Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 8)

Seinastu Tíðindini

Innbjóðing til FM-Snar og FM-Kvik

Komandi vikuskifti verður Víkingahúsið (fótbóltshúsið) í Gøtu karmur um FM-Snar og FM-Kvik 2023, dagarnar 24. og 25. november.

Byrjað verður leygardagin kl. 13.30, tá FM-Snar verður telvað. Sunnudagin kl. 13.30 verður FM-Kvik telvað. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingunum, bæði roynd og óroynd. Tað er ikki krav at luttikið verður í báðum kappingunum. Les meira »

Føroyar í stórum stíli

Allir brosa í kvøld eftir góða úrslitið í Montenegro. F.v. Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, John Rødgaard og Martin Poulsen.
 
So eydnaðist tað endiliga.
 
Føroyar vunnu í kvøld sín fyrsta dyst í stóru EM-stevnuni fyri talvlandslið suðuri í Montenegro. Og tað so ruddiliga eisini. 3½-½ vunnu Føroyar á Skotlandi. Vorðið sum, má sigast.
 
Úrslitið kundi tó lættliga verið eitt annað. Á 1.- og 3. borði breyt í bæði borð. Egilstoft-brøðurnir úr Sandavági vóru báðir í hørðum víggi, og leingi var fryktandi fyri, at tap var í hendi. Men er støðan í talvinum spent og taktiskt lødd sum í dag, dusa vágamenninir sær fimir og ekkaleysir sum fiskurin í sjónum. Og endin var eisini tann, at báðir syftu sínar mótstøðumenn í dýrastu tíðarneyð og í ógreiðum støðum. 
 
Skotski oddamaðurin fór øvugtur í eina einfalda fellu, sum Høgni legði fyri hann, og á triðja borði festi Rógvi í eitt litfagurt fýrverk, tá hann setti mótstøðumannin skák og mát úti á borðinum eftir at hava offrað bæði rók og riddara. Eitt sera flott offurálop – Rógva so líkt.
 
Høvdu vit, sum fylgdu við á netinum, ampa av Høgna og Rógva, tí tú visti ikki, hvønn veg tað mundi fara hjá teimum, so gav Martin Poulsen okkum afturímóti ein frið í sálina, tí vann sær tíðliga ein lítlan fyrimun, og stútt og stigvíst telvaði hann seg til sigurs uttan stórvegis hóvasták. John Rødgaard stóð eisini væl, eitt lítið vet høgligari, men endin var, at hann mátti sættast við remis. 
 
Føroysku telvararnir gjørdu ein ordans vørr í EM-kappingini í Montenegro í kvøld. Vit vunnu heili 3½ – ½ á Skotlandi. F.v. Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Poulsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.
 
 
5. umfar (15. november) EM í Budva (Montenegro)
Skotland – Føroyar ½ – 3½
1. IM Andrew Muir 2227 – Høgni Egilstoft Nielsen 2387 0 – 1
2. Graham Morrison 2221 – Martin Poulsen 2291             0 – 1
3. Martin Micthell 2186 – Rógvi Egilstoft 2254                    0 – 1
4. Jonathan Grant 2150 – IM John Rødgaard 2281           ½ – ½
 
Við sigrinum í dag togaðu Føroyar seg fram á 35. plássið. Vit hava Skotland, Finnland og ungdómslandsliðið hjá Montenegro aftanfyri okkum. Og tað verður teimum, ið telvast skal ímóti í sætta umfari fríggjadagin. Í morgin er frídagur í EM-kappingini.
 
