Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 39)

Seinastu Tíðindini

Eingin telving næstu 2 vikurnar

Vegna korona støðuna verður eingin telving næstu 14 dagarnar. Hetta hevur við sær, at 6. umfar í liðkappingini, Rókur-Open og 7. umfar í unglingum verður útsett.

Les meira »

Finalubólkar í 3. deild

Fram til jólar hevur verið telvað í tveimum bólkum í 3. deild. Nú verða nýggir bólkar gjørdir. 3 tey bestu liðini úr hvørjum bólki koma í A bólkin, meðan 3 tey niðastu liðini koma í B bólkin.

Les meira »

Kappingarskrá finalubólkar 3. deild 2020/2021

Kappingarskrá fyri finalubólkar 3. deild, 2020
             
Bólkur A   Bólkur B
             
6. umfar, 24.01.2021 kl. 14.00   6. umfar, 24.01.2021 kl. 14.00
Lið Úrslit Lið   Lið Úrslit Lið
Rókur 2 Rókur 1   Havnin 4 Havnin 5
Sandavágur 4 Vestmanna 2   Gøta 1 Klaksvík 4
Kollafjørður 3 Toftir 1   Runavík 2 Sandavágur 3
             
             
7. umfar, 07.02.2021 kl. 14.00   7. umfar, 07.02.2021 kl. 14.00
Lið Úrslit Lið   Lið Úrslit Lið
Rókur 1 Toftir 1   Havnin 5 Sandavágur 3
Vestmanna 2 Kollafjørður 3   Klaksvík 4 Runavík 2
Rókur 2 Sandavágur 4   Havnin 4 Gøta 1
             
             
8. umfar, 21.02.2021 kl. 14.00   8. umfar, 21.02.2021 kl. 14.00
Lið Úrslit Lið   Lið Úrslit Lið
Sandavágur 4 Rókur 1   Gøta 1 Havnin 5
Kollafjørður 3 Rókur 2   Runavík 2 Havnin 4
Toftir 1 Vestmanna 2   Sandavágur 3 Klaksvík 4
             
             
9. umfar, 28.02.2021 kl. 14.00   9. umfar, 28.02.2021 kl. 14.00
Lið Úrslit Lið   Lið Úrslit Lið
Rókur 1 Vestmanna 2   Havnin 5 Klaksvík 4
Rókur 2 Toftir 1   Havnin 4 Sandavágur 3
Sandavágur 4 Kollafjørður 3   Gøta 1 Runavík 2
             
             
10. umfar, 13.03.2021 kl. 10.00   10. umfar, 13.03.2021 kl. 10.00
Lið Úrslit Lið   Lið Úrslit Lið
Kollafjørður 3 Rókur 1   Runavík 2 Havnin 5
Toftir 1 Sandavágur 4   Sandavágur 3 Gøta 1
Vestmanna 2 Rókur 2   Klaksvík 4 Havnin 4
             

 

Lið Kontaktpersónur Telefon Teldupostur
Gøta 1 Reinhold Isaksen 441753 reinhold.isaksen@gmail.com
Havnin 4 Jaspur Gaard 244147 jaspurgaard@gmail.com
Havnin 5 Margar Berg 584207 martinsson@email.fo
Klaksvík 4 Tummas Martin Sólsker 295054 tma@kallnet.fo
Kollafjørður 3 Ingi Ellingsgaard 285882 ingie@live.dk
Rókur 1 Rógvi Egilstoft 271404 egilstoft1992@hotmail.com
Rókur 2 Rógvi Egilstoft 271404 egilstoft1992@hotmail.com
Runavík 2 Gunnleif Rasmussen 580062 gunnleif80@hotmail.com
Sandavágur 3 Torkil Petersen 288298  
Sandavágur 4 Hans Dánial Joensen 221694 hansd77@hotmail.com
Vestmanna 2 Eyðálvur í Dávastovu 724566  

Úrslit frá NM úttøku-finaluni

NM fyri skúlaungdóm verður hildið í Føroyum í komandi ári, og sunnudagin 29. novembur varð finalan um NM úttøkurnar hildin í Klaksvík, har tey føroysku umboðini skuldu finnast.  25 børn og ung luttóku í teimum fimm aldursbólkunum.

