Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 38)

Seinastu Tíðindini

Helgi vann søguligt talv

Í dag settust tveir stórmeistarar yvirav hvør øðrum í einum dysti millum tvey lið í føroysku landskappingini. Tað er ikki hent fyrr. 
 
Í 1997 mannaðu tveir sterkir útlendskir telvarar toppborðini í oddadysti millum Klaksvík og Kollafjørð. Tá vann enski stórmeistarin Stuart Conquest á svenska altjóða meistaranum Tiger Hillarp Persson. Sviin, ið tá virkaði sum leikandi venjari hjá Kollafjarðar talvfelag, gjørdist stórmeistari tvey ár seinni.

Les meira »

Nýggi stórmeistarin gjørdi bart

Við nýggja moldovska stórmeistaranum sum oddamanni eydnaðist Klaksvíkar Talvfelag sunnudagin at steðga sigursgonguni hjá vágamonnum í landskappingini í talvi. Dysturin á Giljanesi í áttanda umfari millum Sandavág og Klaksvík endaði javnur 2-2. 

Les meira »

Terji Petersen vinnari av Kjølur Open

Íalt 33 telvarar luttóku Kjølur – Open, sum bleiv telvað í Spaniustovu í Klaksvík í vikuskiftinum. Í hugnaligu hølunum kappaðust telvarar í øllum aldursbólkum og nakrir telvarar fingu roynt seg á fyrsta sinni til kapping av hesum slagi. Les meira »

Sandavágsmenn í stórum stíli

Fyrsta lið hjá Sandavágs Talvfelag er flúgvandi. Vágamenn vunnu í sjeynda umfari í dag ein knúsandi sigur á øðrum liði hjá Havnar Telvingarfelag, og hava nú vunnið seg trý stig framum A-liðið hjá Havnar Telvingarfelag í fremstu deildini í landskappingini fyri feløg.

Les meira »

Kjølur-Open 2021

Kjølur-Open verður telvað vikuskiftið 12.-14. februar 2020. Telvað verður í Spaniustovu. Øll eru vælkomin at lutttaka í kappingini.

Les meira »

Nýggjur stórmeistari í Føroyum

Helgi Dam Ziska gjørdist í 2016 fyrsti stórmeistari í talvi í Føroyum, men nú gongur annar stórmeistari norðuri í Klaksvík. 
 
Vladimir Hamitevici úr Moldova, sum í næstum fyllir 30, er fluttur til Føroyar, og hevur búsett seg í Klaksvík. Hann er millum sterkastu telvarar í Moldova, og hevur fleiri ferðir umboðað Moldova á talvolympiadum. Styrkital hansara er 2461. Bara Helgi Dam Ziska hevur hægri styrkital í Føroyum.

Les meira »

Talvkapping á chess.com

Leygardagin, 6. februar 2021 kl. 18.00, verður talvkapping fyri føroyskar telvarar á netinum. Telvað verður á heimasíðuni chess.com. Talvkappingin er partur av vælumtóktu Grand Prix kappingunum. Øll eru vælkomin at royna seg, bæði roynd og minni roynd.

Les meira »

Vágamenn økja

Í dag var so sjøtil settur á seinnu leikhálvu í landskappingini í talvi fyri lið. Dystirnir í sætta umfari í dag áttu av røttum at verið avgreiddir fyri tveimum vikum síðani, men vórðu útsettir vegna korona.

Les meira »

Rókur Open 2021

Komandi vikuskiftið 29.-31. jan. 2021 verður Rókur-Open telvað í skúlanum á Eiði. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini. Les meira »

Dagførdur talvkalendari

7. januar bleiv avgjørt, at eingin telving skuldu verða næstu 14 dagarnar. Hetta hevur havt við sær, at nakrar broytingar máttust gerast í Talvkalendaran 2020-21.

Les meira »