Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 37)

Seinastu Tíðindini

GP-Finalan verður telvað í Havn

Leygardagin 20. mars verður GP-finalan telvað í nýggju hølinum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen (fyrrverandi sangstovan í Kommunuskúlanum).

Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teimum sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið hetta kappingarárið.

Les meira »

Innbjóðing til FM fyri einstaklingar

Klaksvíkar Talvfelag bjóðar, saman við Talvsambandi Føroya, til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2021.

Kappingin

Kappingin verður á Skúlatrøð í døgunum 27. mars – 2. apríl  2021.

Telvað verða 7 umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sekund løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.

Allir bólkar telva soleiðis:

1. umfar

Leygardagur

27. mars

kl. 14.00

2. umfar

Sunnudagur

28. mars

kl. 14.00

3. umfar

Mánadagur

29. mars

kl. 17.00

4. umfar

Týsdagur

30. mars

kl. 17.00

5. umfar

Mikudagur

31. mars

kl. 17.00

6. umfar

Hósdagur

1. apr.

kl. 14.00

7. umfar

Fríggjadagur

2. apr.

kl. 14.00

Átta teir hægst rataðu telvararnir telva í landsliðsbólkinum. Hinir telva í almenna bólkinum.

Vinnarin av landsliðsbólkinum er Føroyameistari og vinnur rættin til at verða við á OL liðnum, umframt at luttaka vegna Føroyar í Small Nations.

Í unglingabólkinum verður telvað um heitið unglingaføroyameistari 2021.

Víst verður annars til meginreglurnar hjá TSF fyri FM.

 

Veteranar

Fríggjadagin 2. apríl verður skipað fyri óalmennum FM fyri veteranar. Hesin bólkur er fyri telvarar, ið eru 50 ár ella eldri. Hesir telva hósdagin og fríggjadagin 1.- 2. apríl. Umhugsunartíðin er 25 min + 5 sek leik.

Kappingin er treytað av nóg stórari luttøku. Nærri verður lýst aftaná tilmeldingarfreistina.

Luttøkugjald og tilmelding

Luttøkugjaldið er 200 kr. fyri allar vaksnar luttakarar. Luttakarar í unglingabólkinum gjalda 100 kr.

Heiðurslimir luttaka ókeypis.

Luttøkugjaldið, sum samstundis er tilmelding, skal gjaldast á konto 9865 – 000495.234.5 hjá Klaksvíkar Talvfelag í seinasta lagi mikudagin 24. mars.

Við tilmelding skal upplýsast: FM 2021, navn og bólkur.

Luttøkugjaldið í veteranbólkunum er 50 kr, og tilmeldast skal í seinasta lagi mikudagin 31. mars kl. 18.00.

Møguligir spurningar kunnu stílast Tummas Martin Sólsker tel. 295054 ella við teldubrævi til tma@kallnet.fo.

Dómari verður IA Hans Hjalti Skaale.

Vinningar

Landsliðsbólkurin:
Nr. 1 – 5.000 kr.
Nr. 2 – 3.000 kr.
Nr. 3 – 2.000 kr.

 

Almenni bólkurin:
Nr. 1 – 2.000 kr.
Nr. 2 – 1.500 kr.
Nr. 3 – 1.000 kr.

 

Unglingabólkurin:

Nr. 1 – 1.500 kr.
Nr. 2 – 1.000 kr.
Nr. 3 – 500 kr.

 

Steyp verða latin til nr. 1 í øllum bólkum, og harumframt verða heiðursmerki latin til nr 1, 2 og 3 í øllum bólkum.

Í landsliðsbólkinum og unglingabólkinum verður umdystur leiktur, um tað stendur á jøvnum um 1. pláss. Umdysturin verður telvaður leygardagin 3. apríl.

Í øllum øðrum førum verður korrektión brúkt, tá ið tað stendur á jøvnum.