Les meira »

Helgi var suverenur

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag vann um vikuskiftið í stórum stíli árligu FM-heitini í snartalvi og kviktalvi. 
 
Talvsamband Føroya skipaði fyri saman við Tofta Talvfelag, sum hýsti kappingunum. Snarkappingin var fríggjakvøldið, og kvikkappingin leygardagin. 

Les meira »

Úttøkukapping til NM fyri børn og ung

Sunnudagin 29. november verður avgjørt, hvør skal umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri børn og ung, sum verður í Føroyum í februar 2021. 10 føroyskir telvarar sleppa við.

Les meira »

Stórsigur í toppdysti

Manningin hjá Havnar Telvingarfelag í stórsigrinum í toppdystinum móti Sandavágs Talvfelag sunnudagin sæst her á talvolympiaduni í Batumi í 2018. John Rødgaard – í miðjuni í myndini – var fimti maðurin á føroyska OL-landsliðnum. Hinir eru f.v.: Carl Eli Samuelsen, Helgi Dam Ziska, Olaf Berg og Martin Poulsen.
 
Havnarmenn gjørdu bart í dystinum móti Sandavágs Talvfelag í fimta umfari í landskappingini í talvi í dag. Dystirnir í øllum deildum í fimta umfari vórðu telvaðir í Vestmanna í stórum felagstiltaki sunnudagin.
 
Úrslitið í dystinum millum oddaliðini Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag var 3½-½ til Havnina. Hetta var ein endurtøka av úrslitinum í útsetta, avgerandi finaludystinum um FM-heitið í mai í ár.
 
Eins og í tí dystinum var remis á 1. borði, annars gjørdu havnarmenn slætt borð. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska mátti aftur sættast við remis, hesaferð móti Rógva Egilstoft Nielsen. Talvið var stutt, bara 17 leikir.
 
Martin Poulsen koppaði aftur sínum manni á 2. borði – hesaferð føroyameistaranum Høgna Egilstoft Nielsen. Martin er ein listilærdur stríðsmaður. Hann fellur ikki í fátt, um støðan ikki er tann besta, og tíðin er knøpp. Soleiðis var eisini í dag. Í spentari støðu snýtti hann Høgna og streyk avstað við sigrinum.
 
Olaf Berg vann á 3. borði á Silas Eyðsteinsson. Í eini javnari støðu í miðtalvinum hevjaði Olaf sítt spæl. Hann fann virknar og skapandi leikir og vann sær so líðandi ein avgerandi fyrimun.
 
Á 4. borði vann Carl Eli Samuelsen á Torkil Nielsen. Carl Eli fekk ein fyrimun, men hann svann so líðandi, longur út í talvið, teir komu, og í endatalvinum var líkt til, at støðan var jøvn. Carl Eli helt kortini á at stríðast, og til endans snávaði Torkil.
 
Trygga leiðslan hjá vágamonnum reyk næstan øll sum hon var við dystinum í dag. Hetta er triði dysturin á rað millum hesi bæðini toppliðini, at havnarmenn vinna 3½-½. 
 
 
Luitjen í stórum stíli
 
14 ára gamli Luitjen Akselson Apol vann í stórum stíli á Ólavi Simonsen á 1. borði í dystinum millum Havnina B og Klaksvík. Dysturin endaði 2-2. Talvið er enn eitt dømi um eyðsýndu gávurnar hjá okkara mest spennandi telvara í løtuni.
 
Terji Petersen javnaði við sigri á Margar Berg á 4. borði. Á hinum borðunum var javnt. Frændurnir Steintór Rasmussen og Rani Nolsøe móti Rógva Mortensen og Herluf Hansen.
 
