Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 4)

Seinastu Tíðindini

Framvegis stórur spenningur

Tað stendur framvegis púra fast í hørðu kappingini um steyp og heiðursmerki í landskappingini í talvi.
Dystirnir í sjeynda umfari í landskappingini í talvi sunnudagin broyttu heldur einki í oddastríðnum. Tað er framvegis eitt stig á muni millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag.
 
Oddaliðini telvaðu bæði á Finsen í Havn. Havnarmenn høvdu ímóti sær B-liðið hjá Klaksvíkar Talvfelag, sum farna vikuskiftið koppaði A-liði felagsins, og sandavágsmenn telvaðu móti B-liðnum hjá Havnini.
 
Oddaliðini vunnu bæði ruddiliga 3½-½. Spenningurin er tí enn hin sami, nú trý umfør eru eftir.
 
 
1. deild – 7. umfar (28. januar)
 
Havnin 1 – Klaksvík 2  3½ – ½
Helgi Dam Ziska – Haldur S. Johansen 1 – 0
Carl Eli Samuelsen – Wille Olsen ½ – ½
Luitjen A. Apol – Heðin Gregersen 1 – 0
Sjúrður Thorsteinsson – Finnbjørn Vang 1 – 0
 
Haldur Suni gav stórmeistaranum ógvuliga skarpan gang á 1. borði. Tað tóktist ríða um snarið, men tá ið mest sansaði at í svárari tíðarneyð, snýtti Helgi dygga mótstøðumannin, sum næstan hevði betur uppiborið. Eitt spennandi talv.
 
Carl Eli var ikki mentur at syfta Willa, sum allan vegin varðveitti javnvágina, eisini í endatalvi við finnu minni.
 
Luitjen Akselsson Apol telvaði sera væl og vann í stórum stíli. Heðin Gregersen hevur annars havt góð úrslit í seinastuni, og vann m.a. eina av grand prix kappingunum í vetur.
 
Sjúrður vann í eyðkendum lagi við góðari, posisjónellari telving í longum talvi á Finnbjørn Vang, sum sær sjálvum líkur treiskaðist leingi og væl og støðugt fann kreativar loysnir undir torførum umstøðum.
 
Eitt gott úrslit hjá oddaliðnum móti sterkum mótstøðuliði.
 
 
Havnin 2 – Sandavágur 1  ½ – 3½
Suni Merkistein – Rógvi Egilstoft 0 – 1
Margar Berg – Høgni Egilstoft Nielsen 0 – 1
Heiðrikur Jacobsen – Silas Eyðsteinsson ½ – ½
Øssur Joensen – Jón í Horni Nielsen 0 – 1
 
So vóru vágamenn aftur fullmannaðir. Rógvi Egilstoft var við aftur eftir at hava lopið ein dyst um. Brøðurnir Egilstoft vóru aftur eirndaleysir á ovaru borðunum. Best sum tú heldur, at nú valdar friður á borðinum, so er ein kreativ, taktisk finta eftir, sum avger talvið. Heiðrikur var hin einasti, sum helt tørn á havnarliðnum móti vælsmurdu maskinuni hjá føroyameistarunum.
 
 
Klaksvík 1 – Sandavágur 2   2 – 2
Ólavur Simonsen – Torkil Nielsen ½ – ½
Terji Petersen – Bernhard Augustinussen ½ – ½
Rani Baldursson – Jón Atlason ½ – ½
Rani Nolsøe – Ingi Wiberg ½ – ½
 
Breiddin hjá Sandavágs Talvfelag er av álvara farin at síggjast í fremstu deildini. Annað lið hjá vágamonnum, sum flutti upp í fjør, hevur so ruddiliga staðfest sína støðu sum eitt væl skikkað lið í bestu deildini.
 
 
Støðan í 1. deild (eftir 7 umfør)
Havnin (1)  23 stig
Sandavágur (1 ) 22
Klaksvík (1 ) 14½
Sandavágur (2 ) 11
Klaksvík (2 ) 7
Havnin (2 ) 6½
 
 
Kollfirðingar á uppflytingarkós
 
Alt bendir á, at Kollafjarðar Talvfelag flytur upp aftur í bestu deildina eftir eitt ár í 2. deild. Hendir tað, verður takið helst at styrkja seg nakað, so at teir ikki gerast eitt elevatorlið. 
 
Hans Kristian Simonsen og Árant Djurhuus telva væl, men meira krevst enn so, skalt tú standa teg í bestu deildini. Torbjørn Thomsen hevði munað væl, fingu teir vakt hann úr dúri. Men kanska er ungdómurin framtíðin hjá felagnum í Norðstreymoy við stoltu talvsiðvenjuni?
 
2. deild (7. umfar)
Havnin 4 – Kollafjørður 1  1½ – 2½
Havnin 3 – Kongshavn 1  2 – 2
Klaksvík 3 – Kollafjørður 2  1½ – 2½
 
Støðan í 2. deild
Kollafjørður (1 ) 18½
Kongshavn (1 ) 14½
Havnin (3 ) 13
Klaksvík (3) 13
Kollafjørður (2) 12½
Havnin (4) 12½
 
 
Toftamenn suverenir
 
Toftamenn hava vunnið sær so høgliga leiðslu, at uppflytingin tykist teimum longu mest sum vís. 
 
