Heim / Tíðindi (síða 6)

Tíðindi

Innbjóðing til Kjølur Open

Klaksvíkar Talvfelag bjóðar til GP 5, Kjølur Open, vikuskiftið 12.-14. januar 2024

Stað:

Á Skúlatrøð í Klaksvík

Telvað verður soleiðis:

Kappingin byrjar fríggjadagin,  12. januar kl. 20.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).

Leygardag verða 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verða 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

Nr. 1 – 1500 kr.

Nr. 2 – 1000 kr.

Nr. 3 – 500 kr.

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri unglingar. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 12. januar.

Tilmelding:

Tilmelding á hesi leinkju, í seinasta lagi hósdagin 11. januar kl. 20.00.

Tilmeldingar higartil síggjast á somu síðu, við at trýsta á Listi eftir styrki.

 

Møtið Fjølment !

Klaksvíkar Talvfelag

Javnleikur í toppdysti

Tað endaði 2-2 í fyrra sínamillum dystinum millum suverenu oddaliðini í landskappingini í talvi – Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag.
 
Allir dystirnir í øllum deildum í fimta umfari vórðu telvaðir í stórum felagsumfari í Vestmanna í gjár. 
 
Komið er nú hálva leið í landskappingini í talvi.

Les meira »

Innbjóðing: Barna Grand Prix 07/01

Komandi sunnudag, 7. januar, verður kviktalvkapping fyri børn í Bygdahúsinum á Strondum. Talan er um eina út av 10 kappingum, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin á strondum byrjar kl. 13:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek. Les meira »

Felagsumfar í liðkappingini

Leygardagin 6. januar verður 5. umfar telvað í liðkappingini. Allir dystir verða telvaðir í Miðnámsskúlanum í Vestmanna. Byrjað verður at telva kl. 11.00.

Havnin á odda

Helgi Dam Ziska og Havnar Telvingarfelag kunnu halda jól sum oddalið í landskappingini.
 
 
Útsetti dysturin í 4. umfari í 1. deild millum Klaksvík og Havnina var telvaður í gjárkvøldið.
 
Havnarmenn vunnu stórsigur, og endurvunnu leiðsluna í deildini. A-liðini hjá Havnini og Sandavági hava longu lagt seg lagt undan hinum. Havnarmenn eru nú eitt stig fremri. Innanhýsis dystirnir teirra millum verða eftir øllum at døma sera avgerandi, tí higartil hava oddaliðini gjørt bart í hvørjum dysti.
 
Fyrri sínamillum dysturin verður í fimta umfari hin 6. januar.
 
Øll liðini í fremstu deildini hava nú telvað fýra dystir hvør, og steðgur verður nú í landskappingini til nýggjárs.
 
 
4. umfar 12. desember
 
Bo.
2
  Klaksvíkar Talvfelag 1
Rtg
3
  Havnar Telvingarfelag 1
Rtg
½ :3½
 
3.1
 
 
2190
GM
 
2549
0 – 1
 
3.2
 
 
2031
FM
 
2182
½ – ½
 
3.3
 
 
2004
 
 
2152
0 – 1
 
3.4
 
 
1841
 
 
2148
0 – 1
 
Klaksvík – Havnin ½ – 3½
Ólavur Simonsen – Helgi Dam Ziska 0 – 1
Terji Petersen – Carl Eli N. Samuelsen ½ – ½
Rani Nolsøe – Luitjen A. Apol 0 – 1
Tummas M. Sólsker – Sjúrður Thorsteinsson 0 – 1
 

Støðan í 1. deild

Rk.
Lið
1a
1b
2a
2b
3a
3b
4a
4b
5a
5b
6a
6b
 TB1 
 TB2 
1
Havnar Telvingarfelag 1
 * 
 * 
   
 
 
4
 
 
14,5
8
2
Sandavágs Talvfelag 1
   
 * 
 * 
3
 
3
 
 
4
 
13,5
8
3
Klaksvíkar Talvfelag 1
½
 
1
 
 * 
 * 
2
     
4
 
7,5
3
4
Sandavágs Talvfelag 2
½
 
1
 
2
 
 * 
 * 
     
6
3
5
Havnar Telvingarfelag 2
0
 
½
     
 
 * 
 * 
 
4,5
2
6
Klaksvíkar Talvfelag 2
½
 
0
 
0
     
 
 * 
 * 
2
0


Støðan í 1. deild eftir fýra umfør
1. Havnin (1) 14½ stig
2. Sandavágur (1) 13½
3. Klaksvík (1) 7½
4. Sandavágur (2) 6
5. Havnin (2) 4½
6. Klaksvík (2) 2 stig

Fráboðan frá Norðurlendska Talvsambandinum

Statement from the Nordic Chess Federation

In the Nordic countries a persons legal gender is decided according to each country’s national law. In chess tournaments, which groups one is allowed to participate in, should be decided by a persons legal gender.   Accordingly any woman is, of course, welcome to play in all tournaments and competitions open for girls and women, in the Nordic countries.  The same shal apply for all international competitions.

Paragraph 3, in FIDE’s  Transgender Registration Regulations, states that if you change you gender from male to female, you may not participate in any tournament or competiton for girls/women. We strongly oppose this and find it to be an infringement on personal freedom. It is also in violation of IOC’s stand on the matter. This Paragraph is contributing to maintaining prejudice, counteracting any effort towards making Chess open and inclusive.

 

We strongly recommend that Paragraph 3 of FIDE’s Transgender Registration Regulations be removed.

 

Oslo December 11, 2023

Nordic Chess Federation

Members:

Denmark – The Danish Chess Federation

Faroe Island – The Faroe Island Chess Federation

Finland – The Finnish Chess Federation

Iceland – The Icelandic Chess Federation

Norway – The Norwegian Chess Federation

Sweden – The Swedish Chess Federation

 

Aftur útsett

Tað gongur seint at fáa avgreitt útsettu dystirnar í í 1. deild í landskappingini í talvi. 
 
Dysturin í 4. umfari millum Havnina og Klaksvík stendur enn í hálvum gekki. Hann varð upprunaliga útsettur frá 12. november til 7. desember, tí føroyska talvlandsliðið kappaðist uttanlands, men er nú útsettur á øðrum sinni. Hesaferð er orsøkin mannfall á báðum síðum vegna influensu og aðrar umfarssjúkur, sum hava jóladagar í hesum tíðum. 

Les meira »

Sandavágur á odda

Føroyameistarnir í Sandavágs Talvfelag vóru eirindaleysir í útsetta dystinum sunnudagin móti Klaksvík 2. Vágamenn vunnu á øllum borðum. 4-0-sigurin setur Havnar Telvingarfelag undir trýst fyri hin triðja og síðsta av útsettu dystunum í 1. deild hóskvøldið.

Les meira »

Úrslit: Hesi umboða Føroyar til NM 2024

NM úttøku-finalan var telvað í Giljanes Skúla í Sandavági í vikuskiftinum. Telvað var í 5 ymiskum aldursbólkum við upp til 8 luttakarum í hvørjum. 2 tey bestu í hvørjum bólki koma at umboða Føroyar til NM fyri ung 2024, sum verður í Finlandi í mars mánaði. Les meira »

Innbjóðing: Jólatalv í Finsen

Sunnudagin 10. desember kl. 13:30 verður jólatalvkapping í hølum Havnar Telvingarfelags, Finsen í Havn. Talan er um eina festliga liðkapping við góðum jólastemningi. 2 telva á hvørjum liði – eitt barn og ein vaksin, t.d barn við foreldri, ommu ella abba. Les meira »