FM 2015

FM 9. umfar

Martin telvaði væl við hvítum. Her vóru ongar ónollur við ivasomum byrjanareksperimentum, men í staðin eitt skilagott leikupplegg í ensku byrjanini. Støðan gleið yvir í okkurt, sum líkist Sveshnikov-frábrigdinum í sisilianskum. Tólvti leikur hjá Rógva, 12.-, e4 er helst eitt mistak. Martin styrkti stigvíst sína støðu við sunnum leikum og vann finnuna. Av einihvørji orsøk eru bara 23 leikir at síggja frá hesum talvi. Tá reyk on-line sambandið við borðið. Martin stendur tá betur, men talvið er ikki liðugt. Spell um alt talvið ikki verður víst á heimasíðuni. Martin vann, men hvussu nógvir leikirnir vóru og hvussu drúgvir teir vóru, sigur søgan einki um. Vónandi verður alt talvið lagt út seinni í kvøld.

 

Nú var møguleikin hjá Eyðuni at vinna meistaraheitið, men móti einum væl uppløgdum Hans Kristiani gjørdist einki í dag. Byrjanin var Katalansk, men Eyðun víkir frá høvuðsfrábrigdunum og villist út í okkurt Frúgvaindiskt. Ivasama systemblandið kemur honum aftur um brekku, tí finna á b6 og bispur á a6 standa ikki rætt í teirri støðuni, sum kemur upp. Hans Kristian fær fyrimunin og er náðileysur, tá ið Eyðun tekur sær óráð fyri bispinum, sum brádliga ikki stendur til at bjarga.

 

Kanska hevur trýstið tyngt báðar FM-kandadatarnar, tí hvørki Rógvi ella Eyðun telvaðu væl í dag. Tað gjørdu afturímóti bæði Martin og Hans Kristian, sum – høvdu teir ikki havt stóru sveiggini í sínari telving í hesari kappingini – ivaleyst kundu vunnið FM-heitið.

 

Høgni Egilstoft Nielsen fekk rættiliga glið á sína telving í seinnu hálvu í kappingini eftir trilvandi byrjan, og var nú til endans bara eitt hálvt stig frá eldra beiggjanum. Í dag vísti Høgni aftur fínan endaleiksteknikk í talvinum móti Heiðriki.

 

Herluf Hansen hevur verið óheppin í fleiri talvum, men í dag bragdaði umsíðir hjá honum. Sigurin á Andriasi var vunnin bæði væl og virðiliga eftir sannførandi telving. Fimta talvið í dag var ein maratondystur millum Ólav Simonsen og Finnbjørn Vang, men endin var, at javnvágin kundi ikki skakast, og tí sættaðust tí loksins um remis.

 

Tað gjørdist til endans ógvuliga trongligt í oddanum – bara eitt hálvt stig frá nummar 1 til nummar 5. Fýra endaðu javnir á øðrum plássi við seks stigum, fínteljingin gevur Høgna annaðplássið, Martini triðja plássið, hans Kristiani fjórða plássið, og Eyðun, sum mundi vunnið í dag, mátti til endans smyrja seg við einum fimta plássi – mitt í røðini.

 

Endaliga støðan í landsliðsbólkinum:

 

1. Rógvi Egilstoft Nielsen, Sandavágs Talvfelag 6½ stig 2. Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágs Talvfelag 3. Martin Poulsen, Havnar Telvingarfelag 4. Hans Kristian Simonsen, Rókur 5. Eyðun Nolsøe, Klaksvíkar Talvfelag 6 stig 6. Ólavur Simonsen, Klaksvíkar Talvfelag 5 stig 7. Finnbjørn Vang, Klaksvíkar Talvfelag 4 stig 8. Andrias Danielsen, Tofta Talvfelag 2 stig 9. Herluf Hansen, Havnar Telvingarfelag 2 stig 10. Heiðrikur Jacobsen, Havnar Telvingarfelag 1½ stig.

 

 

FM-vinnarar í nýggju øldini

 

Vit kunnu til stuttleikar seta upp yvirlitið yvir teir, sum hava vunnið FM-heitið í talvi eftir aldaskiftið.

