Heim / Lógir

Lógir

Hugaítróttur Føroya


Viðtøkur fyri Hugaítrótt Føroya

§1

Hugaítrótt Føroya er ein samskipan av sambondum og felagsskapum, sum íðka skipaðan hugaítrótt undir kappingarligum treytum.
Limir í Hugaítrótti Føroya eru Talvsamband Føroya og Føroya Bridgesamband.

 

§2

Felagið kann taka upp nýggjar limir, sum lúka treytirnar fyri upptøku, ið eru at
– vera landsfevnandi samband ella felagskapur smb. §1, stk. 1
– hava altjóða, evropeiskt ella norðurlendskt samstarv við líkandi feløg
– hava siðvenju og søguligt tilknýti til hugaítrótt.

§3

Felagið hevur heimstað hjá formanni felagsins.

§4

Hugaítrótt Føroya hevur til endamáls at røkja felags áhugamál hjá limafeløgunum.

§5

Limafeløgini hava til uppgávu at skipa fyri og fremja egnar kappingar og at hava eftirlit við egnum kappingum, landsdystum o. t.

§6

Hugaítrótt Føroya verður stýrd av eini nevnd, sum er hægsti myndugleiki felagsins.
Nevndin verður mannað við 5 nevndarlimum. Talvsamband Føroya velur 2 nevndarlimir og Føroya Bridgesamband 2 nevndarlimir. Hesir 4 nevndarlimir velja – við vanligum meiriluta – fimta nevndarlimin, sum samstundis verður formaður fyri Hugaítrótt Føroya.
Nevndarlimirnir eru valdir fyri eitt tvey áraskeið. Hvørt ár standa tveir nevndarlimir fyri vali ein úr hvørjum limafelag. Formaður stendur fyri vali líka ár.
 Allir fundir skulu kallast inn við minst 14 daga freist við fundarskrá.

§7

Peningurin, sum verður latin Hugaítrótti Føroya, verður býttur millum limafeløgini eftir einari grundupphædd, umframt eftir limatali í limafeløgunum.
Tó verður játtanin frá Føroya Landsstýri, sambært løgtingsfíggjarlóg, 4 tey fyrstu árini at býta sambært serligari avtalu.

§8

Nevndin ger einsamøll av sína dagsskrá. Nevndin kann taka avgerðir, um í minsta lagi helvtin av nevndarlimunum eru hjástaddir.
Stendur á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi.
Felagið verður umboðað av formanni og viðkomandi nevndarlimi í felag.
 Nevndin kann geva umboðsfulltrú.
 Uppgáva nevndarinnar er at:
– røkja áhugamál felagsins mótvegis almennum myndugleikum og mótvegis limafeløgunum.
– hava eftirlit við, at limafeløgini halda lógir og viðtøkur felagsins.
– Samtykkja fíggjaræltan og býti av tí fæi, sum felagnum verður tillutað.
– hava dagligu leiðsluna.

§9

Roknskaparárið er álmanakkaárið.
Limafeløgini skulu innan 1. mai leggja fram góðkendan rakstrarroknskap og fíggjarstøðu fyri farna roknskaparskeið í limafelagnum.

§ 10

Nevndin velur tveir grannskoðarar at grannskoða roknskap felagsins. Grannskoðararnir hava altíð atgongd til ófráboðaða grannskoðan.

§ 11

Broytingar í viðtøkum felagsins kunnu fremjast, um í minsta lagi 2/3 av nevndarlimunum atkvøða fyri broytingaruppskotinum, og um tað er sett á dagsskránna frammanundan.
Hugaítrótt Føroya kann ikki verða tikið av uttan fulla semju millum limirnar.
Verður felagið tikið av, verða ognir felagsins at brúka sambært nevndarsamtykt.
Soleiðis samtykt á aðalfundi í Tórshavn hin 17. januar 2005.