Verri stendur til hjá Vestmanna Talvfelag, sum var háborgin fyri telving úti um landið tann tíð tað var. Tað er næstan syrgiligt at síggja henda gamla talvrisan í fríum falli – á veg niður í 4. deild. 
 
Gøtu Talvfelag er eisini dragnað, men har er nakað av ungdómstelving, sum kann geva teimum eina vón um bata í næstum.
 
3. deild (7. umfar)
Gøta – Vestmanna 2½ – 1½
Rókur 1 – Sandavágur 4  2½ – 1½
Sandavágur 3 – Toftir 1  ½ – 3½
 
Støðan í 3. deild
Toftir  22 stig
Sandavágur (3 ) 15
Rókur (1)  15
Sandavágur (4)  12
Gøta (1)  11
Vestmanna (1)  9
 
 
Stóru deildirnar
 
Í 4. deild eru liðini tíggju í alt, og í unglingadeildini níggju. Her telva liðini ein dyst hvørt móti øðrum.
 
4. deild (6. umfar)
Havnin 5 – Klaksvík 5  3 – 1
Toftir 2 – Strendur 1  ½ – 3½
Rókur 2 – Gøta 2  2½ – 1½
Klaksvík 4 – Kongshavn 2  4 – 0
Suðuroy – Sandavágur 5  (útsettur)
 
Støðan í 4. deild
Havnin  20
Klaksvík (4) 17
Strendur 16
Klaksvík (5) 16
Toftir (2) 10
Rókur (2) 9½
Suðuroy 9½ (tveir dystir útsettir)
Sandavágur (5) 8
Gøta (2) 4
Kongshavn (2) 2
 
 
Unglingadeildin (støðan)
Havnin 11½
Klaksvík 10½
Sandavágur 10
Gøta 9
Havnin 9
Rókur 8½
Strendur 7½
Gøta 6
Toftir 4
 
 
Telvað verður aftur 11. februar. Tá verða dystirnir í áttanda umfari spældir. 
 
Í 1. deild sær skráin soleiðis út (8. umfar):
Sandavágur 1 – Klaksvík 1
Sandavágur 2 – Havnin 1
Klaksvík 2 – Havnin 2
 
Landskappingin í talvi endar leygardagin 9. mars. Tá verða dystirnir í tíggjunda og seinasta umfari telvaðir.

Innbjóðing: HT snar

6. GP-kapping í hesum kappingarári verður telvað í talvhølunum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen komandi leygardag, 27. januar. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Les meira »

Innbjóðing: BGP5 í Runavík

Komandi leygardag, 27. januar, verður kviktalvkapping fyri børn í Skúlanum við Løkin í Runavík. Talan er um 5. kapping út av 10, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Runavík byrjar kl. 10:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek.
Les meira »

Úrslit: Barna Grand Prix 4 á netinum

Leygardagin 20. januar var barnatalvkapping telvað á netinum, á síðuni chess.com. Hettar var kapping nummar 4 út av 10 Barna Grand Prix kappingum, sum Talvsamband Føroya skipar fyri í ár. Telvað var í 2 aldursbólkum: 4.fl. og yngri og 5. fl. og eldri. 6 umfør vóru á skránni við tíðini 5 minuttir + 5 sekund. Les meira »

Innbjóðing: Barnatalvkapping á netinum

Leygardagin 20. januar kl. 13 verður barnatalvkapping á netinum. Øll børn eru vælkomin at royna seg í kappingini, bæði roynd og minni roynd.

Telvað verða 6 umfør við tíðini 5 minuttir + 5 sekund. Talan er um 2 aldursbólkar, 4. fl. og yngri og 5 fl. og eldri. Kappingin er partur av Barna Grand Prix kappingini hjá Talvsamband Føroya. Les meira »

Úrslit og myndir frá BGP3 á Strondum

Seinasta sunnudag, 7. januar, var barnakvikkapping í bygdahúsinum á Strondum. Hettar var 1 út av 10 Barna Grand Prix kappingum. 2 kappingar vóru í 2023, sum telja við í Grand Prix kappingini. Hesar vóru NM undankappingarnar báðar, sum vóru 11. og 18. november. Síðani verða 7 kappingar afturat í 2024 (sí kappingarkalendaran her). Les meira »

Innbjóðing til Kjølur Open

Klaksvíkar Talvfelag bjóðar til GP 5, Kjølur Open, vikuskiftið 12.-14. januar 2024

Stað:

Á Skúlatrøð í Klaksvík

Telvað verður soleiðis:

Kappingin byrjar fríggjadagin,  12. januar kl. 20.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).

Leygardag verða 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verða 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

Nr. 1 – 1500 kr.

Nr. 2 – 1000 kr.

Nr. 3 – 500 kr.

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri unglingar. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 12. januar.

Tilmelding:

Tilmelding á hesi leinkju, í seinasta lagi hósdagin 11. januar kl. 20.00.

Tilmeldingar higartil síggjast á somu síðu, við at trýsta á Listi eftir styrki.

 

Møtið Fjølment !

Klaksvíkar Talvfelag

Javnleikur í toppdysti

Tað endaði 2-2 í fyrra sínamillum dystinum millum suverenu oddaliðini í landskappingini í talvi – Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag.
 
Allir dystirnir í øllum deildum í fimta umfari vórðu telvaðir í stórum felagsumfari í Vestmanna í gjár. 
 
Komið er nú hálva leið í landskappingini í talvi.

Les meira »