 

2000: Flóvin Tór Næs, HT
2001: John Rødgård, VT
2002: Hans Kristian Simonsen, KT
2003: Martin Poulsen, HT
2004: Martin Poulsen, HT
2005: Carl Eli N. Samuelsen, VT
2006: Martin Poulsen, HT
2007: John Rødgård, VT
2008: Helgi Dam Ziska, HT
2009: Martin Poulsen, HT
2010: Olaf Berg, ST
2011: Helgi Dam Ziska, HT
2012: Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2013: Olaf Berg, HT
2014: Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015: Rógvi Egilstoft Nielsen, ST

 

 

 

 

 

Hinir bólkarnir

 

Sandavágsmenn vóru aftur í ár stinnastir í landsliðsbólkinum – brøðurnir býttu bara um pláss. Havnar Telvingarfelag, sum skipaði fyri kappingini, hevði ætlað, at Helgi Dam Ziska skuldi vissa felagnum meistaran í ár, men honum barst frá at luttaka vegna skúlagongd. Í staðin eydnaðist elsta felagnum at vinna í øllum hinum bólkunum.

 

 

 

Almennur bólkur: 1. Margar Berg, Havnar Telvingarfelag 7 stig 2. Janus Skaale, Klaksvíkar Talvfelag 6 stig 3. Eyðun Lamhauge, Vestmanna Talvfelag 6 stig.

 

Unglingabólkurin: 1. Leif Reinert Fjallheim, Havnar Telvingarfelag 7 stig 2. Kaj Olsen, Havnar Telvingarfelag 6½ stig 3. Ragnar Weihe, Sandavágs Talvfelag, 6 ½ stig

 

Veteranbólkurin: 1. Andrias Ziska, Havnar Telvingarfelag 4 stig 2. Torkil Nielsen, Sandavágs Talvfelag 3 stig 3. Jógvan Næs, Havnar Telvingarfelag 3 stig. 

FM í talvi

Bæði Rógvi og Eyðun sita við svarta fólkinum í morgin móti fyrrverandi føroyameistarum. Rógvi setist yvirav Martin Poulsen og Eyðun hevur Hans Kristian Simonsen eftir. 

 

Støðan fyri seinasta umfar í landsliðsbólkinum: 1. Rógvi Egilstoft Nielsen, Sandavágs Talvfelag 6½. 2. Eyðun Nolsøe, Klaksvíkar Talvfelag, 6. 3-5. Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágs Talvfelag, Martin Poulsen, Havnar Telvingarfelag, Hans Kristian Simonsen, Rókur, 5. 6. Ólavur Simonsen, Klaksvíkar Talvfelag 4½ 7. Finnbjørn Vang, Klaksvíkar Talvfelag, 3½. 8. Andrias Danielsen, Tofta Talvfelag 2. 9. Heiðrikur Jacobsen, Havnar Telvingarfelag 1½. 10. Herluf Hansen, Havnar Telvingarfelag, 1.




8. umfar


Bæði Rógvi og Eyðun vunnu í áttanda umfari Langa fríggjadag. Rógvi gjørdi skjótt av við Heiðrik Jacobsen. Byrjanin var russisk, men Rógvi ger longu í fimta leiki óvanligan leik: Bd3. Hetta líkist einum ringum leiki, men kanska onkursvegna taktiskt tilætlað móti brúsa sum Heiðriki, ið brátt viltist í vandamikla minuøkinum.

 

Eyðun var hvítur í einum hollendingi móti Ólavi Simonsen. Ólavur hevur havt blíðan byr í seinastuni, og var tí ógvuliga álopsfúsur. Bispaoffrið í 20. leiki var kortini alt ov bjartskygt, tí longu eftir tann góða leikin 23. Fa4, var greitt, at Eyðun fór at vinna.  

 

Føroyameistarin Høgni er rættiliga komin fyri seg, og telvar nú sum ein sannur føroyameistari. Ímóti Hans Kristiani Simonsen var hann aftur eirindaleysur. Teir telvaðu franskt, men eitt mistak í trettanda leiki gevur Høgna møguleikan við einum bispaoffri at vinna finnu. Hans Kristian stríddist og spjálkaði, men Høgni var ógvuliga tryggur eftir at hann hevði vissað sær ítøkiliga, materiella fyrimunin.

 

Martin Poulsen vann annan dagin á rað, hesaferð á Andriasi Danielsen, men einki talv uttan ein óortodoksan leik (3.-, Fe7). Martini til rós skal sigast, at hann sýndi frálíkt hegni í endatalvinum og vann trygt, tó at fyrimunurin ikki sýntist at vera stórur.

 

Fimta talvið í dag – millum Finnbjørn Vang og Herluf Hansen – endaði javnt í friði og náðum. Hvørgin tóktist stríðshugaður. Orkan gongur helst undan, og nú ræður um at hvíla seg til seinasta umfar.

 

 

7. umfar

 

Skírisdag brustu brøður saman í toppdysti. 

