Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 54)

Seinastu Tíðindini

Vunnu á Malta

Føroyar vunnu í dag fyrsta dystin í kappingini í talvi fyri smátjóðir í Evropa. Í fyrsta umfari vunnu vit á Malta, sum vit annars taptu fyri í fótbólti leygardagin.

Føroyar vunnu 2½-1½ í einum longum og drúgvum dysti. Helgi Dam Ziska og Hans Kristian Simonsen vunnu á ávikavist 1. og 4. borði, John Rødgaard telvaði javnt á 2. borði, og Sjúrður Thorsteinsson tapti á 3. borði. Les meira »

Aftur Malta í dag

Føroyar fáa longu í dag møguleikan at løna Malta ósigurin í fótbólti í gjár aftur.

Klokkan 15 í dag verða fyrstu leikirnir fluttir í sættu talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa. Í ár er stevnan í San Marino. Les meira »

Vágamenn hava munin

Støðan er óbroytt í oddanum eftir dystirnar í dag í næstsíðsta umfari í landskappingini í talvi.

Oddaliðini Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag vunnu bæði sínar dystir í dag 3-1. Vágamenn eru tí framvegis hálvtannað stig undan havnarmonnum. Avgerðin í kappingini fellur, tá oddaliðini bresta saman í seinasta umfari 6. apríl. Les meira »

Styrkilistin dagførdur

Altjóða talvsamgongan FIDE hevur nú í mars kunngjørt nýggjan, dagførdan styrkilista yvir øll londini í felagsskapinum.

Les meira »

Óbroytt í oddastríðnum

Dystirnir í áttanda umfari í landskappingini í talvi broyttu einki í FM-kapprenningini millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Bæði liðini tryggjaðu sær meinlíkar stórsigrar í dag. Støðan er tí óbroytt í oddanum – vágamenn eru framvegis hálvtannað stig undan havnarmonnum. Les meira »

Sterk FM-kapping í talvi

Árliga einstaklingakappingin um føroyameistaraheitið í talvi verður í ár skipað sum ein altjóða IM-kapping. Tríggir sterkir útlendskir telvarar vera við í meistaraflokkinum saman við sjey føroyskum telvarum. Hetta verður gjørt fyri at útvega føroyskum telvarum møguleikan at ogna sær sonevndan IM-norm, sum er eitt av krøvunum til at gerast altjóða meistari í talvi. Les meira »

Kappingin harðnar

Sandavágs Talvfelag er framvegis á odda í fremstu deildini í landskappingini, men havnarmenn ota seg nú fram á oddaliðið úr Vágum.

Munurin millum tey bæði fremstu liðini styttist við tveimum stigum eftir dystirnar í sjeynda umfari í dag. Les meira »

NM-frásøgn: Dagur 3

Norðurlandameistaraskapið í talvi fyri skúlaungdóm er av á hesum sinni. Samanumtikið kláraðu allir føroyingarnir seg væl, men tað var Luitjen Akselsson Apol, sum skaraði framúr, við at enda á einum flottum 2. plássi í sínum bólki.

Les meira »

NM-frásøgn: Dagur 2

Annar dagur royndist eisini væl hjá føroysku telvarunum, sum veruliga hava bitið frá sær, í NM kappingini í skúlatelving. Føroyingarnir eru væl lægri styrkismettir enn mótstøðumenninir, men tað sær ikki út til at ávirka okkara telvarar stórvegis. Les meira »