Heim / Tíðindi (síða 57)

Tíðindi

Trongt í toppinum

Í dag verður farið undir fimta umfar í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll.

28 telvarar eru við – helvt um helvt føroyingar og útlendingar. Átta útlendskir stórmeistarar eru við í kappingini. Flestu av teimum eru ættaðir úr londum í fyrrverandi Sovjettsamveldinum. Fremstir við 3½ stigum hvør eftir fýra umfør eru stórmeistarnir Vasily Papin úr Russlandi og Oleg Korneev, sum er úr Russlandi, men býr og umboðar Spania.
Les meira »

Átta stórmeistarar í Runavík

Mánadagin byrjar altjóða talvkapping í Løkshøll í Runavík. Hetta er tann triðja Runavík Open, sum Talvsamband Føroya og Runavíkar Kommuna í felag skipa fyri.

Átta útlendskir stórmeistarar eru millum teir 27 telvararnar í kappingini. Teir eru helvt um helvt føroyingar og útlendingar.  Les meira »

Dysturin um heimsmeistaraskapin byrjar í dag

Í dag kl. 15 byrjar dysturin um heimsmeistaraskapin 2018. Dysturin, ið fevnir um 12 talv, verður telvaður í London í døgunum 9/11 til 28/11.

Hesuferð er dysturin ímillum sitandi heimsmeistaran síðani 2013, 27 ára gamla norðmannin Magnus Carlsen, og avbjóðaran, 26 ára gamla amerikumannin Fabio Caruana.

Hetta er fyrstu ferð síðani 1990, at dysturin um heimsmeistaraskapin verður telvaður ímillum tveir teir fremstu telvararnar í heimunum. Les meira »

Sandavágsmenn á odda

Landskappingin í talvi fyri lið er byrjað. Telvað hevur verið báðar seinastu sunnudagarnar, og eftir tvey umfør eru vágamenn fremstir. Líkt er til, at fremstu trý feløgini í 1. deild fara at vera tey somu sum farna kappingarár.

Sandavágs Talvfelag, Klaksvíkar Talvfelag og Havnar Telvingarfelag hava vunnið sínar dystir higartil.  Les meira »

ST-Kvik 2018

Í vikuskiftinum verður hol sett á Grandprix kappingina og í hesum sambandi bjóðar Sandavágs Talvfelag til kvik kapping.

GP2 verður á skúlanum á Giljanesi leygardagin 10. November kl. 11 Les meira »

Úttøkukapping til NM fyri børn og ung

Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður leygardagin 24. nov kl. 13.00 í Gula skúla í Havn. Tað er á Landavegi 30, beint við gamla bryggjaríið hjá Restorff.

Kappast verður í fimm aldursbólkum, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við. Tvey tey fremstu í hvørjum bólki vinna sær rættin at umboða Føroyar í NM, sum verður í Íslandi í februar 2019.

Les meira »

Kappingarskráir fyri 1. og 2. deild

Skráirnar fyri 1. og 2. deild, har fyrsta umfar verður nú sunnudagin, eru nú klárar. Enn er ikki avgjørt, hvussu nógv lið verða í 3. deild, og tískil er hendan skráin ikki klár enn, men verður tað ein av fyrstu døgunum. Fyrsta umfar í 3. deild verður 4. novembur.