 

Her eydnaðist meistaranum Høgna at koppa oddamanninum Rógva í spennandi talvi. Rógvi var hvítur í sponsku byrjanini, men fekk ongan fyrimun. Høgni tóktist ørkymla bróðirin við leikum, sum víkja eitt sindur frá vanligu teorivariantunum. Í 19. leiki kundi Rógvi spælt c4 og fest finnustøðuna á miðjuni, men ræðist kanska, at svørtu kongsfinnurnar sleppa á rull. Brádliga stendur Høgni væl og noyðir Rógva at verja seg. Og í 32. leiki brestur eitt litfagurt fýrverk. Báðir skjóta við skørpum, men skjótt sæst, at Høgni er omaná og fer at vinna. 

 

Her var eingin brøðrakærleiki, men virðiligt fair play – og nú var spenningurin í kappingini kyknaður av nýggjum. 

 

Við sigri á Herluf Hansen otaði Eyðun Nolsøe seg heilt fram í kjalarvørrin á Rógva. Eyðun hevði sítt baks av Herluf, og átti helst ikki at vunnið, men sleit mótstøðumannin upp í einum drúgvum og tíðarkrevjandi talvi. 

 

Martin Poulsen kom aftur á slóðina við knúsandi sigri á Finnbjørn Vang, sum tykist uppsteðgaður. Martin hevur tikið sær fyri at gera heilt óvanligar leikir – hesaferð flutti hann í fyrsta leiki hvíta finnu á d3! Ikki serliga ambitiøst við hvítum, men Martin fekk – við góðari hjálp frá einum óansnum mótstøðumanni – stóran fyrimun longu innan tjúgu leikir vóru fluttir.

 

Ólavur Simonsen og Hans Kristian Simonsen telvaðu eitt fínt og undirhaldandi talv í hollendskum. Hvørgin spardi krútið, men tá roykurin hevði lagt seg, stóð Ólavur við finnu meira. Honum eydnaðist við tí fyrimuninum at slíta kollfirðingin upp.

 

Í fimta talvinum eydnaðist Andriasi Danielsen at vinna á Heiðriki Jacobsen í stríðnum um 8. plássi.

 

 

Hinir bólkarnir

 

Í almenna bólkinum hevur Margar Berg úr Havnar Telvingarfelag nú lagt seg á odda við seks stigum. Honum næstur er Janus Skaale úr Klaksvíkar Talvfelag við 5½ stigi. Síðani eru fleiri javnir á triðja plássi við fimm stigum – Eyðun Lamhauge úr Vestmanna Talvfelag, Brandur Højgaard úr Tofta Talvfelag, Súni Jacobsen úr Havnar Telvingarfelag og Heðin Gregersen úr Sandavágs Talvfelag.

 

Í unglingabólkinum er Kaj Olsen úr Havnar Telvingarfelag einsamallur á odda fyri seinasta umfar. Hann hevur 6½ stig. Nummar tvey er Leif Reinert Fjallheim, eisini úr Havnar Telvingarfelag við seks stigum. Síðani eru Ragnar Weihe úr Sandavágs Talvfelag og Rógvi Mørkøre úr Róki javnir á triðja plássi við 5½ stigi.

 

Í veteranbólkinum eru Andrias Ziska úr Havnar Telvingarfelag og Torkil Nielsen úr Sandavágs Talvfelag á odda við 3½ stigum hvør. Jógvan Næs úr Havnar Telvingarfelag er nummar trý við 2½ stigi.

 

 

Endar páskaaftan

 

Í 8. og seinasta umfari leygardagin páskaaftan verður telvað soleiðis í landsliðsbólkinum: Martin Poulsen – Rógvi Egilstoft Nielsen, Hans Kristian Simonsen – Eyðun Nolsøe, Ólavur Simonsen – Finnbjørn Vang, Heiðrikur Jacobsen – Høgni Egilstoft Nielsen og Herluf Hansen – Andrias Danielsen.

 

Byrjað verður klokkan 11 fyrrapartin, og kappingin fer fram í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.

 

Til ber at fylgja við beinleiðis á heimasíðu Talvsambandsins – http://www.faroechess.com 

FM 5-6. umfar

Rógvi fekk hálvtannað stig í dag. Fyrra talvið endaði javnt. Byrjanin tóktist vera okkurt heimabryggj, men ov lítið bit var í upplegginum, so Finnbjørn Vang hevði ongar trupulleikar at standa ímóti við svarta fólkinum. Í seinna talvinum vann Rógvi lættliga á Andriasi Danielsen, sum ikki varnaðist, at ein finna hekk, eftir tað var tað ein avgreiðsluspurningur.

