Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 57)

Seinastu Tíðindini

Javnleikur í síðsta dysti

Føroyar telvaðu javnt 2-2 móti Trinidad & Tobago í síðsta umfari á talvolympaiduni í Georgia í dag.

Martin Poulsen vann, John Rødgaard og Olaf telvaðu javnt, og Helgi Dam Ziska tapti. Helgi var ósigraður fyri dystin í dag, so tað mundi koma honum ógvuliga dátt við, at hann tapti við hvíta fólkinum fyri mótstøðumanni við 300 ratingstigum færri. At síggja til forroknaði hann seg í einfaldari støðu.

Javnleikurin ber í sær, at Føroyar enda nummar 103 í røðini av teimum 185 liðunum í kappingini. Vit vóru styrkismettir nummar 76. Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá føroyska liðnum hesaferð. Allir uttan Martin Poulsen ganga aftur í rating.

Les meira »

Uppreisn

Í dag gekk upp á stás hjá Føroyum á talvolympisku leikunum í Georgia. Okkara menn gjørdu bart og vunnu 4-0 á Ghana. Hetta er fyrsti dysturin, sum vit vinna við fullum stigatali. Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen vunnu allir.

Sveiggini eru stór hjá føroysku telvarunum í Batumi. Í gjár taptu vit 3-1 fyri Afghanistan, sum er styrkismett nummar 143, og í dag vunnu vit 4-0 á Ghana, sum er styrkismett nummar 141. Tann munurin, sum sambært styrkitølunum átti at komið til sjóndar og ruddað fyri greiðum føroyskum sigri í gjár, sást í staðin í dystinum í dag.

Allir okkara telvaðu væl í dag og vunnu sannførandi; fyrst Olaf, so Carl Eli, so Martin og til endans Helgi. Eingin ivi er um, at Helgi styrkir liðið munandi. Eitt er, at hann er okkara akker, men tað tykist, sum ernast hinir á liðnum eisini, tá ið hann er við.

Sigurin í dag sendir okkum av 126. plássi fram á sætið sum nummar 105 av teimum 185 liðunum í almennu kappingini. Vinna vit so aftur í morgin, taka vit okkum aftur eitt fitt lop longur fram í røðina. Um vit kunnu røkka upp hagar, ið vit eru styrkismettir – sum nummar 76 – er kanska ivasamt. Livst so spyrst.

Les meira »

Nýtt lágmark

Tað gongur illa hjá føroyska talvlandsliðnum í Georgia. Í dag taptu vit 3-1 fyri Afghanistan. Føroyska liðið er styrkismett nummar 76, Afghanistan nummar 143. Føroysku telvararnir høvdu á øllum borðum umleið 300 ratingstig fleiri enn afghansku mótstøðumenninir. Úrslitið er tí næstan óhoyrt. Les meira »

Stórsigur á Libya

Føroyska talvlandsliðið er farið undir eina endurreisn eftir íhald og sigursturk í nakrar dagar á talvolympiaduni í Georgia.
Í áttanda umfari í dag eydnaðist at vinna ruddiliga á Libya. Úrslitið var 3½-½. Olaf Berg, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen vunnu, og John Rødgaard telvaði javnt.

Les meira »

Vónbrot

Stígur er komin í hjá føroyska talvlandsliðnum á olympiaduni í Georgia. Í sjeynda umfari í dag taptu Føroyar 2½-1½ fyri Botswana. Hetta kom ógvuliga dátt við, tí Føroyar eru styrkismettar fjøruti pláss hægri enn afrikanska liðið. Fittur ratingmunur var eisini á øllum fýra borðum.

Les meira »

Helgi gjørdi bart

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska gjørdi eitt ordans hál á talvolympiaduni í Georgia í dag. Honum eydnaðist at vinna á 1. borði í dystinum móti Brasil, sum er sterkasta lið, ið Føroyar hava møtt í kappingini.

Les meira »

Mótstøðan harðnar

Føroyar taptu 3-1 fyri Avstralia í fimta umfari á talvolympiaduni í Georgia í gjár. Sum væntandi var, gjørdist mótstøðan í meira lagi. Á fremstu trimum borðunum hjá Avstralia sótu stórmeistarar, á fjórða borði høvdu teir telvara við altjóða IM-heiti. Avstralia er styrkismett nummar 41, Føroyar nummar 76. Les meira »

Vunnu á Malta

Føroyar vunnu við bit og slit á Malta í triðja umfari á talvolympiaduni í Georgia mikudagin. Úrslitið var 2½-1½.
Carl Eli Samuelsen gjørdist føroyskur sigursharri í dystinum. Hann vann við svarta fólkinum á 4. borði. Hinir tríggir, Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Martin Poulsen, telvaðu allir javnt.

Les meira »