Korona-smittan

Fyriskipararnir taka øll neyðug fyrilit og fylgja tilmælunum frá heilsumynduleikunum. Fylgt verður við gongdini og møguligar broytingar viðv. kappingi kunnu fyrikoma.

Við talvkvøðu

Klaksvíkar Talvfelag og Talvsamband Føroya

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Vágamenn eru aftur á ovastu rók í føroyskari telving. 
 
Avgerandi finaludysturin um FM-heitið í landskappingini millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag á Giljanesi í dag endaði javnur 2-2. Tað rakk hjá vágamonnum, tí skuldi Havnin endurvinna meistaraheitið var kravið, at teir vunnu dystin í dag í minsta lagi 3-1.
 
Tað gekk tann vegin, tí havnarliðið legði seg á odda 1-0, og økti síðani til 2-0. Men so tók dysturin eina vend.

Les meira »

Sandavágur og Havnin telva finalu í morgin

Her síggjast Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag í FM-finaludysti 2020 á Giljanesi. Í morgin endurtekur søgan seg í tíggjunda og seinasta umfari.
 
 
Nú í tíggju ár hevur landskappingin í talvi fyri feløg staðið millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Feløgini hava eftir tørni vunnið øll tíggjuárini. Tjúguárini byrja við sama lag.  Eins og undanfarnu árini er so stutt millum oddaliðini bæði fyri seinasta umfar, tá tey fara undir seinna sínamillum dystin, at hesin innanhýsis dysturin fær aftur støðu sum finala.
 
Fyritreytirnar eru tær somu sum í fjør. Vágamenn hava munin, og standa seg tí við javnleiki ella teprum ósigri. Havnarmenn mugu afturímóti vinna í minsta lagi 3-1, skulu teir endurvinna meistaraheitið. 
 
Reglurnar eru soleiðis, at tað eru borðstigini, sum telja í fyrsta umfari. Stendur á jøvnum samanlagt valdast sokallaðu dystarstigini. Tað verður roknað á tann hátt, at tvey stig eru fyri vunnan dyst, eitt fyri javnan dyst og einki fyri taptan dyst. Á talvolympiadum hevur í fleiri ár verið kappast soleiðis, at dystarstigini telja fyrst og síðani borðstigini. Sandavágs Talvfelag hevur 15 dystarstig og Havnar Telvingarfelag 14 fyri finaludystin í morgin. 
 
 
Felagsumfar
 
Sum vanligt hevur verið í nógv ár, verða seinastu dystirnir í øllum deildum avgreiddir sum stórt felagsumfar. Sandavágs Talvfelag hevur boðið sær at skipa fyri felagsumfarinum í skúlanum á Giljanesi. Longu klokkan 10 fyrrapartin leygarmorgunin verða klokkurnar settar í gongd við tey mongu talvborðini á Giljanesi. Skipað verður kortini soleiðis fyri, at almennu koronatilmælini verða hildin.
 
Í fjør skipaði Talvsamband Føroya fyri, at leikirnir á øllum fýra borðum í FM-finaludystinum vórðu varpaðir beinleiðis á heimasíðuni, men sum skilst síggja teir seg ikki førar fyri at veita talváhugaðum hesa tænastu í morgin.
 
Botnstríðið er ikki eins spennandi í 1. deild sum oddastríðið. Kollfirðingar tykjast at standa í eini næstan vónleysari støðu. Einki annað enn ein 4-0 sigur á Klaksvík B kann bjarga teimum, og tað klára teir neyvan við manningini, sum teir hava havt í vetur.
 
Í 2. deild er eisini alt mestsum avgreitt. Vestmenningar hava vunnið og flyta upp, og lítið røkist fyri, at Runavíkar Talvfelag kann lofta sær undan niðurflyting. Í 3. deild stendur kappingin um uppflyting í 2. deild millum Tofta Talvfelag og talvfelagið Rók í Sundalagnum. Unglingadeildin er liðug – har hevur Havnar Telvingarfelag vunnið.
 