Petur Sigurd Rasmussen, formaður
Mortan Rasmussen, skrivari
Bogi Simonsen, nevndarlimur
Andrias Ziska, nevndarlimur
Jógvan Joensen, nevndarlimur
 

Rating

Reglur fyri Rating

Útrokning av ratingtølum í Føroyum gongur í høvuðsheitum eftir somu reglum, sum tær donsku ratingreglurnar siga.

Tó er hetta undantak:

  • Í grein 4.5.2.2 um bonus eru virðini fyri at fáa bonus broytt soleiðis:
    Upp til 5 talv B = W – We – 1,0
    6 – 7 talv B = W – We – 1,5
    8 – 9 talv B = W – We – 2,0
    10 – 11 talv B = W – We – 2,5
    o.s.fr.  

    Hetta varð samtykt á aðalfundi á heysti í 1997 at koma í gildi 1. januar 1998.

FM fyri børn og ung

Reglur fyri FM fyri børn og ung

§1 – Luttakarar

Øll kunnu vera við bæði gentur og dreingir, sum ikki fylla meir enn 20 ár sama ár, kappingin er, sjálvt um tey ikki eru limir í nøkrum felag ella í TSF.

 

§2 – Hvar

Kappingin verður skipað av einum felag í TSF.
TSF avger, hvat felag skal hava kappingina, sum so hevur ábyrgdina av henni, íroknað hølum kappingarleiðarum, útgerð, vinningum, umtalu í fjølmiðlum o.ø.

 

§3 – Kappingarleiðari

Kappingarleiðararnir hava ábyrgdina av sjálvari kappingini, og at hon fer fram eftir ásettu reglunum.

 

§4 – Bólkar

Telvararnir verða býttir í hóskandi aldursbólkarbólkar, sum brúkt verður í altjóða kappingum.

FM einstaklingakappingin

Reglur fyri FM einstaklingakappingina

§1 – Vanligar treytir

Kappingin verður skipað undir hesum nevndum og leiðara:

Nevnd Talvsambandsins
Fyrireikandi felag
Kappingarleiðara

§2 – Fyrireikarar av einstaklingakapping

Fyrireikandi felag leggur øll viðurskifti í sambandi við kappingina til rættis og skal harumframt syrgja fyri:
at ein ella fleiri kappingarleiðarar verða settir
at ein trímannað kappingarnevnd verður vald
at bólkasundurbýti og lutakast fara fram eftir reglunum í innbjóðingini

§3 – Kappingarleiðari

Kappingarleiðarin (hereftir kallaður “KL”) verður settur av fyrireikandi felagnum smb. §5.
KL leiðir kappingina, meðan hon fer fram. Trætumál skal KL avgera eftir galdandi kappingarreglum.
Innan 7 dagar eftir seinasta leikumfar, skal KL hava sent ratingnevdini eitt útfylt frágreiðingarblað um kappingina.
KL kann ikki sjálvur luttaka í kappingini.

§4 – Kappingarnevndin

Kappingarnevnin (hereftir kallað “KN”) verður sett av fyrireikandi felagnum. KN avger øll mál, ið verða skotin inn fyri nevndina og mál, sum KL ikki sjálvur kann avgreiða.
Vísur telvari ósømiligan atburð ella noktar at taka við úrskurðinum í einum kærumáli, hevur KN rætt at geva viðkomandi telvara ávaring ella vísa honum burtur frá kappingini í eitt ávíst tíðarskeið. Telvarin fær boð um ávaringina/útihýsingina, samstundis sum hetta verður ført á leikkortið.
 

§5 – Leiktíð

Vanlig leiktíð: Um ikki annað er tilskilað, hevur hvør telvari 2 tímar til fyrstu 40 leikirnar og síðani ein tíma til hvørjar 20 leikir. Tó telvar veteranbólkurin við styttari leiktíð.
Onnur leiktíð: Í innbjóðingini verður leiktíðin ofta ásett soleiðis:
1. Fyrst 2 ella 2½ tíma til ávíst tal av leikum
2. Síðani 1 tíma til næsta ásetta leiktalið
3. At enda millum 16 og 23 leikir til hvønn tíma.