Hitt liðið hjá klaksvíkingum vann á kollfirðingum. Úrslitið var 2½-1½ til Klaksvík B. Remis á 1. borði millum Finnbjørn Vang og Hans Kristian Simonsen, Haldur Suni Johansen og Tummas Martin Sólsker vunnu á 2.-, og 4. borði á ávikavist Bernhard Thomsen og Rógva Mørkøre, á 3. borði vann Eivind Jacobsen á Ingolf Gaard.
 
 
Úrslit í 1. deild (5. umfar)
Havnin – Sandavágur 3½ – ½
Havnin B – Klaksvík 2- 2
Klaksvík B – Kollafjørður 2½ – 1½
 
Havnin – Sandavágur 3½ – ½
GM 2535 Helgi Dam Ziska – 2351 Rógvi Egilstoft Nielsen ½ – ½
2284 Martin Poulsen – 2396 Høgni Egilstoft Nielsen 1 – 0
2229 Olaf Berg – 2030 Silas Eyðsteinsson 1 – 0
2176 Carl Eli Samuelsen – 2159 Torkil Nielsen 1 – 0
Støðan í 1. deild
Sandavágur 13 stig
Havnin 12½
Klaksvík B 9½
Klaksvík A 8½
Kollafjørður 8½
Havnin B 8
 
 
Hinar deildirnar
 
Í 2. deild hava vestmenningar beina kós aftur í 1. deild. Í dag telvaðu vestmenningar kortini javnleik. Kortini er einki sum bendir á, at nakað av hinum liðunum er ment at standa vestmenningum kurl.
 
Úrslit í 2. deild (5. umfar)
Vestmanna – Havnin 2-2
Runavík – Kollafjørður 0 – 4
Klaksvík – Sandavágur 2½-1½
 
Støðan í 2. deild
Vestmanna 15½
Klaksvík 11
Kollafjørður 10½
Havnin 9
Sandavágur 9
Runavík 5
 
 
3. deild
 
Í triðju deild eru tveir bólkar – seks lið í hvørjum. Úrslitini í dag:
 
Bólkur 1
Sandavágur-Rókur 1-3
Kollafjørður-Gøta 3½-½
Runavík-Havnin (útsettur)
 
Støðan
Sandavágur 13
Kollafjørður 12
Rókur 11½
Gøta 11
Havnin 7½
Runavík 1
 
Her er vert at gáa eftir, hvussu væl unga kollfjarðarmanningin stóð seg móti royndu gøtumonnunum. Eisini fingu sundalgsmenn í Róki ein flottan sigur á oddaliðnum úr Vágum.
 
 
Bólkur 2
Klaksvík-Toftir 0-4
Vestmanna-Havnin 4-0
Sandavágur-Rókur 1-3
 
Støðan
Toftir 16
Rókur 14
Vestmanna 13½
Sandavágur 8
Klaksvík 5½
Havnin 3
 
 
Unglingar
 
Seks lið kappast í nýggjari unglingadeild, men eingin dystur var í dag. Her eru Klaksvík og Havnin í serflokki. Tey møtast í innanhýsis toppdysti um eina viku.
 
Støðan
Klaksvík 12
Havnin 11½
Sandavágur 4½
Kollafjørður 4½
Klaksvík B 3
Sandavágur B ½
 
 
Komið er nú í helvt í liðkappingini. Sætta umfar verður 10. januar 2021. Tíggjunda og síðsta umfar er 13. mars 2021. meira kann lesast um kappingina á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.
 

Toppdystur seinnapartin

Dystirnir í fimta umfari í landskappingini í talvi eru seinnapartin. Telvað verður í Vestmnanna í stórum felagsumfari.

Les meira »

Felagsumfar í liðkappingini

Sunnudagin 22. november verður felagsumfar telvað í liðkappingini. Allar deildirnar telva á Miðnámi í Vestmanna. Korona tilmælini verða fylgd.

Les meira »