 

Hans Kristian Simonsen gjørdi bart og vann bæði talvini. Tað fyrra var móti Martin Poulsen. Martin royndi seg aftur við óvanligum byrjanarspæli, okkurt slag av Larsen-byrjan, men lítil dugur var í spælupplegginum. Hans Kristian fekk við svarta fólkinum lætt spæl og trumlaði Martin niður.  Í seinna talvinum vann Hans Kristian á Herlufi. Eftir leikrøðini fyri talvið, ið síggjast á heimasíðuni, ber ikki til at siga, hví Herluf skal hava lagt kongin.

 

Ólavur Simonsen er komin fyri seg og fekk  hálvtannað stig í dag. Í fyrra talvinum fílaði hann leingi við einum lítlum fyrimuni. Herluf átti helst av røttum at fingið talvið javnt, men eftir at hava vart seg so leingi, var tað helst farið at øra fyri honum, so at hann til endans var fangaður í einum mátneti. Í seinna talvinum móti Høgna Egilstoft Nielsen stóð fast allanvegin.

 

Eyðun fekk eisini hálvtannað stig í dag. Í fyrra umfarinum vann hann á Heiðriki. Heiðrikur var í so linur við hvíta fólkinum í einum sisilianara, Eyðun kom tí lættliga fyri seg og vann snildisliga eina finnu í miðspælinum. Við hesum fyrimuni býtti Eyðun upp til vunnið endatalv. Í seinna talvinum var Eyðun til endans í verjustøðu móti Martini, men helt remis.

 

Høgni vann fyrra talvið á Andriasi Danielsen. Toftamaðurin var ikki so framfýsin í sponsku byrjanini, støðan flatnaði tí skjótt, men í endatalvinum var Høgni kringari.  

 

Heiðrikur fekk fyrsta sigurin seinnapartin. Mótstøðumaðurin var Finnbjørn Vang. Báðir eru álopsfúsir og óortodoksir í stíli, og talvið gjørdist hareftir. Heiðrikur fekk takið á honum, og brádliga fekk hann skákað fleiri finnur frá honum. 

 

 

 

​Støðan er nú henda:

 

1. Rógvi Egilstoft Nielsen 5½ 2. Hans Kristian Simonsen 5 3. Eyðun Nolsøe 4  4-7. Ólavur Simonsen, Finnbjørn Vang, Martin Poulsen, Høgni Egilstoft Nielsen 3  8. Heiðrik Jacobsen 1½ 9. Andrias Danielsen 1 10. Herluf Hansen ½.

 

Trý umfør eru nú eftir í landsliðsbólkinum. Í morgin verður telvað soleiðis: Rógvi Egilstoft Nielsen – Høgni Egilstoft Nielsen, Heiðrikur Jacobsen – Andrias Danielsen, Martin Poulsen – Finnbjørn Vang, Herluf Hansen – Eyðun Nolsøe og Ólavur Simonsen – Hans Kristian Simonsen. Byrjað verður kl. 14.00.

 

Í almenna bólkinum eru Janus Skaale, Margar Berg og Eyðun Lamhauge javnir í oddanum, og í unglingabólkinum er Ragnar Weihe fremstur.

FM 4. umfar

Tá ið Eyðun tíðliga í talvinum spælir finnu á c5, er longu greitt, at Rógvi hevur puntin d5 sum strategiskan snúningsdepil. Vit síggja nú búna posisjónstelving, leik fyri leik styrkir Rógvi sær støðuna, og tá ið hann í 25. leiki offrar rók fyri riddara, vísir hann bæði dirvi og djúpa støðufatan. Smátt um smátt verður Eyðun niðurspældur – næstan Petrosjanskt! Imponerandi flott!

 

Martin Poulsen misti eins og Eyðun eitt týðandi fet í kapprenningini við Rógva. Martin tapti fyri Ólavi Simonsen, sum nú tykist at vera komin á lagið eftir vánaligu byrjanina. Martin telvaði aftur norðurlendsku byrjanina við svørtum, eins og hann gjørdi móti Høgna, men eingin kraft tóktist vera í støðuni heldur hesaferð. Ólavur sá møguleikan at opna støðuna og taka initiativið. Martin var kollrendur í eini knappari vend, og brádliga var tap í hendi hjá honum.

 

Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen vann fyrsta talvið í hesari kappingini, men hann noyddist at kýta seg av øllum alvi at vinna á Herluf Hansen. Talvið var hitt longsta og drúgvasta í dag – helst longsta talvið í kappingini higartil. Leingi var óvist, um Høgni fór at vinna, men hann var tolin og treiskaðist væl og leingi, og til endans var sigurin tryggjaður.

 

Á hinum borðunum vunnu Finnbjørn Vang og Hans Kristian Simonsen á ávikavist Andriasi Danielsen og  Heiðriki Jacobsen. 