 
 
 
Onnur úrslit í 5. umfari:
 
Armenia – Týskland 1 – 3
Aserbadsjan – Montenegro 3 – 1
Rumenia – Pólland 3 – 1
Ongland – Grikkaland 2½ – 1½
Italia – Holland 1 – 3
Moldova – Norra 2 – 2
Spania – Svøríki 1½ – 2½
Danmark – Frakland 1½ – 2½
Ísland – Slovenia 0 – 4
Finnland – Kosovo 1½ – 2½
 
 
Oddastøðan eftir fimm umfør:
 
1. Týskland 9 (dystarstig)
2. Serbia 8
3. Rumenia 8
4. Holland 8
5. Ongland 8

Sama søga

Tað gongur ikki illa hjá føroysku telvarunum í krútsterku EM-stevnuni í Montenegro, tó at vit hava tapt allar dystirnar higartil. 
 
Triðja dagin á rað taptu okkara menn 2½-1½. Hesaferð møttu vit eykamonnunum hjá vertstjóðini. Tað endaði aftur javnt á trimum av fýra borðum. Men so tapa vit fjórða talvið og harvið dystin.
 
Í dag var tað Rógvi Egilstoft, sum lá eftirá. Rógvi hevur annars verið ósigraður í kappingini higartil. Mótstøðumenninir høvdu hægri styrkitøl á fremstu trimum borðunum, men mótstøðuliðið er bara eitt pláss ovari enn vit í styrkismetingini.
 
Martin Poulsen fekk eitt kærkomið remis í dag. Hann hevði svarta fólkið móti altjóða meistara við væl hægri styrkitali, men í dag hepnaðist tað, sum mishepnaðist í gjár.
 
Høgni og John halda fast um góðu gongdina, og fingu báðir remis.

Les meira »

Innbjóðing: FM fyri gentur 2023

Ein spennandi talvkapping verður sunnudagin, 19. november í skúlanum á Strondum: hettar er FM fyri gentur 2023.

Kappingin verður skipað sum ein kapping, har ið tíðin á klokkuni er 10 minuttir í part + 5 sekund per leik; tó, umframt føroyameistaraheitið, verður eisini kappast um at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið 2024 fyri gentur í 3 ymiskum aldursbólkum. Les meira »

Aftur ein tepur ósigur

Føroyska talvlandsliðið í kvøld undir eftirmetingini av dagsins dysti. Her er tað avgerandi støðan í talvinum hjá Martini, sum teir hava frammi. F.v.: John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og Martin Poulsen.
 
 
Dysturin móti Norðurmakedónia í triðja umfari í stóru EM-stevnuni í Montenegro í dag gjørdist ein endurtøka av dystinum móti Sveis í gjár. 
 
Vit taptu 2½-1½. Remis á trimum borðum, hin fjórði við undirlutan. Martin Poulsen var aftur hann, sum mátti lúta.
 
Henda dystin kundu vit tað sama vunnið. Talvforritið, sum sett er at rokna støðurnar út, segði føroysku telvararnar vera við yvirlutan á øllum borðum. Og eingin stóð so væl sum Martin Poulsen. Hann hevði vinnandi støðu longu eftir tjúgu leikir.  
 
Tá ræður um at lesa støðuna rætt og ganda fram bestu leikirnar. Her eru tvørrandi royndirnar á høgum stigi sum í hesi kappingini ein veikleiki hjá føroysku telvarunum. Og kanska er virðingin – óttin – í størra lagi viðhvørt. Tað ber í sær, at okkara menn hugsa og hugsa, og hava tessvegna ov knappa tíð eftir, tá ið tað sansar at.
 
Martin forkom sær góðu støðuni og tapti. Tað var stórt spell, tí hann hevði telvað væl. Afturímóti eydnaðist hinum at halda tørn. Brøðurnir Høgni og Rógvi tykjast at hava funnið formilin til tann internationala stílin, sum er so avgerandi í kappingum við so harðari mótstøðu. Tað snýr seg fyrst og fremst um at telva trygt. Ikki at taka sær óráð fyri. Martin er kompromisleysur telvari. Sama er Rógvi. Men Rógvi tykist kortini hava funnið eina hóskandi javnvág millum dynamisku telvingina uttan at taka ov stóran vága á seg. Tann balansan er hárfín.
 