§6 – Frávera

Ber telvara ikki til at møta upp, eigur hann í góðari tíð at boða frá. Vantandi avboð verður mett sum ósømiligur atburður og kann revsast eftir §4.
 

§7 – Geva úrslit upp

Vinnarin skal beinanvegin, tá talvið er liðugt, siga KL frá úrslitinum. Endar talvið við javnleiki, skal hann, ið hvíta fólkið hevur, geva upp úrslitið.
 

§8 – Kærumál um avgerðir kappingarleiðarans

Hevur KL tikið avgerð eftir teimum fyriskrivaðu reglunum, kann málið skjótast inn fyri KN. Málið kann ikki vera steðgandi kæra.
 

§9 – Kærumál um avgerðir hjá kappingarnevndini

Hevur KN tikið avgerð um tulking av leikreglum og trætum í sambandi við kappingar, kann málið skjótast inn fyri dómsnevndina. Málið kann ikki vera steðgandi kæra.

§10 – Bólking

Kappingin verð býtt í hesar bólkar:
Landsliðsbólkur
Almannabólkur
Unglingabólkur
Vetaranbólkur.
Almannabólkurin kann verða býttur í fleiri bólkar.

§11 – Landsliðsbólkur

Landsliðsbólkurin í telur í minsta lagi 10 telvarar. Bólkurin verður settur saman av teimum hægst rataðu tilmeldaðu telvarunum.
Tvey frávik kunnu koma fyri, av tí at:

Verandi føroyameistari og
Verandi vinnari av almannabólki
hava rætt til at telva í landsliðsbólkinum, sjálvt um teirra verandi rating gevur teimum ikki rætt til tess. Tó kunnu teir ikki vera meira enn 100 ratingstig aftanfyri tann, ið annars hevði komið í landsliðsbólkin.
Vinnari av landsliðsbólkinum er føroyameistari.
 

§12 – Almannabólkur

Í almannabólki hava allir telvarar rætt at luttaka.
 

§13 – Unglingabólkurin

Rætt at telva í unglingabólkinum hevur telvari, sum ikki er fyltur 20 ár innan 1. januar í kappingarárinum.
Vinnarin í bólkinum verður unglingaføroyameistari.
 

§14 – Veteranbólkurin

Telvarar í veteranbólkinum skulu vera fyltir 50 ár, tá ið kappingin byrjar.
 

§15 – Útlendskir telvarar

Útlendingur, sum hevur fastan bústað í Føroyum, hevur rætt at luttaka í einstaklingakappingum, eisini um føroyameistaraheitið.
Hann skal tó lúka somu treytir sum føroyskir telvarar.
Aðrir útlendskir telvarar kunnu eisini telva í kappingini, men kunnu teir tó ikki vinna sjálvt føroyameistaraheitið.
 

§16 – Almannakunngerðing av leiktum talvum

Tað er loyvt at almannakunngera talv frá einstaklingakapping uttan frammanundan at útvega loyvir frá viðkomandi telvarum.
 

§17 – Javnstøða

Stendur á jøvnum millum tveir ella fleiri telvarar, tá tað snýr seg um føroyameistaraheitið í landsliðs- ella unglingabólkinum, verður umdystur.
 

§18 – Luttøkugjald

Luttøkugjald verður ásett í samráð við Talvsamband Føroya. Alt luttøkugjaldið fellur til fyrireikandi felag.

Ungdómsnevnd undir TSF

Ungdómsnevnd undir TSF

Á hvørjum ári eftir aðalfund TSF velur nevndin í Talvsambandi Føroya eina 3-manna ungdómsnevnd.
Endamálið við ungdómsnevndini er í neyvum samstarvi við TSF at stuðla talvvirksemi fyri ung og at seta hetta í fastar rammur.
Ungdómsnevndin skal taka sær av:
a) at leggja eina skrá fyri ungdómsvirksemi
b) at syrgja fyri, at FM-kappingar og aðrar kappingar verða hildnar fyri ungdóm
c) at menna og býta út undirvísingartilfar og stuðla undirvísarum
d) at stuðla upp undir, at ungdómur sleppur at møta ungdómi úr øðrum londum
Ungdómsnevndin skipar seg sjálv við formanni.