 

Støðan í landsliðsbólkinum eftir 4. umfar:

 

1. Rógvi Egilstoft Nielsen 4 stig 2. Hans Kristian Simonsen 3 3-5. Eyðun Nolsøe, Finnbjørn Vang og Martin Poulsen 2½ 6. Ólavur Simonsen 2 7. Høgni Egilstoft Nielsen 1½ 8. Andrias Danielsen 1 9-10. Herluf Hansen og Heiðrik Jacobsen ½.

 

Í almenna bólkinum er Eyðun Lamhauge úr Vestmanna Talvfelag á odda, og í unglingabólkinum

er Ragnar Weihe úr Sandavágs Talvfelag fremstur.

Í morgin er langur mikudagur, tí tá eru tvey umfør á skránni. Fimta umfar byrjar klokkan 10 fyrrapartin, og sætta umfar kl. 17.00.

FM 3. umfar

Verri gongst yngra beiggjanum, Høgna. Føroyameistarin tapti aftur í dag og hevur bara eitt hálvt stig fyri fyrstu trý umførini. Møguleikarnir hjá honum at endurvinna meistaraheitið tykjast nú ógvuliga smáir. Tað var eingin annar enn sjálvur forsetin í Talvsambandinum, sum koppaði honum. Finnbjørn Vang er ikki mjúkur at strúka, tá ið hann sleppur at dusa sær í brúsandi gambittum, og tað var júst tað, sum hendi í dag. Høgni fór glaðbeintur út í eitt vágið proysiskt frábrigdi, sum Finnbjørn tóktist kunnigari í, og tá ið avhasaði, sást, at klaksvíkingurin hevði buktina og báðar endarnar.

 

Tað er ikki eindømi, at ungur føroyameistari hevur mótburð árið eftir, at hann hevur vunnið FM-sigurin. Sama hendi hjá toftamanninum Jens Chr. Hansen, sum í nógv ár var tann yngsti, sum hevði vunnið føroyameistaraheitið í talvi. Tá ið hann í 1980 skuldi verja fyrsta FM-sigurin frá 1979, bar einki til, og hann endaði næstaftastur av tíggju telvarum í landsliðsbólkinum. Men hann fótaði sær og varð føroyameistari í stórum stíli bæði í 1981 og 1982. Nú fara vit ikki longu at avskriva Høgna í hesari kappingini, og sama hvat endaliga úrslit hansara verður, stendur øllum greitt, at hann hevur evni sum fáur at telva.

 

Eyðun Nolsøe úr Klaksvíkar Talvfelag og Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag eru í hølunum á Rógva Egilstoft Nielsen við 2½ stigum hvør. Báðir vunnu í dag, men noyddust kortini at stríðast fyri sigrunum. Eyðun hevði sítt baks av toftamanninum Andriasi Danielsen. Líkt var til, at Andrias hevði góðar álopsmøguleikar eitt skifti, men ein riddaraleikur upp á d6 var eitt mistak, sum Eyðun var knappur at revsa. Eftir tað var Eyðun tryggur.

 

Martin sat við liðfelagnum á 1. liði hjá HT, Herluf Hansen hinumegin borðið. Martin hevði initiativið, men takið var at umseta tað til ein ítøkiligan fyrimun. Martin sýndi hugflog, tá ið hann bjargaði støðuni undan remis við at lata ein býtismun (kvalitet) fyri sterkt bispapar. Tá glapp.

 

Ólavur Simonsen kom úr óndu ringrásini og tryggjaði sær fyrsta sigurin og fyrsta stigið í einum spennandi talvi móti Heiðriki Jacobsen. Ólavur telvaði við høgari sigarføring, sum hann er vanur, og stýrdi beinleiðis út í brotasjógvar frá byrjan, tá ið hann beyð Heiðriki upp til dans við tí villa Budapest-bragdinum afturvið. Teir tókust sum villir glímarar alt talvið á tamb, tað kundi farið báðar vegir, men endin var, at Ólavur lá omaná.

 

Støðan í FM-flokkinum eftir 3. umfar í dag:

 

1. Rógvi Egilstoft Nielsen 3  2-3. Eyðun Nolsøe og Martin Poulsen 2½  4. Hans Kristian Simonsen 2  5. Finnbjørn Vang 1½  6-7. Ólavur Simonsen og Andrias Danielsen 1  8-10. Høgni Egilstoft Nielsen, Herluf Hansen og Heiðrik Jacobsen ½.

 

 

Aftur toppdystur í morgin

 

Frá einum toppdysti í dag verður farið til annað spennandi talv í morgin, tí tá møtast Rógvi Egilstoft Nielsen og Eyðun Nolsøe.

