: 1. Høgni Egilstoft Nielsen (ST) 2. Martin Poulsen (HT). 3. John Rødgaard (VT)  4. Luitjen A. Apol (HT) 5. Jón í Horni Nielsen (ST). Talvsambandið leggur dent á, at ein unglingatelvari sleppur upp í part á landsliðnum til smálandakappingina.
 
Hini liðini eru Kýprós, Liktinstein, Jersey, Guernsey, Malta, San Marino og Monako. Øll liðini telva ein dyst hvørt móti øðrum. Byrjað verður í morgin, og kappingin endar týsdagin 4. november.
 
 
Skert føroyskt lið
 
Hóast føroyska liðið er tepur ratingfavorittur at endurvinna kappingina, kundi føroyska liðið verið uppaftur sterkari. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska telvar ikki á landsliðnum sum er. 
 
Avtalan, sum gjørd var millum Talvsambandið og Helga Dam Ziska, tá hann bleiv stórmeistari í 2016, er farin úr gildi, og partarnir eru ikki komnir til sættis um eina nýggja avtalu. 
 
Sum skilst hevur tó samband aftur verið millum partarnar, og talv-Føroyar vóna, at stórmeistarin verður aftur á landsliðnum, tá talvolympiada verður í Budapest næsta ár.
 
Umframt Helga Dam Ziska, eru Rógvi Egilstoft og John Arni Nilssen heldur ikki við á Jersey. Rógvi verður kortini við, tá landsliðið um miðjan november fer at kappast í stóru EM-talvstevnuni í Montenegro.
 
Jøvnu favorittliðini í evropeisku smálandakappingini í Jersey eru mannað soleiðis:
 
 
  5. Faroe Islands (RtgAvg:2278 / TB1: 0 / TB2: 0)
Bo.
 
Name
Rtg
FED
FideID
Pts.
Games
1
FM
2386
FAI
0
0
2
FM
2289
FAI
0
0
3
IM
2285
FAI
0
0
4
 
2152
FAI
0
0
5
 
2092
FAI
0
0
 
  6. Luxembourg (RtgAvg:2276 / TB1: 0 / TB2: 0)
Bo.
 
Name
Rtg
FED
FideID
Pts.
Games
1
IM
2442
LUX
0
0
2
WGM
2280
LUX
0
0
3
IM
2253
LUX
0
0
4
 
2130
LUX
0
0
5
 
2053
LUX
0
0
 
10. Andorra (RtgAvg:2277 / TB1: 0 / TB2: 0)
Bo.
 
Name
Rtg
FED
FideID
Pts.
 
1
GM
2437
AND
0
0
2
FM
2350
AND
0
0
3
CM
2152
AND
0
0
4
CM
2167
AND
0
0
 
 
Landskappingin útsett
 
Av tí at landsliðið er farið til stroks í Evropa, verða nakrir dystir í 1. deild í føroysku landskappingini útsettir. Telvast skuldi av røttum nú um vikuskiftið, men hetta er nú broytt.
 
Dystirnir talan er um, eru hesir:
 
3. umfar
Klaksvík 1 – Sandavágur 1
Havnin 1 – Sandavágur 2
 
4. umfar
Klaksvík 1 – Havnin 1
Sandavágur 1 – Klaksvík 2 

 

Dystirnir í 3. umfari verða fluttir til leygardagin 2. desember, meðan dystirnir í 4. umfari verða fluttir til sunnudagin 3. desember. 

 

Kappingarskrá Unglingar, 2023/2024

 

Liðkappingin 2023-24, Unglingar      
           
1. umfar, 18.10.2023 kl. 18.00   6. umfar, 31.01.2024 kl. 18.00  
           
Lið Úrslit Lið Lið Úrslit Lið
Gøtu Talvfelag 1 Gøtu Talvfelag 2 Gøtu Talvfelag 2 Stranda Talvfelag 1
Havnar Telvingarfelag 1    Havnar Telvingarfelag 2 Sandavágs Talvfelag 1 Klaksvíkar Talvfelag 1
Tofta Talvfelag 1    Stranda Talvfelag 1 Gøtu Talvfelag 1 Talvfelagið Rókur 1
Talvfelagið Rókur 1    Klaksvíkar Talvfelag 1 Havnar Telvingarfelag 1 Tofta Talvfelag 1
Sandavágs Talvfelag 1 0 – Fríumfar Havnar Telvingarfelag 2 0 – Fríumfar
           