 
Stórur spenningur
 
Sum vera man valdar stórur spenningur fyri avgerandi FM-finaluna í morgin. Fara vágamenn at sigra á heimavølli? Ella fara havnarmenn aftur at gera ein vørr sum í fjør?
 
Havnarmenn hava havt takið á sandavágsmonnum í teimum seinastu sínamillum dystunum. Seinastu tríggjar ferðirnar hava havnarmenn vunnið stórsigur 3½-½. Men munurin á liðunum er ikki so stórur, og tí er spurningurin, um byrurin verður havnarmonnum so blíður á fjórða sinni við.
 
Dúgliga hevur verið gitt hvussu liðini fara at manna seg. Sandavágs Talvfelag hevur á sínum styrkilista í vetur havt altjóða meistaran John Arna Nilssen á triðja borði, men útisetin hevur ongan dyst telvað við vágamonnum enn. Skopuningurin hevði verið teimum ein kærkomin fongur í morgin, men óvist er helst, um hann fær steðgað so leingi, at hann nær at sita í sóttarhaldi og síðani telva. Annað ivamál er fótbólturin. Tríggir av føstu manningini eru virknir fótbóltsspælarar í fremstu deildini, tveir í 07 Vestur og ein í NSÍ. 07 Vestur hevur heimadyst móti B68 í morgin klokkan 15.00. Illa ber til bæði at telva og spæla fótbólt við so stuttum skotbrá, tí eingin vissa er fyri, at talvið er liðugt um tveytíðina, tá fótbólturin stundar til. Um sáttmálabundnu fótbóltsspælararnir hava vissað sær frí at telva er so annar spurningur.  
 
Hjá havnarmonnum er neyðin tann, at Martin Poulsen, sum hevur vunnið í øllum trimum seinastu dystunum móti sandavágsmonnum, siglur úti sum maskinmaður, og óvist er, nær hann er inni. Havnar Telvingarfelag hevur fleiri javnsterkar telvarar at manna aftaru borðini. Torført kann vera at taka dagar ímillum Carl Eli Samuelsen, Sjúrð Thorsteinsson og Luitjen Akselsson Apol. Onkur hevur varnast, at nýtt navn er fyri viku síðani komið á listan hjá Havnar Telvingarfelag. Talan er um Jóan Hendrik Andreasen, sum hevur verið á landsliðnum í fleiri talvolympiadum seinastu árini. Útisetin hevur verið heima alla vikuna og er klárur at taka ein dyst fyri sítt barndómsfelag í morgin. Ljósini hava brunnið í nýggju felagshølunum í Finsen nøkur kvøld hesa vikuna. Har hevur stórmeistarin Helgi Dam Ziska sitið við 1. liðshópinum og lagt eina dystarætlan til í morgin. Hann mannar eisini liðið í samráð við allar hinar.
 
 
Støðan í 1. deild
 
1. Sandavágur 25½
2. Havnin 23½
3. Klaksvík 18½
4. Havnin B 16
5. Klaksvík B 14
6. Kollafjørður 10½
 
10. umfar (13. mars)
Sandavágur-Havnin
Klaksvík-Havnin B
Kollafjørður-Klaksvík B
 
 
 
Innanhýsis úrtøka
 
Eins og undanfarin ár hava vágamenn verið heldur støðugari enn havnarmenn í vetur. Feðgarnir Torkil Nielsen og føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen hava verið við í hvørjum dysti í vetur. Eingin á havnarliðnum hevur verið fastur fúsur. Havnarliðið hevur bara í einum dysti í vetur sett sterkasta lið – t.v.s. at teir fremstu fýra á styrkilistanum hava mannað 1. lið. Tað var í fyrra dystinum móti vágamonnum í desember í fjør.
 