Rógvi og Høgni hava staðið seg heilt væl higartil. Við hetta lag kann møguleikin fyri IM-normum vera til staðar. Høgni hevur tveir, Rógvi ein. Neyðugt er við trimum normum fyri at gerast IM-ari – altjóðari meistari. Annað krav er, at styrkitalið er ella hevur verið 2400 sum minstamark. Tað hevur tað verið hjá Høgna, men ikki hjá Rógva.
 
 
John ávegis í søgubøkurnar
 
Dysturin í dag var serstakur hjá okkum, tí hetta var landsdystur nummar 300 hjá John Rødgaard fyri Føroyar. 
 
Tað er heilt einastandandi. Spurningurin er, um hetta er met. Til annað er prógvað fara vit at siga, at hetta er heimsmet. Vit vita ikki um annan telvara, sum eigur so nógvar talvlandsdystir á baki.
 
Higartil hevur eingin eftirkannað og váttað, at talvið í dag var effinett dystur nummar 300 hjá John á føroyska landsliðnum. Men John hevur sjálvur roknað og lagt saman.
Og vit taka hann upp á orðið.
 
John hevur verið fastur fúsur til hvørja kapping, síðani hann byrjaði á føroyska landsliðnum fyri nærum fjøruti árum síðani. Hansara allarfyrsta talv fyri Føroyar man vera hitt kendasta av teimum øllum. 1. umfar á olympiaduni í Saloniki í 1984 móti Fraklandi – og fyrrverandi russiska heimsmeistaranum Boris Spasski á 1. borði. Remis! Eitt vegamót í føroyskari talvsøgu.
 
John hevur telvað á øllum talvolympiadum síðani 1984 við undantaki av 1986 og 2020. Føroyar vóru ikki við í Dubai í 1986, og olympiadan í 2020 varð avlýst vegna korona.
 
John Rødgaard hevur verið við í ikki færri enn 18 talvolympiadum, trimum EM-stevnum, trimum 8-landakappingum og átta smálandakappingum. Harumframt eru vinardystir móti Íslandi. Man nakar fara at gera honum kynstrið eftir?
 
Hjartaliga tillukku John!
 
John Rødgaard er nú 68 ár, men still going strong. Stóra rutinan og teoretiski kunnleikin, og hansara tryggi, internationali stílur kemur framvegis væl við hjá føroyska landsliðnum. 
 
 
 
Bo.
32
 
  North Macedonia
Rtg
36
 
  Faroe Islands
Rtg
2½:1½
17.1
IM
 
2405
FM
 
2387
½ – ½
17.2
FM
 
2379
FM
 
2291
1 – 0
17.3
IM
 
2441
FM
 
2254
½ – ½
17.4
IM
 
2377
IM
 
2281
½ – ½
 
 
Onnur úrslit
 
Av øðrum úrslitum í dag kann nevnast, at Ísland vann á Noregi. Norðmenn hava ikki mannað seg við øllum sínum bestu telvarum á hesum sinni, men teir hava kortini Magnus Carlsen. Og heimsins besti koppaði besta íslendinginum á 1. borði.
 
Danmark tapti tepurt 2½-1½ fyri Spania, Svøríki fekk bara eitt remis móti Aserbadsjan, sum er styrkismett ovast – javnleikinum syrgdi Nils Grandelius fyri á 1. borði. Og Finnland fekk 2-2 móti C-liðnum hjá Montenegro.
 
Pólland og Týskland hava lagt seg á odda eftir trý umfør. Tey hava sum einastu lond vunnið allar tríggjar dystir higartil.
 