 

Í 4. umfar í morgin: Eyðun Nolsøe – Rógvi Egilstoft Nielsen, Ólavur Simonsen – Martin Poulsen, Høgni Egilstoft Nielsen – Herluf Hansen, Hans Kristian Simonsen – Heiðrikur Jacobsen og Finnbjørn Vang – Andrias Danielsen.

 

Í almenna bólkinum eru tríggir fremstir í oddanum eftir 3. umfør, teir eru Eyðun Lamhauge úr Vestmanna Talvfelag, Gutti Petersen úr Sandavágs Talvfelag og Janus Skaale úr Klakvíkar Talvfelag. Allir hava 2½ stig.

 

Og í unglingabólkinum er Rógvi Mørkøre einsamallur á odda við fullum stigatali.

 

FM 2. umfar

Rógvi og Hans Kristian á odda

 

Tveir telvarar hava lagt seg einsamallar á odda í landsliðsbólkinum eftir fyrstu tvey umførini í FM-kappingini í talvi. Tað eru tveir fyrrverandi føroyameistarar, Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Hans Kristian Simonsen úr felagnum Róki í Sundalagnum.

 

Sigrarnir eru ikki komnir av ongum, tí báðir hava telvað væl. Rógvi tykist væl upplagdur. Í dag var hann aftur ógvuliga neyvur og sannførandi. Hann ber orð fyri at vera álopstelvari burturav – sum pápin og yngri bróðririn – men hygg at talvinum í dag! Tað líktist næstan uppvísing í posisjónstelving. Hann næstan vant úr Ólavi Simonsen, sum spjálkaði til fánýtis. Hans Kristian  brúkti harðligari metodur, men vann eisini ógvuliga sannførandi – men eisini í so lættliga. Í morgin verður spennandi, tí tá bresta oddafiskarnir saman.

 

Hvøkkurin eftir tapið í fyrsta umfari í gjár sat kanska í føroyameistarnum Høgna Egilstoft Nielsen, tí hann var ógvuliga spakur í talvinum móti Martin Poulsen í dag. Martin ovtók seg heldur ikki; tað sýntist, sum vóru báðir nøgdir við remis. Og javnt endaði tað áðrenn komið var langt út í talvið. Kanska vildu teir síggja Føroyar og Rumenia spæla í sjónvarpinum?

 

Javnleikirnir, sum ikki vóru í gjár, komu so í dag í staðin. Eyðun Nolsøe og Finnbjørn Vang sættaðust eisini við javnt.  Lítið var á vási í teirra talvi, javnvágin var ongantíð í vága. Sama er at siga um dystin millum Herluf Hansen og Heiðrik Jacobsen.

 

Í almenna bólkinum er Eyðun Lamhauge úr Vestmanna Talvfelag einsamallur á odda við tveimum stigum. Í unglingabólkinum hava tríggir lagt seg á odda við fullum stigatali; Rógvi Mørkøre, Bjarki Bertholdsen og Elias Petersen.

 

Í triðja umfari í morgin verður telvað soleiðis í landsliðsbólkinum: Rógvi Egilstoft Nielsen – Hans Kristian Simonsen, Martin Poulsen – Herluf Hansen, Eyðun Nolsøe – Andrias Danielsen, Høgni Egilstoft Nielsen – Finnbjørn Vang og Ólavur Simonsen – Heiðrik Jacobsen. 

FM 1. umfar

 

Rógvi Egilstoft Nielsen verður uttan iva drúgvur í kappingini. Tað var flog og fynd yvir telvingini hjá honum í gjár. Herluf Hansen fótaði sær nóg illa og tóktist mestsum máttleysur longu eftir byrjanina. Martin Poulsen vann eisini, men eina løtu mundu fleiri ivast, um hann hevði tamarhald á støðuni, so sterkt løddi hann. Ein maður varð offraður, men brádliga hevði hann sett Heiðrik Jacobsen skák og mát.

 

Ólavur Simonsen legði eisini nógv fyri í sínum álopi, men tað var ikki nóg væl undirbygt. Nýggi maðurin í bólkinum, Andrias Danielsen av Toftum, sýntist ónervaður av áganginum, og telvaði seg sannførandi til sigurs í einum meira struktureraðum álopi í hinum borðinum. Í fimta talvinum stríddust tveir ógvuliga álopshugaðir telvarar, Hans Kristian Simonsen og Finnbjørn Vang. Báðir eru heldur óortodoksir í stíli, so hetta gjørdist ikki óvæntað eitt sindur av indianaratelving. Hans Kristian tóktist væl upplagdur og vann sannførandi.