2. umfar, 01.11.2023 kl. 18.00   7. umfar, 14.02.2024 kl. 18.00  
           
Lið Úrslit Lið Lið Úrslit Lið
Stranda Talvfelag 1 Talvfelagið Rókur 1 Talvfelagið Rókur 1 Havnar Telvingarfelag 1
Havnar Telvingarfelag 2 Tofta Talvfelag 1 Klaksvíkar Talvfelag 1 Gøtu Talvfelag 1
Gøtu Talvfelag 2 Havnar Telvingarfelag 1 Stranda Talvfelag 1 Sandavágs Talvfelag 1
Sandavágs Talvfelag 1 Gøtu Talvfelag 1 Havnar Telvingarfelag 2 Gøtu Talvfelag 2
Klaksvíkar Talvfelag 1 0 – Fríumfar Tofta Talvfelag 1 0 – Fríumfar
           
3. umfar, 15.11.2023 kl. 18.00   8. umfar, 28.02.2024 kl. 18.00  
           
Lið Úrslit Lið Lið Úrslit Lið
Havnar Telvingarfelag 1 Sandavágs Talvfelag 1 Sandavágs Talvfelag 1 Havnar Telvingarfelag 2
Tofta Talvfelag 1 Gøtu Talvfelag 2 Gøtu Talvfelag 1 Stranda Talvfelag 1
Talvfelagið Rókur 1 Havnar Telvingarfelag 2 Havnar Telvingarfelag 1 Klaksvíkar Talvfelag 1
Klaksvíkar Talvfelag 1 Stranda Talvfelag 1 Tofta Talvfelag 1 Talvfelagið Rókur 1
Gøtu Talvfelag 1 0 – Fríumfar Gøtu Talvfelag 2 0 – Fríumfar
           
4. umfar, 29.11.2023 kl. 18.00   9. umfar, 13.03.2024 kl. 18.00  
           
Lið Úrslit Lið Lið Úrslit Lið
Havnar Telvingarfelag 2 Klaksvíkar Talvfelag 1 Klaksvíkar Talvfelag 1 Tofta Talvfelag 1
Gøtu Talvfelag 2 Talvfelagið Rókur 1 Stranda Talvfelag 1 Havnar Telvingarfelag 1
Sandavágs Talvfelag 1 Tofta Talvfelag 1 Havnar Telvingarfelag 2 Gøtu Talvfelag 1
Gøtu Talvfelag 1 Havnar Telvingarfelag 1 Gøtu Talvfelag 2 Sandavágs Talvfelag 1
Stranda Talvfelag 1 0 – Fríumfar Talvfelagið Rókur 1 0 – Fríumfar
           
5. umfar, 17.01.2024 kl. 18.00        
           
Lið Úrslit Lið      
Tofta Talvfelag 1 Gøtu Talvfelag 1      
Talvfelagið Rókur 1 Sandavágs Talvfelag 1      
Klaksvíkar Talvfelag 1 Gøtu Talvfelag 2      
Stranda Talvfelag 1 Havnar Telvingarfelag 2      
Havnar Telvingarfelag 1 0 – Fríumfar      

 

 

Lið Kontaktpersónur Telefon
Gøtu Talvfelag 1 Petur Páll Mikkelsen 282082
Gøtu Talvfelag 2 Petur Páll Mikkelsen 282082
Havnar Telvingarfelag 1 Sjúrður Thorsteinsson 230814
Havnar Telvingarfelag 2 Sjúrður Thorsteinsson 230814
Klaksvíkar Talvfelag 1 Tummas Martin Sólsker 295054
Sandavágs Talvfelag 1 Ingi Wiberg 257601
Stranda Talvfelag 1 Petur Meinhard Magnussen 288411
Talvfelagið Rókur 1 Mortan Mørkøre 276765
Tofta Talvfelag 1 Sigurd Joensen 285303