Nøkur toppúrslit í dag:
 
Týskland – Serbia 2½ – 1½
Pólland – Frakland 2½ – 1½
Holland – Ísrael 2 – 2
Kekkia – Rumenia 1½ – 2½
Ongland – Kroatia 2 – 2
 
 
Montenegro B í morgin
 
Føroyar møta B-liðnum hjá Montenegro í morgin. Vertstjóðin hevur heili trý lið í kappingini. Montenegro B – ella ungdómslandsliðið, teir rópa – smurdi Skotland av í dag. Teir eru styrkismettir nummar 34.
 
Føroyar eru í løtuni nummar 37 av 38 liðum. 

Góvu Sveis ein skarpan gang

Føroyar móti Sveis í dag. F.v.: Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen á fremru borðunum. 
 
 
Góvu Sveis ein skarpan gang
 
Føroyska talvlandsliðið stóð seg væl í EM-kappingini í Montenegro í dag. Móti Sveis endaði tað remis á trimum borðum, og tað var meira enn roknað var við framman undan. Dysturin endaði 2½-1½ til Sveis. 
 
Høgni Egilstoft Nielsen tóktist vera greitt við yvirlutan á 1. borði, men tá ið á stóð í tíðartroti valdi hann tryggu loysnina og javnleikin. Rógvi kláraði aftur remis í dag eins og í gjár, og nú bragdaði eisini hjá John Rødgaard. Martin Poulsen mátti dvína við svarta fólkinum á øðrum borði. 
 
Samanumtikið eitt flott úrslit hjá Føroyum. Sveis – við tveimum stórmeistarum og tveimum altjóða meistarum á liðnum – er styrkismett sum nummar 28 í kappingini.
 
 
Bo.
36
 
  Faroe Islands
Rtg
28
 
  Switzerland
Rtg
1½:2½
17.1
FM
 
2387
GM
 
2556
½ – ½
17.2
FM
 
2291
GM
 
2505
0 – 1
17.3
FM
 
2254
IM
 
2436
½ – ½
17.4
IM
 
2281
IM
 
2422
½ – ½
 
 
Føroyar eru styrkismettar nummar 36 av 38 liðum. Vit hava Skotland og Kosovo aftanfyri okkum í styrkismetingini. Dystirnir móti teimum – helst møta vit teimum báðum – verða lykladystir.
 
 
Tap í hendi hjá Magnusi
 
Norra, sum er sterkasta talvtjóðin í norðurlondum, hevur vinglað í fyrstu dystunum í Montenegro. Í dystinum móti Eysturríki í dag frættist, at tap var í hendi hjá heimsins besta – Magnusi Carlsen. Honum eydnaðist kortini at bjarga sær javnleik. Men Norra tapti dystin 2½-1½. Í gjár var 2-2 móti Slovakia.
 
Danir hava fingið harða byrjan. Í gjár vunnu teir púra óvæntað á Aserbadsjan 2½-1½. Aserbadsjan er toppseedað í Montenegro. Í dag var Rumenia á skránni hjá dønum. Rumenia – styrkt við ungarska superstórmeistarnum Richard Rapport og sterka ukrainska stórmeistaranum Schevchenko – er styrkismett sum nummar tvey í kappingini. Danir stóðu seg aftur væl í dag, men taptu 2½-1½. Hin blaðungi Jonas Buhl Bjerre telvaði remis á 1. borði móti Rapport.
 
Íslendingar, sum fingu dyggan lúsing í dystinum móti Serbia í gjár, og taptu 4-0, vunnu í dag 3-1 á Kosovo. Svøríki og Finnland telvaðu sínamillum í dag. Svøríki vann 3-1.
 
Onnur úrslit í dag:
 
Týskland – Ungarn 2½-1½
Kekkia – Ongland 2-2
Armenia – Kroatia 2-2
Ísrael – Spania 2½-1½
Frakland-Turkaland 2½-1½
Holland – Grikkaland 2½-1½
Italia – Serbia 1½-2½
Slovakia – Aserbadsjan 1½-2½
 
Triðja umfar er í morgin. Byrjað verður klokkan 14. Enn er ikki greitt hvussu telvað verður. Á heimasíðu Talvsambandsins er leinki til kappingina.