Samtykt á aðalfundi TSF 8. september 2001

Úttøka av føroyskum umboðum í altjóða kappingum

Reglur fyri úttøku av føroyskum umboðum í altjóða kappingum

§1

Virkisøki

Nevndin í Talvsambandi Føroya tekur út teir telvarar, ið skulu manna føroyska landsliðið og telvarar, ið skulu umboða Føroyar í altjóða einstaklingakappingum. Nevndin kann geva aðrari nevnd ella venjara hesa heimild til ávísar úttøkur.

§2

Føroyingar

Allir føroyingar hava rætt at umboða Føroyar.

§3

Úttøkutreytir

Føroyameistarin fyri einstaklingar er sjálvskrivaður í altjóða liðkappingum. Møguligt er hjá úttøkunevndini at geva eitt (1) ”wildcard”; t.v.s. úttøka sum ikki er tengd at úttøkureglunum.
Dentur skal leggjast á ratingtal og at telvarin hevur verið virkin í føroyskari telving serliga seinasta árið. T.v.s. at telvarin skal minst hava telvað 10 ratað kappingartalv. Altjóða ratingtal verður bert tikið við í metingina, um tað eru telvað fleiri enn 10 ratað altjóða kappingartalv.
Metast skal eisini, um telvari hevur havt stóra framgongd seinasta árið.

§4

Liðuppseting

Nevndin í Talvsambandi Føroya, onnur nevnd, ella venjari ger av á hvørjum borði úttiknu telvararnir verða settir at telva.

§5

Aðrar ásetingar

Nevndin í Talvsambandi Føroya, onnur nevnd, ella venjari ger í sambandi við úttøkur, leiðreglur og ásetingar sum telvarar verða at fylgja. Brot á leiðreglur og ásetingar gevur nevndini í Talvsambandi Føroya, aðrari nevnd ella venjara heimild at seta telvara av liðnum.
Liðúttøkur skulu verða kunngjørdar úttiknu telvarunum í seinasta lagi 3 mánaðir áðrenn viðkomandi kapping byrjar.

(Samtykt á eykaaðalfundi: 15. december 2005)

Lógir fyri Talvsamband Føroya

Lógir fyri Talvsamband Føroya

§1

Navn felagsins er Talvsamband Føroya.
 

§2

Endamál felagsins er at samskipa telving í Føroyum. Harumframt at umboða føroyska telving úteftir og annars at nøra um talváhugan og kunnleikan í Føroyum.
 

§3

Ein og hvør kann gerast limur í talvsambandinum, bæði talvfeløg og einstaklingar. Tó hava bert feløg atkvøðurætt á aðalfundi. Fyri at eitt felag kann roknast sum serstakur limur í talvsambandinum, má tað hava minst 3 limir.
 

§4

  1. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.
  2. Á aðalfundi verður hvørt felag umboðað av einum manni fyri hvørjar 10 limir, ið felagið hevur. (Hetta skal skiljast soleiðis, at feløg við upp til 10 limum hava rætt til ein umboðsmann, 11-20 limum tveir, 21-30 tríggjar o.s.fr.)
  3. Regluligur aðalfundur, sum skal kunngerast í minsta lagi 1 mánaða frammanundan, verður hildin á hvørjum ári í september við hesi dagsskrá:
    1. Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári
    2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
    3. Nevndarval
    4. Val av 2 grannskoðarum
    5. Val av 2 dómsnevndarlimum
    6. Innkomin uppskot
    7. Limagjald
    8. Ymiskt
  4. Í nevndini verða valdir 5 limir, sum sita í 2 ár ísenn. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, varaformanni, skrivara og kassameistara. Annað hvørt ár verða 3 nevndarlimir valdir og annað hvørt ár 2 nevndarlimir. Á hvørjum ári verða 2 tiltakslimir valdir, sum sita í 1 ár.

