Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 50)

Seinastu Tíðindini

Benjamin Reinert Fjallheim Ársins Stjørnuskot

Benjamin Reinert Fjallheim varð kosin Ársins Stjørnuskot, og hóast ungan aldur, so hevur hann verið virkin í fleiri ár. Tað er sannuliga eisini uppiborið, at hann fekk heiðurin íár. Við greiðum meiriluta valdu feløgini Benjamin, sum fekk 64% av atkvøðunum.

Les meira »

Luitjen Akselsson Apol ársins telvari

Luitjen Akselsson Apol sum varð kosin Ársins Telvari eftir steypakappingina, hevur havt eitt framúr gott kappingarár. Tað bleiv dyggiliga staðfest til atkvøðugreiðsluna, sum feløgini avgreiddu undir steypakappingini. Tað var als eingin ivi um úrslitið, Luitjen fekk 88% av atkvøðunum.

Les meira »

Klaksvíkar Talvfelag steypavinnarar 2019

Leygardagin varð steypakappingin 2019 telvað í Klaksvík. 40 telvarir, úr fimm feløgum luttóku við tilsamans 6 liðum. Undirtøkan var nakað lakari enn undanfarnu árini, tá ið fleiri lið hava verið við, men tað gjørdi ikki kappingina minni spennandi, tí spenningurin helt sær til seinasta leik.

Les meira »

Olaf hevði besta talvið

Ein dómsnevnd hevur nú tikið avgerð um, at Olaf Berg úr Havnar Telvingarfelag fær virðislønina fyri vakrasta talvið í FM-einstaklingakappingini í talvi á páskum. 

Les meira »

Steypakappingin 2019 verður 4. mei

Umframt kappingina er endamáli at draga samanum farna kappingarárið 2018/19 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.

Les meira »

4 ár er eingin aldur!

27. apríl verður onnur talvkapingin av 4, sum Talvsamband Føroya og talvfeløgini skipa fyri. Fyrsta kappingin varð telvað í Klaksvík, og var luttøkan á einari leið, tá talan er um fyrstu kappingina.

Les meira »

Helgi flott FM-hattrick

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska vann bæði meistaraheiti og altjóða kappingina, sum skipað var fyri í samband við FM-talvkappingina fyri einstaklingar, sum endaði í dag.

Les meira »