Eitt remis móti Grikkalandi

Føroyar fingu við bit og slit eitt hálvt stig í fyrsta dystinum í EM-kappingini í talvi fyri landslið, sum byrjaði í Montenegro í dag.
 
Tað var Rógvi Egilstoft, sum á 3. borði fekk talvið javnt í dystinum móti Grikkalandi. Mótstøðumaðurin hevði hægsta styrkitalið á grikska liðnum, men sat kortini á 3. borði. Rógvi telvaði væl, og varðveitti javnvágina allan vegin.
 
Grikkaland, sum hevði stórmeistarar á øllum borðum, er styrkismett nummar 17 av teimum 38 liðunum í kappingini. Sætta norðurlandið, Finnland, tapti 3-1 fyri Ungarn.
 
Høgni og Martin hildu tørn í fleiri tímar, men so tók at dragna. John Rødgaard hevði tíðliga veikleikar at dragast við, tó at hann slapp í fronsku yndisbyrjanina.
 
 
1. umfar – 11. november (EM 2023)
Bo.
36
 
  Faroe Islands
Rtg
17
 
  Greece
Rtg
½ :3½
17.1
FM
 
2387
GM
 
2619
0 – 1
17.2
FM
 
2291
GM
 
2573
0 – 1
17.3
FM
 
2254
GM
 
2623
½ – ½
17.4
IM
 
2281
GM
 
2543
0 – 1
 
 
Føroyar móti Grikkalandi. F.v.: Høgni Egilstoft, Martin Poulsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.
 
 
Danmark útinti sensasjónina
 
Mest óvæntaða úrslitið í fyrsta umfari var, at Aserbadsjan, sum er styrkismett nummar eitt, var fyri púra óvæntaðum tapi móti Danmark. Danir hava allar sínar bestu telvarar við í Montenegro, men kortini hevði eingin ímyndað sær, at teir fóru at koppa gullfavorittunum. Mads Andersen tryggjaði 2½-1½ sigurin við at vinna á Mamedjarov.
 
Verri gekst Íslandi. Hóast teir eisini hava sínar bestu telvarar við í Montenegro, taptu teir heili 4-0 fyri Serbia í dag. Heimsins besti telvaði, Magnus Carlsen,  er oddamaður hjá Noregi, og hann vann á 1. borði móti Slovakia. Dysturin endaði 2-2. Svøríki við Nils Grandelius og Tiger Hillarp-Persson á odda var fyri teprum 1½-2½ ósigri móti sterka týska landsliðnum. Tað endaði javnt á trimum borðum, avgerðin fall á 4. borði.
 
Aserbadsjan, Rumenia, Týskland, Ongland og Armenia eru styrkismett frá nummar eitt til fimm.
 
Níggju umfør eru í alt. Telvað verður til 20. november. Ein frídagur er eftir fimta umfar. Enn er ikki greitt hvussu telvað verður í øðrum umfari í morgin. Byrjað verður klokkan 14.
 
Føroyar hava ongan eykamann, tí verður telvað við somu manning allar dystirnar. Tað er harður kostur, ikki minst hjá veteraninum John Rødgaard, sum nú er 68 ár. Skuldi onkur fingið forfall, noyðist liðleiðarin Ingolf Gaard at loysa av. 
 
Føroyska talvlandsliðið í EM-kappingini í Montenegro. F.v.: Martin Poulsen, Rógvi Egilstoft, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Ingolf Gaard, liðleiðari.

 

EM fyri landslið í talvi byrjar í dag

Seinasta EM-stevnan fyri landslið í talvi var í Slovenia í 2021. Myndin er haðani. Tá vóru Føroyar ikki við. Ukraina vann ta ferðina. Kappingin, sum er annaðhvørt ár, byrjar í dag í Montenegro. Føroyar eru nú við aftur. Vit eru styrkismettar naummar 36 av 38 liðum.
 