§5

Uppskot til viðgerðar á aðalfundi skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin.
 

§6

Aðalfundurin ásetir limagjaldið bæði fyri feløg og einstaklingar. Feløg gjalda í mun til, hvussu nógvar limir tey hava.
 

§7

  1. Dómsnevndin, sum hevur 2 manns valdar av aðalfundinum og 1 mann settan av nevnd Talvsambandsins, er avgerandi í kærumálum í talvspurningum.
  2. Dómsnevndin arbeiðir samb. serstakari reglugerð.

§8

Roknskaparárið er frá 01.07-30.06.
 

§9

  1. Aðalfundurin og eykaaðalfundurin eru altíð viðtøkuførir, tá teir eru lógliga lýstir.
  2. Eykaaðalfundur, ið skal fráboðast eins og vanligur aðalfundur, kann vera hildin, tá nevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá 1/3 av limunum við skrivligari áheitan krevur tað. Áheitanin skal innihalda frásøgn um orsøkina til ynskta aðalfundin.

§10

Lógarbroytingar, ið bert kunnu viðtakast á aðalfundi, eru møguligar, tá ið minsta lagi 2/3 av greiddu atkvøðunum eru fyri tí.

 

§11

  1. Felagið kann verða avtikið, tá ið minsta lagi 3/4 av limunum ynskja tað.
  2. Skuldi felagið verið avtikið, verða allar ognir tess latnar til talvfeløgini.
     

Soleiðis samtykt á fyrsta sinni á stovnandi aðalfundi hjá Talvsambandi Føroya 14. februar 1970. Og seinni samtykt við broytingum á aðalfundi í september 2002 og oktober 2012.

Leiðbeining um rating

Leiðbeining um rating

Greitt verður frá um:

 

Tá tú telvar uttanlands

Tá ið tú telvar í útlendskum kappingum við vanligari umhugsunartíð, og sum vanliga verða rataðar, hevur tú skyldu til – sum limur í TSF – at senda úrslitini frá kappingini til ratingnevndina innan 14 dagar eftir, at kappingin endaði. Hetta skal gerast, hóast kappingin er at finna á onkrari heimasíðu.

Tað, sum skal sendast inn, er:
  • Hvør kappingin var og hvarr
  • Nær hon fór fram
  • Hvørjum tú telvaði ímóti, og hvaðani hann er
  • Hvat úrslitið var ímóti hvørjum telvara
  • Hvat ratingtal hvør telvari hevði. Í fyrsta lagi skal altjóða ratingtalið sendast inn. Hevur hesin einki altjóða tal, skal nationala talið innsendast. Finnur tú einki tal hjá telvaranum, so boða frá tí.
Týdningarmikið er, at tú sendir úrslitini inn, hóast tú ikki finnur røttu ratingtølini, tí so kunnu vit hjálpi til við tí. Eitt gott mið at finna ratingtølini er á heimasíðuni hjá FIDE, http://www.fide.com/ratings/index.phtml
Eru tit fleiri, ið telva í somu kapping, kann ein tykkara senda inn fyri allar.
Ætlar tú at telva í útlendskari kapping, og tú ikki vilt, at kappingin skal ratast, skalt tú boða ratingnevndini frá tí, áðrenn kappingin byrjar.
 
Telvar tú í kappingum í Føroyum, og sum skulu ratast, er ikki fyri neyðini hjá tær at innsenda tíni úrslit. Tey, sum fyriskipa kappingini, hava skyldu at boða ratingnevndini frá øllum úrslitunum í kappingini.
 

Fyriskipan av kappingum í Føroyum

 
Tey, sum fyriskipa føroyskum talvkappingum, sum skulu ratast, hava skyldu at senda úrslitini inn til ratingnevndina beint eftir, at kappingin endaði. Verður Swiss Perfect orritið brúkt til at stýra kappingini við, skal leiðbeiningin um forritið niðanfyri fylgjast.
 