 

Annað umfar er í dag. Tá telva Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen, Ólavur Simonsen og Rógvi Egilstoft Nielsen, Eyðun Nolsøe og Finnbjørn Vang, Hans Kristian Simonsen og Andrias Danielsen og Herluf Hansen og Heiðrikur Jacobsen.

FM í talvi byrjar

   
Brøður eru favorittar
 
Í meistarabólkinum eru fimm fyrrverandi føroyameistarar. Teir teljast eisini millum favorittarnar í ár. Størstu favorittarnir eru helst brøðurnir úr Sandavági, Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen. Høgni vann í fjør. Tá var hann einans 16 ára gamal og yngsti føroyameistari nakrantíð. Harumframt útinti hann tað bragd at vinna kappingina við fullum stigatali. Tað er eindømi í FM-kappingini í talvi.
   22 ára gamli Rógvi Egilstoft Nielsen segði eftir FM-kappingina í fjør, tá ið hann endaði nummar tvey, at hann ætlaði at taka meistaraheitið av aftur yngra beiggjanum í 2015. Nú fáa vit at síggja. Høgni hevur telvað ógvuliga væl og fingið góð úrslit seinasta árið. Heldur hann stásið við líka nú á páskum, verður hann ikki lættur at syfta.
   Aðrir fara uttan iva at royna at bjóða sandavágsbrøðrunum av. Besta vónin hjá havnarmonnum, nú Helgi Dam Ziska ikki er við, man vera Martin Poulsen, sum hevur verið føroyameistari fýra ferðir. Eyðun Nolsøe og Hans Kristian Simonsen hava fyrr vunnið FM og kunnu gera seg galdandi, um væl liggur fyri, eisini hevur Ólavur Simonsen ligið framvið fleiri ferðir við góðum FM-úrslitum.
  Meira er at síggja um FM-kappingina á heimasíðu Talvsambandsins – www.faroechess.com
 
   
 
FM-bólkurin 2015
 
1. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2311
2. Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 2276
3. Martin Poulsen, HT 2218
4. Ólavur Simonsen, KTF 2174
5. Eyðun Nolsøe, KTF 2164
6. Hans Kristian Simonsen, KT 2066
7. Finnbjørn Vang, KTF
8. Herluf Hansen, HT 1992
9. Heiðrikur T. Jacobsen, HT 1851
10. Andrias Danielsen, TT 1745
 
 
 
 
 
 
Styrkilistin
 
Nú stutt fyri árligu FM-kappingina kunngjørdi Talvsamband Føroya nýggjan, dagførdan styrkilista yvir teir, sum eru virknir í føroyskari telving. Yvirlitið vísir, at tað eru á leið 400 telvarar í Føroyum, sum hava luttikið í kappingum, ið Talvsamband Føroya skipar fyri. 
 
Topp 10 (400 í alt)
 
1. IM Helgi Dam Ziska, HT  2515  
2. IM John Rødgård, VT  2327
3. Høgni Egilstoft Nielsen, ST  2311 
4. Olaf Berg, HT  2294
5. Rógvi Egilstoft Nielsen, ST  2276  
6. IM John Arni Nilssen, K 41  2253
7. Jóan Hendrik Andreasen, HT  2246
8. Flóvin Tór Næs, HT 2229
9. Martin Poulsen, HT 2218
10. Rógvi W. Rasmussen, VT 2217
 
 
 
 
 
Flest FM-heiti
 
Telvað hevur verið um føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar síðani 1938. Í fyrsta umfari varð telvað til 1956, so var íhald í nøkur ár, byrjað var ikki aftur fyrr enn Talvsamband Føroya var stovnað í 1970. Síðani 1972 hevur verið telvað regluliga um FM á hvørjum ári um páskirnar.
  Stóri FM-kongurin í føroyskari telving er Palli Henriksen (1902-1980) úr Havn. Hann vann flestu ferðirnr, ið telvað var um FM-heitið árini fyri stovnan Talvsambandsins.
  Niðanfyri sæst hvørjir teir fimm eru, sum hava vunnið meistaraheitið oftast.
 
J.P. Henriksen, HT 9  (1938, 1939, 1945, 1946, 1948, 1949, 1950, 1951, 1952)
Heini Olsen, KTF 5  (1989, 1991, 1992, 1993, 1999)
Tórarinn Evensen, HT 4  (1947, 1953, 1955, 1956)
Jens Chr. Hansen, TT 4  (1979, 1981, 1982, 1985)
Martin Poulsen, HT 4  (2003, 2004, 2006, 2009)
 
 
 