 
Risastór avbjóðing
 
Seinnapartin vóru fyrstu leikirnir fluttir í EM-stevnuni fyri landslið í talvi. Kappingin er í Budva í Montenegro. 38 lond eru við. Av smátjóðunum í Evropa eru Føroyar einsamallar millum tey stóru. Einki av hinum níggju liðunum í smálandakappingini, sum júst hevur verið í Jersey, er við í EM-kappingini.
 
Hetta er triðja ferðin, at Føroyar eru við. Fyrsta ferðin var í 2015. Tá var telvað í Íslandi. Talvsambandið setti tá sum treyt, at vóru fimm teir fremstu av okkara telvarum til dystin fúsir, so varð meldað til. Sama var í 2017. Báðar ferðir mannaðu somu fimm telvarar føroyska liðið.
 
Úrslitini vóru nøktandi. Vit hildu okkara styrkismeting báðar ferðir. Tá eydnaðist at fáa góð úrslit móti okkara javnlíkum, og í teimum torføru dystunum hepnaðist eftir umstøðunum væl í fleiri førum. Eitt av bestu einstøku dystarúrslitunum var 2-2 javnleikurin móti Danmark í Laugardalshøllini í 2015. Helgi og Rógvi vunnu á 1.- og 4. borði. Tað fløvaði sum vera man – ikki minst at Helgi koppaði sterkasta danska telvaranum, Sune Berg Hansen.
 
 
Eingin Helgi
 
Og nettupp tað, at føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska ikki er við hesaferð, ger, at nógv stendur á okkara telvarum. 
 
Helgi var ein tryggur brimgarður í dystum móti so sterkum liðum, sum kappast í EM. Á Kreta í 2017 var Helgi ósigraður á 1. borði í sjey dystum. Millum mótstøðuliðini vóru so frægar talvtjóðir sum Spania og Norra – Magnus Carlsen var tó ikki á 1. borði tann dagin. Helgi hevði 2618 í ratingavriki á Kreta í 2017. 
 
Í 2015 endaðu Føroyar nummar 34 av 36 liðum, og í 2017 vóru vit nummar 36 av 40 liðum. Úrtøkan hjá okkara monnum var henda:
 
EM 2015 (Reykjavík)
Føroyar 34 (36)
1. IM Helgi Dam Ziska 4½/8
2. IM John Rødgaard 1½/7
3. FM Høgni Egilstoft Nielsen 2/7
4. FM Rógvi Egilstoft 4/8
5. IM John Arni Nilssen 1/6
 
EM 2017 (Kreta)
Føroyar 36/40
1. GM Helgi Dam Ziska 4½/7
2. FM Høgni Egilstoft Nielsen 3½/9
3. FM Rógvi Egilstoft 4½/8
4. IM John Rødgaard ½/6
5. IM John Arni Nilssen 1½/6
 
 
Móti Grikkalandi
 
Í fyrsta umfari í dag telva Føroyar móti Grikkalandi, sum er styrkismett nummar seytjan. Teir hava stórmeistarar á øllum borðum.
 
Eitt hálvt stig í dag hevði verið kærkomið.
 
Til ber at fylgja við leik fyri leik á netinum. Eitt mið er heimasíðan chess24.com. Talvsamband Føroya fer helst at leggja leinki út.
 
Fyrstu leikirnir verða fluttir klokkan 14 í dag. Hesir telva í dag í dystinum millum Føroyar og Grikkaland:
 
 
1. umfar (EM-stevna í talvi – 11. november 2023)
 
o.
36
 
  Faroe Islands
Rtg
17
 
  Greece
Rtg
 
17.1
FM
 
2387
GM
 
2619
 
17.2
FM
 
2291
GM
 
2573
 
17.3
FM
 
2254
GM
 
2623
 
17.4
IM
 
2281
GM
 
2543