 
 
Einans snarkappingar, sum eru almennar og eru lagdar við forritinum Swiss Perfect, og sum fylgja leiðbeiningina um tað forritið niðanfyri, verða rataðar.
 
Hetta forrit er til at stýra talvkappingum við, og okkara ratingskipan er nú soleiðis innrættað, at til ber at innlesa úrslitini frá kappingum beinleiðis frá Swiss Perfect inn í ratingskipanina. Hetta ger umsitingina av ratingúrslitum munandi lættari, enn tá ið alt skal skrásetast við hond.
Tí ber nú eisini til at rata onnur sløg av talvkappingum sum t.d. snartalv, kviktalv, vanligt talv osfr.
 
Tá ið skipað verður fyri kappingum við Swiss Perfect, og sum skulu sendast inn til ratingútrokning, skal ein fyri hvønn telvara skráseta navn, ratingtal og limanummar hjá TSF.
͍ forritinum eru serliga 4 teigar, ein skal brúka, sum eru:

  • 'Intl Rtg' Her skal altjóða ratingtalið setast í, um viðkomandi einki føroyskt tal hevur
  • 'Id' (beint aftanfyri 'Intl Rtg') Her skal ID hjá FIDE innsetast, um viðkomandi ikki hevur limanummar hjá TSF
  • 'Loc Rtg' Her skal føroyska ratingtalið innsetast, um hesin hevur eitt tílíkt
  • 'Id' (Beint aftanfyri 'Loc Rtg') Her skal føroyska limanummarið innsetast, og tað er týdningarmikið. Limanummur eru at finna undir 'Finn Telvara'. Er talan um nýggjan telvara, sum einki limanummar hevur, skal einki innsetast her.
Swiss Perfect ger tríggjar fílur, sum skulu sendast inn til ratingútrokning. Hesar hava eftirnøvnini 'trn', 'sco' og 'ini'.
 

Ferðasteyp

Reglur um ferðasteyp

Er ferðasteyp í eini einstaklinga- ella liðkapping, gerst tað ogn:

  1. Um sami telvari ella sama felag vinnur trý ár á rað
  2. Um sami telvari ella sama felag vinnur fimm ferðir íalt innanfyri tíggju ár
  3. Hjá tí telvara/felag, sum hevur flestar sigrar, tá tíggjur ár eru umliðin; stendur á jøvnum millum tveir/tvey ella fleiri, verður avgerandi dystur telvaður millum viðkomandi.

Dómarin í liðkappingini

Reglur fyri dómaran í liðkappingini

§1

Dómarin skal ansa eftir, at dysturin verður telvaður sambært galdani reglum hjá TSF eins og hann skal syrgja fyri, at reglugerð TSF er til staðar í talvhølinum, meðan telvað verður.

§2

Áðrenn dysturin byrjar, skal hann kanna eftir:

  1. at talvfólkið er sett rætt upp og at talvklokkur eru í lagi.
  2. at telvararnir á liðnum eru settir í samsvar við styrkilistan hjá felagnum
  3. at talvborðini eru sett soleiðis, at leikararnir ikki órógva hvønn annan ella verða órógvaðir av áskoðarum, og at friður er í talvhølinum.

§3

Dómarin skal seta klokkurnar í gongd til ásetta tíð. Hetta er eisini galdandi, sjálvt um ikki allir telvaranir eru møttir.

§4

Dómarin skal senda ein fullfíggjaðan dómaraseðil og avrit av øllum talvunum til kappingarleiðaran í seinasta lagi 3 ( tríggjar ) dagar eftir, at talvdysturin er telvaður.

Dómaraseðilin skal vera undirskrivaður av báðum liðformonnunum og dómaranum.

§5

Dómarin skal skrivliga boða kappingarleiðaranum frá, um dysturin er farin óregluliga fram.