Her síggjast einstøku úrtøkurnar hjá telvarunum á báðum oddaliðunum í vetur:
 
Sandavágur
1. Rógvi Egilstoft 5/7
2. Høgni Egilstoft Nielsen 6½/9
3. Silas Eyðsteinsson 3½/5
4. Torkil Nielsen 6½/9
5. Bernhard Augustinussen 3½/4
6. Ingi Wiberg ½/2
 
Havnin
1. Helgi Dam Ziska 5/6
2. Martin Poulsen 2/3
3. Olaf Berg 3½/6
4. Carl Eli Samuelsen 4½/6
5. Luitjen Akselsson Apol 2/4
6. Sjúrður Thorsteinsson 4/5
7. Rógvi Mortensen ½/2
8. Herluf Hansen 1/2
9. Andrias Ziska 1/2
 
 
 
6-4 til ST
 
Sandavágs Talvfelag vann sítt fyrsta FM-heiti í 2011. Tá byrjaði ein nýggj tíð í føroyskari telving. Felagið í Sandavági, sum var stovnað í 1969, var í nógv ár elevatorlið millum báðar fremstu deildirnar. Á leið 1980 skeyt seg upp stjørnuskotið Torkil Nielsen, sum brátt vann fleiri FM-heiti í einstaklingstelving. Hann var rættur fongur á 1. borði hjá Sandavágs Talvfelag í nógv ár, men hevði ikki aðrar javnlíkar aftrat sær til at liðið kundi gera seg galdandi. Ikki fyrr enn synirnir, sum báðir eru úrmælingar at telva, vuksu til, høvdu sandavágsmenn brádliga eitt lið, sum var ment at gera seg galdandi í FM-stríðnum. Fyrstu árini høvdu teir havnarmenn at hjálpa sær – Carl Eli Samuelsen og Olaf Berg – men síðani Silas Eyðsteinsson legðist aftrat sum hollur fjórði maður á liðnum, hava teir verið mentir at vinna við egnum fólki. 
 
Seinastu tíggju árini hava ikki onnur feløg enn Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag vunnið liðkappingina. Frá 2013 til 2016 vunnu sandavágsmenn landskappingina fýra ár á rað. Hjá havnarmonnum bragdaði ikki aftur, fyrr enn nýklakti stórmeistarin Helgi Dam Ziska flutti heim aftur at búgva og fór at hjálpa sínum barndómsfelag í kappingini móti vágamonnum.
 
Roknað fyri hetta tíggjuáraskeiðið hava vágamenn munin á havnarmonnum við 6-4.
 
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
 
 
Vinnandi manningin hjá Havnar Telvingarfelag 2020. F.v.: Carl Eli Samuelsen, Luitjen Akselsson Apol, Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Martin Poulsen og Sjúrður Thorsteinsson.
 
Vinnandi manningin hjá Sandavágs Talvfelag 2019. F.v.: Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson, Ingi Wiberg, Rógvi Egilstoft og Torkil Nielsen.

Stovna talvfelag í Suðuroynni

Nú verður stig tikið til at stovna talvfelag í Suðuroynni.

Spírin til talvfelagið er á Tvøroyri, og er sprottin av kvøldskúlaundirvísing í talvi.

Undangongumenn hittust í dag í Salt á Drelnesi. Les meira »

Seinasta umfar í liðkappingini

FM endabresturin í Liðkappingini 2020/21 verður telvaður í skúlanum á Giljanesi, leygardagin 13. mars. Byrjað verður kl. 10.00. Korona tilmælini verða fylgd.

Les meira »

Unglingar 2020/21

Í vetur var unglingaliðkappingin sett á skrá aftur fyri fyrstu ferð í fleiri ár. Tað er einki at ivast í, at um telvingin í Føroyum framhaldandi skal mennast, so mugu ungar kreftir setast við, og tí er gleðiligt at síggja so góða umboðan og luttøku í ár.

Les meira »

Snarkapping í Runavík

9’inda og næstsíðsta GP-kapping verður telvað í skúlanum við Løkin leygardagin. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Les meira »