Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 47)

Seinastu Tíðindini

Talvsamband Føroya 50 ár

Hálv øld er nú liðin síðan menn komu saman at stovna eitt meginfelag fyri føroyska telving. Talvsamband Føroya var stovnað á fundi í Havn 14. februar í 1970. Talan er óivað um elsta sersamband innan kappingarítrótt í Føroyum.

Les meira »

NM í talvi byrjar í morgin

Árliga norðurlandameistarakappingin í talvi fyri børn og ung verður hildin um vikuskiftið. Danir eru vertir fyri kappingini hesa ferð, og telvað verður í Fredericia. Kappingin er skipað í fimm aldursbólkar við telvarum upp til 20 ár, og Norðurlondini hava tvey umboð í hvørjum bólki. Les meira »

Luitjen vinnari av Kjølur Open 2020

18 telvarar luttóku í Kjølur Open, sum varð telvað í vikuskiftinum. Vinnari av kappingini bleiv unga stjørnuskotið í føroyskari telving, Luitjen A. Apol úr Havnar Telvingarfelag. Les meira »

Vágamenn økja

Tumma fyri tumma økja sandavágsmenn um leiðsluna í kappingini við havnarmenn í landskappingini í talvi. Í dag otaðu vágamenn seg uppaftur hálvt stig aftrat frá fremsta avbjóðaranum, soleiðis at teir nú eru tvey stig undan í oddanum.

Les meira »

7. umfar í dag

Landskappingin í talvi er byrjað aftur í nýggja árinum. Fyrsta umfar í seinnu hálvu er farið afturum, og í dag verða leikirnir fluttir í sjeynda umfari í øllum deildum.
 

Les meira »

Kjølur-Open 2020

Kjølur-Open verður telvað vikuskiftið 07.-09. februar 2020. Telvað verður í frítíðarskúlanum Snjallabjalla. Øll eru vælkomin at lutttaka í kappingini.
Les meira »

Rókur-Open

Komandi vikuskiftið 17.-19. jan. 2020 verður Rókur-Open telvað í skúlanum á Oyrarbakka. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini. Les meira »

Felagsumfar í liðkappingini

Leygardagin 11.01.2020 verða øll talvini í liðkappingini telvað á Skúlatrøð í Klaksvík. Byrjað verður kl. 11.00.