Sunnudagin 26/5-2019 kl. 14.00 verður fjórða, og seinasta, talvkappingin fyri børn og ung í hesum kappingarárinum, hildin í Kollfjarða Skúla. Les meira »
Seinastu Tíðindini
Úrslit frá kappingini fyri børn og ung Giljanesi
22 telvarar í 3 bólkum vóru møttir til triðu kappingina fyri børn og ung á Giljanesi í dag.
Les meira »Talvkapping fyri børn og ung, á Giljanesi leygardagin 11. mai
Leygardagin 11/5-2019 kl. 13.00 verður triða í røðini av fýra kappingum hildin í Skúlanum á Giljanesi.
Les meira »Úrslit frá barna- og ungdómskappingi í Havn
Fyrra vikuskifið var onnur av fýra talvkappingin fyri børn og ung hildin í Havn. 26 ungdómar luttóku í trimum bólkum, og spenningur var í øllum bólkunum.
Les meira »Benjamin Reinert Fjallheim Ársins Stjørnuskot
Benjamin Reinert Fjallheim varð kosin Ársins Stjørnuskot, og hóast ungan aldur, so hevur hann verið virkin í fleiri ár. Tað er sannuliga eisini uppiborið, at hann fekk heiðurin íár. Við greiðum meiriluta valdu feløgini Benjamin, sum fekk 64% av atkvøðunum.
Les meira »Luitjen Akselsson Apol ársins telvari
Luitjen Akselsson Apol sum varð kosin Ársins Telvari eftir steypakappingina, hevur havt eitt framúr gott kappingarár. Tað bleiv dyggiliga staðfest til atkvøðugreiðsluna, sum feløgini avgreiddu undir steypakappingini. Tað var als eingin ivi um úrslitið, Luitjen fekk 88% av atkvøðunum.
Les meira »Klaksvíkar Talvfelag steypavinnarar 2019
Leygardagin varð steypakappingin 2019 telvað í Klaksvík. 40 telvarir, úr fimm feløgum luttóku við tilsamans 6 liðum. Undirtøkan var nakað lakari enn undanfarnu árini, tá ið fleiri lið hava verið við, men tað gjørdi ikki kappingina minni spennandi, tí spenningurin helt sær til seinasta leik.
Les meira »Olaf hevði besta talvið
Ein dómsnevnd hevur nú tikið avgerð um, at Olaf Berg úr Havnar Telvingarfelag fær virðislønina fyri vakrasta talvið í FM-einstaklingakappingini í talvi á páskum.
Les meira »Eyka aðalfundurin verður 4. mei
Eyka aðalfundurin verður hildin leygardagin 4. mei kl. 16.00 (uml) – beint eftir steypakappingina.
Les meira »Steypakappingin 2019 verður 4. mei
Umframt kappingina er endamáli at draga samanum farna kappingarárið 2018/19 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.
Les meira »