FM-vinnarar seinastu 25 árini
 
1990: Steintór Rasmussen, KTF
1991: Heini Olsen, KTF
1992: Heini Olsen, KTF
1993: Heini Olsen, KTF
1994: Torbjørn Thomsen, KT
1995: Eyðun Nolsøe, KTF
1996: Rógvi W. Rasmussen, HT
1997: Rani Nolsøe, KTF
1998: John Rødgård, VT
1999: Heini Olsen, KTF
2000: Flóvin Tór Næs, HT
2001: John Rødgård, VT
2002: Hans Kristian Simonsen, KT
2003: Martin Poulsen, HT
2004: Martin Poulsen, HT
2005: Carl Eli N. Samuelsen, VT
2006: Martin Poulsen, HT
2007: John Rødgård, VT
2008: Helgi Dam Ziska, HT
2009: Martin Poulsen, HT
2010: Olaf Berg, ST
2011: Helgi Dam Ziska, HT
2012: Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2013: Olaf Berg, HT

2014: Høgni Egilstoft Nielsen, ST 

Innbjóðing til FM 2015

 

 

Allir bólkar telva soleiðis:

 

Leygardagur                          28. mars              kl. 15.00

Sunnudagur                           29. mars              kl. 15.00

Mánadagur                           30. mars               kl. 17.00

Týsdagur                              31. mars               kl. 17.00

Mikudagur                            01. apríl                kl. 10.00

Mikudagur                            01. apríl                kl. 17.00

Hósdagur                              02. apríl                kl. 14.00

Fríggjadagur                          03. apríl                kl. 14.00

Leygardagur                          04. apríl                kl. 11.00

 

Telvað verða 9. umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sek. løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.

 

Gevið gætur: Unglingarnir telva bert 90 min + 30 sek, ikki 15 min eyka !!

Teir hægst rataðu luttakararnir telva í Landsliðsbólkinum um Føroya Meistaraheitið í Talvi 2015.

Næstu telvararnir mynda 1. Bólk og  Almenna bólkin. Unglingar telva  um FM-heitið fyri unglingar.

 

Dómari:  IA Arild Rimestad

 

Luttøkugjald

Luttøkugjaldið er kr. 300,- fyri allar vaksnar luttakarar. Unglingar og lesandi gjalda kr. 100,-. Heiðurslimir luttaka ókeypis.

Luttøkugjaldið, sum samstundis er tilmelding, skal gjaldast á konto 6460 –5367192 hjá Havnar Telvingar- felag, í seinasta lagi mánadagin 23. mars !  Við tilmelding skal upplýsast: FM 2015, navn og bólkur.

 

Tilmeldaðir luttakarir higartil: sí leinkju her


Møguligir spurningar kunnu setast á tef. nr. 225840 ella teldupostadressu: mtinber@gmail.com

 

Vinningar

Landsliðsbólkur:         nr. 1 – Kr. 7500,  nr. 2 – Kr. 4000, nr. 3 –  Kr. 2000

1.  Bólkur:                  nr. 1 – Kr. 3000,  nr. 2 – Kr. 2000,  nr. 3 – Kr. 1000

Almennur bólkur:        nr. 1 – Kr. 2000,  nr. 2 – Kr. 1200, nr. 3 – Kr. 800

Unglingar:                  nr. 1 – Kr. 1500,  nr. 2 – Kr. 1000,  nr. 3 – Kr. 500.

 

Steyp verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum. Korrektión verður nýtt við javnstøðu.

 §3 Føroyameistarin fyri einstaklingar er sjálvskrivaður í altjóða liðkappingum (Small Nations Cup 2015 og EM 2015 fyri Lið v.m.).


Avgjørt er at vit samstundis skipa fyri FM 2015 fyri Veteranar, tvs. telvarar yvir 50 ár.
Telvaði verða 5 umfør soleiðis:
hósdagin 02. apr. kl. 1400 & 1600,
fríggjadagin 03. apr. kl. 1400 & 1600, og
leygardagin 04. apr. kl. 1200.
Umhugunartíðin er 30 min. hvør til hvørt talv.
Luttøkugjaldið er kr. 100,- og tilmeldingarfreistin sum til FM 2015.
Steyp og heiðursmerkir verða latin til nr. 1, 2 og 3.
Kappingin fyri Veteranar er treytað av, at minst 6 luttakarir eru.

 

Vakurleikasteyp verða latin bestu talvunum í øllum bólkum.

 

Um FM-heitið í Landsliðsbólkinum og unglingum, verður umdystur telvaður beint eftir síðsta umfar, eftir nærri kunngjørdum treytum. Í aðrar mátar verður korrektión nýtt.

 

Ábit verður bjóðað telvarunum millum dupultumfarið 01. apríl og eftir seinast umfarið.

 

Broytingar kunnu koma fyri.

 

 

Við Talvkvøðu                  Havnar Telvingarfelag