Heim / Tíðindi (síða 54)

Tíðindi

Sandavágsmenn økja

Sandavágs Talvfelag hevur beina kós móti FM-heitinum í talvi. Í dag øktu teir leiðsluna við einum stigi, og eru nú hálvtfjórða stig frammanfyri Havnar Telvingarfelag. Tað byrjar so smátt at lukta av FM-gulli hjá vágamonnum.

Les meira »

Seinni hálvleikur byrjar

Í dag verður sjøtil settur á seinnu leikhálvu í landskappingini í talvi. Dystirnir í sætta umfari í øllum deildum eru í dag. Les meira »

Tvíumfarið verður telvað í Klaksvík

Tvíumfarið leygardagin 19.01.2019 verður telvað í Skúlatrøð (Ósáskúlin) í Klaksvík. Byrjað verður kl. 10.00. Seinna umfar byrjar kl. 16.00.

Nýggjur føroyameistari í snartalvi

Rogvi_NielsenRógvi Egilstoft Nielsen – føroyameistari í snartalvi 2018

Nýggjur føroyameistari í snartalvi er kosin. Í árligu FM fyri einstaklingar í Havn í gjár vann Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag í harðari kapping við Olaf Berg úr Havnar Telvingarfelag. Snarmeistarin mongu undanfarnu árini, Helgi Dam Ziska, var ikki við. Les meira »

FM í snartalv – leygardagin 29/12

Føroyameistaraheitið í snartalv verður leygardagin 29. desembur kl 14.00 í Gula Skúla, Landavegur 30, Tórshavn.

Kappingin verður skipað við 9 dupult-umførum og umhugsunnartíðin 3 min + 2 sek /leik.
Les meira »

Eyka aðalfundur – leygardagin 29/12

Eyka aðalfundurin verður hildin leygardagin 29. desembur kl. 11.00 í  Gula skúla, Landavegur 30, Tórshavn

Skrá:

Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar

Innkomin uppskot (HT)

Ymiskt

 

TSF
Talvsamband Føroya

Rógvi og Høgni í Kroatia

Í hesum døgum, 15/12 til 22/12, luttaka brøðurnir Rógvi (2339) og Høgni Egilstoft Nielsen (2400) í stóru altjóða talvkappingini Zadar Open í Kroatia. Les meira »